Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mai 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 87 — 11. mai 1991 F.W. Kattrup fyritøkan seld Hóast Kattrup bert er til fyri fóroyingar, so verður framvegis møguleiki at "ringja til Veru,“ men um nýggja rúsdrekkalógin verður samtykt, verður rúsdrekkahandilin latin aftur At ringja ella skriva til Veru, er nú søga, men enn ber til at bíleggja brenni- vín frá Kattrup. F.W. Kattrup, brennivíns- sølan varð seld 1. april. Nýggi eigarin er Vin- gaarden A/S í Odense, sum De Forenede Brygge- rier - Carlsberg og Tuborg eigur. Tað er ikki upplýst, hvussu nógv Vingaarden A/S keypti Kattrup fyri. Tað var Frits, maður Veru Kattrup, sum í 1948 gjørdi eitt framstig á før- oyska brennivínsmarknað- inum. Tá kallaðist fyri- tøkan Fich & Kattrup, men í 1952 fór F.W. Kattrup úr felagnum og stovnadi egnu fyritøku, vid ti fyri eyga - bert at selja rúsandi løg til Føroya. Selt til føroyingar i 30 år Niels Kattrup, stjóri, sum nú hevur selt Kattrup, er sonur Veru og Frits Katt- rup, og hann hevur rikið fyritøkuna í sløk 30 ár. Niels Kattrup sigur við Sosialin, at hann nú er 48 ára gamal, og hevur hug at royna okkurt annað. Kattrup fyritøkan er bert ein undirdeild av einum stórum felag, sum eitur James Polack A/S. Hetta er fyrtøka ið selur hospital- útgerð og fotoútgerð, um- framt at eitt felag aftrat, sum rekur húsakeyp og sølu. Er tað orsakað av nýggu rúsdrekkalógini, at Katt- rup fyritókan nú varð seld? - Nei, als ikki. Vit vistu ikki um uppskotið til nýggju rúsdrekkalógina. Sølan fór fram 1. april, og mær vitandi var lógar- uppskotid ikki komid å tingborð. Gott samband Niels Kattrup sigur at fyritøkan seldi fyri 22 mió. krónur í fjør. Hvussu verður við Katt- rup, um nýggja rúsdrekka- lógin verður samtykt? - So fellur grundarlagið burtur. Møguliga eru før- oyingar áhugaðir fyri at fáa samband við innflut- ningsfelag í Danmark, og tá er Vingaarden A/S í Odense eisini ein møgu- leiki framyvir, sigur Niels Kattrupat enda. Nýggi Kattrup maðurin í Føroyum er Arne Thomle, stjóri í Kattrup, sum ar- beiðir fyri Vingaarden A/S. Hann er i løtuni staddur i Føroyum. Arne Thomle: - Eg havi ongantid ådur vitjad i Før- oyum, so hetta er ein kunningarferð, og fyri at hitta viðskiftafólk okkara. Hverjar ætlanir hava tit vid Kattrup brennivinssøl- uni, um nýggja rúsdrekka- uppskotið verður samtikt? - Um so verður, ber ikki til at halda fram við Kattrup í núverandi byg- naði. Hon er bert ætlað til føroyska marknaðin. Bjóða føroyingum vin - Vit kundu sjålvandi hugsa okkum aðra skipan, um so er at lógin verður broytt, og tá er Vingaarden A/S í Odense ein møgul- igur samstarvspartnari. Uppá fyrispurning, hví henda søla kom í lag júst nú, sigur Arne Thomle, at teir fingu eitt tilboð, sum teir tóku av. Hann sigur annars, at teir í løtuni arbeiða við at gera nýggjan prislista til før- oyingar. - Eitt nú havi eg skilt, at føroyingar ikki bíleggja sær so nógv vín frá Katt- rup, og tí fara vit at víðka um tænastuna til Føroya við t.d. at bjóða føroying- um at keypa vín. Dagny Arne Thomle, nýggi stjórin á F. W. Kattrup, sum í løtuni er í Føroyum, her hann kunnar seg við føroysk viður skifti og tosar við viðskiftafólk. Um nýggja rúsdrekkauppskotið verður samtykt á tingi, verður neyðugt at broyta bygnaðin í gomlu rúsdrekkafyritókuni, sum higartil bert hevur virka sum postordrasøla fyri føroyingum Niels Kattrup, fyrrverandi stjóri á mynd, sum stóð í blaðnum "Magn" í 1977. Hann sigur við Sosialin, at hann nú ætlar sær undir annað arbeiði, eftir at hava røkt handilssambandið vid Føroyar í sløk 30 år.