týsdagur 7. mai 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 84 — 7. mai 1991
>From a Jack
to a King...<
NSÍ vann fult uppiborið á Sumba sunnudagin
— sigurin átti bert at verið eini fýra mál stórri
Sumba-NSÍ 1-2 (0-2)
0-1 Djóni W. Joensen
0-2 Jack Jacobsen
1-2 Sjålvmål
Higartil i landskappingini
vóru tað serliga sumbing-
ar, ið høvdu bitið frá sær,
tá teir vunnu 3-1 á HB í
Gundadali herfyri.
Tað vóru tó einastu stig-
ini, liðið hevði fingið und-
an dystinum móti hinum
uppflytaraliðnum, NSI,
sunnudagin.
NSÍ hevði fingið stig í
báðum undanfarnu dyst-
unum, men tó uttan sensa-
tiónsúrslit.
Nú hittust so hesi bæði
liðini, sum so væl kendust
frá aðru deild seinastu tvey
árini.
Munur á liðunum
Rættiliga skjótt vísti tað
seg tó, at munurin á
nummar eitt og tvey í aðru
deild í fjør var vorðin enn
stórri, og í fyrra hálvleiki
hevði Sumba einans mál-
møguleika, ið var eitt til-
vildarligt skot á yvirliggj-
aran. ;
Tå hevdi NSI longu
fingið tvey mål, og var tað
einki ov nógv, verður
hugsað um spælbýti og
málkjansir.
Fyrra málið kom, tá
Fróði Jensen misti bóltin
inni í málteiginum, so
Djóni W. Joensen bert
skuldi seta hgvdið á hann
fyri at fáa hann í málið.
Tá eitt sindur meira var
útligið í fyrra hálvleiki,
hevði Gestur á Liknagøtu
ein opnan møguleika við
høvdinum, ið hevði skrúv-
andi kós móti málinum.
Men á strikuni stóð Jack
Jacobsen, og óivað í bestu
meining vildi hann hjálpa
bóltinum innum við tí úr-
sliti, at bólturin fór uppum.
Rættaði mistakið
Løtu seinni fingu vit tó
søguna >From a Jack to a
King«, tá sami Jack Jacob-
sen við ferð trekti seg
leysan í vinstru síðu og við
einum hørðum, spískum
skoti sendi bóltin í Sumbi-
armálið til 2-0.
Hetta gjørdist so eisini
hålvleiksstødan.
Tá annar hålvleikur byrj-
aði, fingu áskoðararnir í
eina løtu við sjón fyri søgn
at síggja, at sumbingar eru
„eitt mergjað fólkaslag<,
hóast teir eru fámentir.
Fyrsta korterið royndu
teir at pressa NSÍ aftur á
vøllin, og hetta eydnaðist
eisini partvíst, og mitt í
einum trunka var ein NSI-
ari so óheppin at skjóta
bóltin í egið mál, so sum-
bingar nú bert vóru eitt
mál frá ti eina stiginum.
Skuldi vunnið meira
Landsliðsmálverjin, Jens
Martin Knudsen, ið enn
ikki hevði havt nakað at
gera í dystinum varð tíkin
á skeiva beininum, og
hóast hann óivað hevði
gjørt eina roynd, um tað
var Norðurírland, sum NSÍ
spældi ímóti, fekk hann
einki gjørt við hetta málið.
Restina av dystinum átti
NSI, hóast sumbingar til
tíðir fingu gippa bóltin
B 71 vann
Síða 11
Jack Jacobsen hevur
trekt seg leysan av
sumbiarverjuni og
leggur NSÍ á odda 2-0.
Mynd: Hilmar Jan
langt fram á vøllin.
Fleiri sera væl gjøgnum-
spæld álop hevði NSÍ, og
einir tríggir ella fýra opnir
málkjansir vórðu brendir,
millum annað orsakað av
annadhvørt hálum vølli
ella ov vánaligum skóm, tí
í avgerandi løtunum end-
aði spælaramir á gump-
inum.
Men ikki bilti tað kanska
so nógv, ti sigurin varð
trygt koyrdur heim, hóast
hann átti at vera minst fýra
mål størri.
hj.
Tepur sigur
SÍ-B 71 1-2 (1-1)
1-0
1-1 Niklas Joensen
1-2 Eli Hentze
B 71 vann ein sera tepran
1-2 sigur, tå sandingarnir
vitjaðu í Vágunum.
Gestirnir undirmettu
skilliga SÍ, og bæði spæl
og stríðsvilji var hareftir;
men sørvingar vóru skill-
iga betri enn B 71 hevði
roknað við.
Tey bæði súgini kundu
eins væl farið til hetta
liðið sum hitt, tí báðir
partar misnýttu stórar
kjansir. Skil kom ikki á
B 71-spælid fyrrenn
Piotr Krakowskij kom
inn eftir hálvleikssteðgin,
og tað var eisini hann,
sum - saman við Bjarka
Mohr - legði upp til
sigursmálið tíðliga í
seinna hálvleiki.
ówh
0. deild:
NSÍ møtti ikki
— tapir dystin móti EB við 0-0
Hóast kappingarárið
framvegis er heilt ungt, so
er ikki ómeguligt, at NSÍ
longu hevur spælt seg úr
3. og niður í 4. deild. Ella
rættari sagt, at liðið verð-
ur flutt í 4. deild, tí teir
ikki hava spælt.
Hetta verður uttan iva
spurningur, vit venda aft-
ur til, men so vítt vit hava
skilt, so høvdu eiðismenn
givið boð til Runavíkar
um, at dysturin skuldi
spælast á Mølini leygar-
kveldið kl. 19. Bert ein
NSÍ-ari metti, og einki av-
boð var sent úr Runa-
víkini til Eiðis.
Sambært grein 32, stk.
3 í kappingarreglunum
fyri fótbólt, so tapir liðið,
ið ikki metir til dystin,
bæði stigini við málmun-
inum 0-0. Dómarin skal
boða kappingarnevndini
frá, og hon ger úrskurð í
málinum. Er talan um eitt
av seinastu fimm umfer-
unum, so sigur grein 37,
at liðið kann koyrast úr
kappingini.
NSÍ fekk annars góða
byrjan í 3. deild, tá teir
næstseinasta vikuskifti á
heimavelli vunnu 2-1 á
grannunum av Toftum.
B68 tapti eisini næsta
dystin. Hesa ferð móti
HB, sum á Svangaskarði
vann 3-1. Steinar Hansen
legði í 1. hálvleiki B68 á
odda, men eftir steðgin
snúði alt seg um HB. Tá
10 min. vóru leiktir, skor-
aði Sámal Erik Hentze
(Baggin) beinleiðis uppá
fríspark, miðskeiðis í hálv-
leikinum potaði Suni
Reinert eftir at Kjartan
Nesá hevði hálvbjargað
og stutt fyri leiklok stað-
festin Regin Joensen.
Suni Reinert varð feldur í
gjøgnumbroti. Kjartan
hålvbjargadi brotsspark-
inum frå Bjarna Mikkel-
sen, men Regin var fyrst-
ur til returin.
TB hevði eitt gott 3.
deildarlið, har fyrrv. 1.
deildarleikarar = stimbra
undir evnaríkar ungling-
ar. Í Gundadali vunnu teir
2-1 á B36. Bergur Magn-
ussen er framvegis plág-
aður av skaða, men hann
roynir í smáum at vera við
aftur. Hann legði havnar-
liðið á odda stutt inn í 2.
hálvleik. Bert tveir min.
seinni javnadi Jan Ole
Farstad og korter inni í
hálvleikinum skoraði
Hans Hammer til 2-1.
Grannauppgerðina i
hevuðsstaðnum millum
Fram og AB vunnu argja-
menn 1-0. Málið varð skot-
ið av Jan Miller i 1. hálv-
leiki. Tað er einki sum
bendir á, at Fram hevur
fótað sær og fer at blanda
seg í uppflytingarstríðið,
men kappingin er ung
enn.
Fuglfirðingar fóru av-
stað við ellum, tá teir vitj-
aðu Klaksvíkina. 2. deild
vann 3-0, og sunnudagin
vann 3. deild 4-0 eftir 3-0
hálvleiksleiðslu. IF liðið er
væl koyrandi í 3. deild og í
hvussu so er 3 ella 4 av
leikarunum banka á 2.
deildardyrnar, og tað ber
aftur í sær, at 2. deildar-
leikararnir krevja at gera
nakað við tað fyri at varð-
veita sessin.
Torfinn Nón legði fyri
við málskjótingini. Tað
bleiv 2-0, tá Sjúrður Elde-
vig royndi seg við skoti,
sum rakti á klaksvíksbein
og snýtti málverjan, og
fyri hálvleik ekti Ólavur
Ellingsgaard. Arkaluk
Absalonsen skoraði til 4-0
í 2. hálvleiki.
ÍF er altso væl koyr-
andi, tí næstseinasta viku-
skifti vunnu teir 2-1 á
heimavelli móti EB, sum
hevur verið millum frægu
liðini í 3. deild, tá teir ikki
hava verið í 2. deild.
(-nn-)