Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 tíðindablaðið Nr. 86 — 10. maí 1991 Borgarakriggj | Jugoslavia jugoslaviski hevur herfólk í Kroatia. Mótmælisfólkini gjørdu seg inn á stríðstyrlum og strísvognar og ein jugo- Pad verður meira og meira greitt at talan longu er um veruligt borgarakríggj í Jugoslavia. Í vikuni vóru samanbrestir millum serb- or 1 | g kroatar og 16 kroat- ir oO iskir politimenn lógu ettirá Stórar mótmælisgongur hava verið í landspartin- um Kroatia, sum ynskir sjálvstýri frá Jugoslavia. Í vikuni kringsettu mót- mælisfólk eina hernaðar- legu fyri at mótmæla, at herurin slaviskur hermaður læt lív. Tað hevur ikki eydnast sivilu stjórnini í Jugo- slavia at fáa serbar og kroatar at binda frið, og tí endar tað helst við, at her- urin skjótt fer at leggja uppí stríðið millum etn- isku bólkarnar í landinum. Jeltsin vann Sigu Forsætisráðharrin í tí sterstu vjettisku repu- blikkini Ruslandi, Boris Jeltsin vikuni ein stóran sigur, tá hann fekk Gorbatjor ganga vid til, at Rusland sjålvt skal hava avgerdarrættin yvir teimum mongu kolanám- unum og sostatt verður tað uppgávan hjá Jeltsin og ikki Gorbatjov at av- gera lagnuna hjá verkfals- fólkunum, sum hava verið í verkfalli fleiri vikur. Sambært eini ætlan hjá Jeltsin skulu kolanåmini gerast figgjarliga óheft og skulu sjålv råda yvir um- leið 80% av ti fremmanda gjaldoyranum, sum fæst fyri utflutt kol. Hetta skal so eggja leiðslunum í námunum til at ra neyðugar ílegur í rati. alisering og effek- tivi: ..ing E:- annar partur av av- talurn.i millum Jeltsin og Go-hatjov er, at Rusland nú skal hava sína egnu trygdartænastu. Í vikuni hevði tjov vitjan av tí kenda fjølmidlaeigaranum Ro- bert Murdoch, sum eftir- lýsti reformum í Sovjet- samveldinum. Gorbatjov segði honum, at vestur- heimurin eigur at vita, at leiðslan í Kreml er sinnað til at fremja broytingar. Tað er av stórum týdn- ingi, at fjelmiðlarnir í vesturheiminum ikki mis- skilja og mistulka tað, sum er við at henda í Sov- jetsamveldinum í letuni, segði Gorbatjov við tann australska ríkmannin, sum eigur fleiri sjónvarps- stødir og blød kring allan heimin. Gorbatjov segði eisini, at tað ræður um ikki at leypa framav. Hann vísti á, at verður alt tað, sum er vunnið, meðan Bush hev- ur sitið sum forseti í USA, at detta niðurfyri, so er vandi fyri einum nýggjum keldum kríggi. Gorba- Hermegin í Jugoslavia Stødan í Jugoslavia versn- ar fyri hvenn tíma. Blóð- ugu samanbrestirnir mill- um tveir av teimum etn- isku bólkunum serbar og kroatar og hermegina hava fingið herleiðsluna at ávara sivilu leiðararnar. Versnar steðan, fer her- megin rætt og slætt at taka valdið og lýsa tað undantakssteðu Vandi er fyri borgara- kríggi og tað eru tey, sum siga, at borgarakríggj longu er í landinum Landsins ovasta leiðsla, sum fevnir um teir ymsu etnisku bólkarnar, hevur hesar seinastu dagarnar havt fund tó uttan at finna nakra loysn á krepp- uni. Talan er um at varð- veita Jugoslavia sum tjóð ella at loyva pertum av landinum at taka sjálv- stýri. Hermegin hevur givið forsetaráðnum greið boð, antin loysir tað ósemjuna millum kroatar og serbar, ella leggur herurin uppí Tað eru seks landspart ar í Jugoslavia og tað er tann eini av teimum, Kroatia, sum ynskir at taka seg úr lýðveldinum. Men hesum er serbiski minnilutin í Kroatia ímóti. Hann ynskir framvegis at Kroatia skal vera partur av Jugoslavia. Hermegin, sum nú hótt- ir við at taka valdið í egn- ar hendur, verður stýrd av serbum og gomlum kommunistum. Teir eru í- móti royndunum hjá eitt nú Kroatia, sum verður stýrt av ikki-kommunist um, at loysa frá Jugo- slavia. hóttir við at taka valdið TTA N EFTIR Jan Miller skrivar Gøtubardagar í Washington — onøgd við løgregluna økist Ikki hava verið so ålvarsamir síðani i 60-unum getubardagar í ameri- kanska hevuðsstaðnum Washington, sum júst í hesum degum. Tilsamans 13 løgreglu- fólk vórðu særd undir samanbrestunum. Tað eru serliga fólk av latínameri- konskum uppruna, sum gjørdu bart. Tey gjørdu seg inn å handlar, bilar og annars alt, sum fyri teim- um var. Løgreglustjørin i Washington sigur, at getubardagarnir hava næstan verið líka ringir sum í 1969, tá Martin Luther King varð myrdur. Hann sigur, at fólk vóru heilt frá sær sjálvum. Tað var ikki talan um skip- aðan harðskap, men fólk, ung sum gomul, gjerdu seg inn á alt og øll. Gøtubardagarnir byrj- adu sunnunåttina, tå ein ungur latínamerikanari varð skotin og illa særdur av einum legreglumanni. maðurin hevði drukkið á einum almennum plássi og hetta er ikki loyvt. Tá hann ikki vildi lata log- regluna taka seg, varð hann skotin. Legreglan sigur, at maðurin fyrst særdi ein kvinnuligan politist við knívi, og at skotið varð í sjálvverju. Býurin er lýstur í undantaksstødu, men myndugleikarnir hava tó ikki viljað farið fram við harðskapi fyri ikki at gera steðuna enn verri. Roynt hevur verið at tosað við teir lokalu leiðararnar fyri at vita, hvat kann gerast. Getubardagarnir = eru annars avleiðing av tí spentu steðuni millum latínamerikanararnar og tey svertu og so legregl- una. Í USA bera tey nú ótta fyri, at ófriðurin í Wash- ington skal breiða seg til aðrar býir í summar. Tey ungu eru uttan arbeiði, og tað er vaksandi misálit á politiið. Eisini vísa hagtøl- ini at harðskapur og nar- kotika hoyra við til getu- bardagarnar. Myndug- leikarnir útiloka ikki, at tann herviligi ófriðurin, sum leikaði á um alt USA seinast í 60-unum, nú kann fara at endurtaka seg. Tydandi irakiskur leiðari: Saddam Hussein jørt åvis mistøk Irakiski varaforsætisråd- harrin og ein av teimum mest týðandi irakisku samráðingarmonnunum undan Flógvakrígnum, Tariq Aziz, sigur við amerikanska blaðið Wash- ington Post, at irakiski leiðarin Saddam Hussein hevur gjert ávís mistek, men at orsekin til hetta er, at hann hevur verið einsa- mallur við valdið so leingi. Hann sigur eisini, at Irak er í ferð við at gera eina nýggja grundlóg, sum skal tryggja fræls val til eitt lóggevandi ting, har allir limir kunnu vera við. Hann heldur annars, at Saddam Hussein fram- vegis er so væl dámdur, at hann uttan iva fer at vinna eitt komandi val. Har er rætt og slætt eing- in annar til at avloysa Saddam Hussein í letuni, sigur Aziz við blaðið. Hann sigur víðari, at ætlanin er heilt av avtaka kollveltingarráðið og Baathflokkin fyri harvið at geva demokratunum betri umstødur í landin- um. Ætlanin er eisini at forsetin í mesta lagi kann veljast at sita í sjey ár. Saddam Hussein er vald- ur at sita sum landsins forseti í óavmarkaða tíð. Hetta skal broytast, sigur Aziz. Hann vísir eisini á, at teir umleið 3,5 mill. kurd- arnir skulu fáa sjálvstýri. Irak hevur annars heitt á ST og teir sameindu um at fáa loyvi at framleiða olju aftur og at útseta krígsendurgjaldið, = sum avtalað í vápnahvíldar- avtaluni. Irakar siga, at neyðugt er at brúka nógv- an pening til at byggja landið uppaftur.