Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 7. mai 1991 | Fyrireika seg til ordaskiftid Síða 7 Sjúkraystrafelag Føroya hevur júst havt skeið um etikk, filosofi og menniskjafatan, og har viðgjórdu tær ymsar viðkvæmar spurn- ingar sum t.d. at rokna heiladeyð fólk fyri deyð at vera, børn í 2 royndarglasi 0.s.v. Tað ræður um at vera fyrireikað, tí tøknfrødin verður óivað einaferð nytt soleiðis eisini í Føroyum, vænta sjúkrasystrarnar - Tað er ikki nóg mikið at siga, at hetta dámar mær ikki, og at hasum eri eg ímóti. Tað er neyðugt at kunna grundgeva fyri síni stødutakan. Soleidis hugsadu sjiikra- systramr í einum arbeiðs- bólki, sum kallaði inn til skeið um etikk, filosofi og menniskjafatan. Tær fingu Karen Strandby Thomsen, sum er fyristødukvinna á sjúkrasystraskúlanum í Ål- borg og haraftrat er limur í sjúkrargktar etiska ráðnum. Skeiðið varð hildin á há- skúlanum í Havn mikudag- in, hósdagin og fríggjadag- in. flegutøkniliga (gentekno- logiska) gongdin er, at menniskjuni meira og meira gera seg til harra yvir lívi og deyða, við at leingja lív og avbróta lív. Náttúran ræður ikki einsamøll. Vidhvørt kemur henda gongdin at stríða móti samvitskuni, ti etiskaog moralska. Avgerð- ir kunnu sosialt, løgfrødi- liga, menniskjaliga, fíggj- arliga og av gðrum orsøkum vera skilagóðar, men stríða móti onkrum gðrum. A skeiðinum varð við- gjørt hvønn tydning tøkni- frødiligi framvøksturin hevur á sjúkrargktina. I Danmark hevur nógv orð- askifti verið seinastu árini um slíkar spurningar, men tað orðaskiftið kom ov seint, heldur Karen Strand- by Thomsen. Orðaskiftið har byrjaði ikki, fyrr enn farið var til verka. Í Føroy- um eru vit enn ikki farin so langt, at eitt menniskja verður mett at vera deytt, tá heilin er deyður. Her gera vitikki royndir við børnum í royndarglasi, skifta ikki út hjørtu, nýru o.a. á fólki út, 0.s.v. Tad er alla æru vert, at sjúkrasystramar í Føroyum gera seg til reiðar til orða- skifti, ið byrjar fyrr ella seinni, sigur Karen Strand- by Thomsen. Tað er ikki av tilvild, at tað júst eru sjúkrasystrar, um taka henda spurningin fram, tí í sínum dagliga yrki taka tær avgerðir, sum hava við lívið at gera. Tær upp- liva javnan at koma í tví- stóðu í sínum gerningi. Karen Strandby Thom- sen hevur sjálv nógv ímóti, at læknavísindin fer so langt, at við lóg er loyvt at sløkkja lívið hjá einum menniskja, sum er heila- deytt, men annars hevur frískt líkam. MUGU SETA MARK - Tað merkir ikki, at eg seti meg ímóti tøknfrødiligum framvgkstri, — men vit noyðast at seta mark, heldur hon. Spurningar sum fostur- tøka vóru eisini havdir á lofti. Í Danmark er frí fosturtøka, meðan lógin í Føroyum er strangari. Sjón- armiðini hjá sjúkrasystr- unum vóru ymisk, men tær vóru samdar um, at tað altíð má vera dupultmoralskt. Vit hava boðið um ikki at taka lív, menniskjalívið er friðhalgað, og vit hava sjálvavgerðarrættin. Alt tað kann ikki uppfullast, tá fri fosturtøka er. Sama tá tosað verður um deyðshjálp. Har er kravið Áhugin millum sjúkra- systrarnar fyri at byrja orðaskifti er stórur um at fáa loyvi at doyggja virðiliga, men hinvegin kann lívið í summum fórum vera verri enn deyði. Sjúkrasystrar, sum vóru við á skeiðinum, lótu væl at, tí tær høvdu fingið nógv at hugsað um. Tær hava eisini hug at fara til onnur og út til almenningin við síni vitan, tí øll hava rætt og skyldu til at taka stóðu til slíkar Spurningar, siga tær. randi Bót fyri geyl úr torninum Nú tekjan á Vestur- kirkjuni í Havn verður umvæld, er byggipallur settur upp. Tað er hent fleiri ferðir, at ungfólk eru klovin upp á tornið og hava staðið har og geylað. Higartil hevur løg- reglan mest hugsað um at fáa hesi ungu heil nið- ur av torninum - ofta eru tey farin upp í fyllskapi, serliga í vikuskiftunum. Men nú er forstáilsið hjá løgregluni minkað. Tey, sum nú verða meldað fyri at standa uppi á tominum og geyla fáa bót fyri brot á politi- vidtøkurnar, sigur Suni Vinther, stødleidari í Havn. Leygarkvøldid varð boðað frá, at fýra ungir mans vóru við at gera herverk á Sjómans- heiminum í Runavík. Men áðrenn løgreglan kom hagar, vóru menn- inir farnir avstað í bili, fullir. Løgreglan fór út at leita og fann bilin við monnunum. Teir vórðu allir tiknir við í poli- úbilin, og har gjørdu teir rættiliga um seg. Tveir síðurútir vórðu spark- aðir úr. Teir fýra menninir, sum eru um 20 ára gamlir, eru úr Klaksvík, úr Fuglafirði og av Kambsdali. Koyra uttan koyrikort Í gjár kunngjørdi løg- reglan í Runavík dóm fyri einum manni. Hann fekk 60 daga fongsul fyri miðvíst at hava brouð lógin og koyrt uttan koyrikort. So hørd plagar revs- ingin ikki at vera. Tad vanliga er at fáa hefti í nakrar dagar. Løgreglan í Eystur- oynni sigur, at har eru fleiri man, sum hava mist koyrikortið, men halda fram við at koyra. Teir fáa nakrar dagar hefu í revsing fyri hvørja ferð. Tann, sum hevu mist koyrikortið, men heldur fram við at koyra, kann taka tað av nýggjum, tá tíðin, sum hann var dømdur at missa kortið er úu. Misbrotini við at koyra uttan koyrikort hava onga ávrikan á tað. randi Búskapur og roknskapur — uppgåvur Olav Absalonsen og Årant Olsen, handils- skulalærarar, hava gjørt uppgávubók til handilsskúlalærigrein- ina Búskapur og rokn- skapur. Bókin er ætlað bæði FHS og HMX út- búgvingini. Feroya Skúlabókagrunnur hevur givið bókina út. Hópur av uppgáv- um, ið taka stødi í før- oysku viðurskiftum eru í bókini. Uppgáv- urnar eru skipaðar í 19 kapitlar. T.d. Arsrokn- skapur, Kontolæra, At seta upp roknskap 0.s.fr. Í vallærigreinini Roknskapur í fram- haldsdeild fólkaskúl- ans er tilfarstrot. Nógvar av uppgávun- um í bókini Roknskap- ur og búskapur kunnu væl nýtast í hesi læri- grein. Búskapur og rokn- skapur kostar 140 krónur.