leygardagur 15. mars 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 52 - 15. mars 2003
Nr. 52 - 15. mars 2003
39
Fulltrúi
Starv sum fulltrúi á Fiskivinnustovuni verður hervið lýst leyst til setan skjótast
gjørligt.
Fiskivinnustovan er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
1) Hava um hendi umsitingina av fiskiídnaðarmálum
2) Hava um hendi umsitingina av fiskivinnuroyndum
3) Samskipa leiklutin hjá Fiskimálaráðnum í verkætlanum innan fiskivinnu-
gransking
4) Samstarv við leiðslu og aðrar fulltrúar í Fiskimálaráðnum um tvørgangandi
uppgávur innan fiskivinnumál
Førleikakrøv:
1) Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
2) Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum enskum máli
3) Vera til reiðar til at royna nýggjar avbjóðingar
4) Kunna virka til lítar og á ein tryggan hátt í einum umhvørvi, har mál til tíðir
hava nógvan skund
5) Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
6) Góð samstarvsevni
Grundleggjandi royndir innan virkisøkini er ein fyrimunur
Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar/deildir undir tí, um-
framt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.Tænastustaðurin í løtuni er Fiski-
vinnustovan.
Tann,ið settur verður,má kunna tola broytingar í virkisøkinum og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera
Fiskivinnustovni í hendi í seinasta lagi 4. apríl 2003 kl. 16.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaaráðið
att.: Fiskivinnustovan
Postsmoga 347
110 Tórshavn
Fyrispurningar starvinum viðvíkjandi kunnu setast Andras Kristiansen,
deildarstjóra á telefon 353030.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
Starvslesandi í London
og Brússel
(Stagiaire)
Søkt verður eftir lesandi til ávikavist sendistovu Føroya í Bretlandi (London) og
sendistovu Føroya í Evropasamveldinum (Brússel).Starvstíðin er frá september
2003 til februar 2004 ella fyri lestrarhálvárið.
Uppgávur
Tann starvslesandi verður partur av dagligu arbeiðsgongdini á avvarðandi
sendistovu, serliga við atliti at samskifti viðvíkjandi handli og fiskivinnu.
Førleikakrøv
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi føroyingur við hægri háskúla, sum í
minsta lagi hevur útbúgving á bachelor stigi.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna
arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.Umsøkjarar
eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.
Starvsstaðið
Starvsstaðið verður ávikavist Sendistova Føroya í Bretlandi, 55 Sloane Street,
London SW1X SR ella Sendistova Føroya í Evropasamveldinum,Rue d’Arlon 69,
B-1040 Brussels. Sendistovurnar eru skipanarliga samrunnin partar av
Løgmansskrivstovuni.
Setanartreytir
Størvini eru skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á
staðnum og er ólønt; men viðbót verður latin eftir nøktandi uppihald.
Møguleiki er at søkja um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Stuðul verður
veittur til bústaðarútreiðslur.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Herluf Sigvaldsson,
deildarstjóra í uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, tlf.351010, ella til John
Rajani, sendimann í London, tlf. +44 (0)20 7333 0227 ella til Hákun J. Djurhuus,
sendimann í Brússel, tlf + 32 (2) 233 08 55.
Umsóknir
Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli verða at senda
Løgmansskrivstovuni
Tinganesi
FO-100 Tórshavn
Telefax +298 35 10 15
t-postur: info@tinganes.fo
og skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. apríl
2003.
Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni. Hon fevnir millum annað um uttanríkistænastuna við
uttanríkisdeild og sendistovum í ávikavist Bretlandi,Danmark og Evropasamveldinum og situr fyri málum,ið eru løgd
til løgmann sambært stýrisskipan Føroya umframt uttanríkismálum.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Team missiónin í
Evangeliihúsinum
og Youth With a Missión v/ Sannu
Hammer luttaka
fríggjakvøldið kl. 20 í Café One Way á Tvøroyri.
Leygarkvøldið kl. 20 á ungdómsmøtinum í
Missiónshúsinum á Tvøroyri og í Café One Way
aftaná ungdómsmøti.
Sunnudagin kl. 11 og 18 luttaka tey á møtinum í
Sion í Vági.
Team missiónin í Evangeliihúsinum
og Youth with á missión
Bingjur til sølu
Vit hava nakrar 20 fóts bingjur til sølu.
Landshandilin
tlf. 311385
Aðalfundur
Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund á Hotel
Hafnia
í dag 15. mars kl. 14.00.
Skrá sambært lógini.
Nevndin
Frítíðaravloysarar
m/k
Posthúsið og Girostovan í Tórshavn
søkja við hesum eftir frítíðaravloysar-
um m/k til
•
Postútbering
- arbeiðið byrjar klokkan 06.00
•
Postskiljing
- vaktarskifti millum klokkan 04.00 og 22.00
•
Postkoyring
- vaktarskifti millum klokkan 05.30 og 21.00
- stóra koyrikortið er ein fyrimunur/treyt
•
Skrivstovuarbeiði
- vaktarskifti millum klokkan 08.00 og 19.00
Roknast kann við at arbeiðið verður í tíðini 1.
mai — 30. september. Talan kann eisini verða
um styttri tíðarskeið.
Postverkið ynskir av tær, at tú ert álítandi, ágrýtin,
stundislig/ur og positiv/ur.
Lønin verður eftir sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Føroya Postfelag.
Hevur hetta tín áhuga, so send skjótast gjørligt og
í seinasta lagi 5. apríl skrivliga umsókn við
møguligum prógvum/viðmælum til:
Postverk Føroya
Postboks 3009
110 Tórshavn
Gravimaskina til
sølu
Lítil gravimaskina (sokallaður eiturkoppur), Euro-
mach Super Jolly-1300,frá 1991 til sølu fyri hægsta,
hóskandi boð.
Verður seld í tí standi, hon er í nú. Kontant gjald.
Maskinan kann sýnast á Gróðurstøðini, Hvítanes-
vegi 3, Hoyvík.
Nærri upplýsingar fáast hjá Martini Petersen,
røktarleiðara, fartlf. 210944.
Skrivlig bóð skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 31. mars 2003.
Skógrøkt Landsins
Hvítanesvegur 3, Hoyvík · Postrúm 1174
110 Tórshavn · Telf. 310922 · telefaks 310944
teldupostur: skogroktin@skogroktin.fo
C
M
Y
K
39
38