leygardagur 11. mai 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
tiðindablaðið
Nr. 87 — 11. mai 1991
Øl trý sjúkrahúsini
Skulu virka sum eitt
-Politiskt eigur at verða strongt á, at fáa okkara trý sjúkrahús
at virka sum eina funktionella eind, sum í staðin fyri eina niður-
brótandi rivalisering, fáast til at samstarva, segði Jóannes
Eidesgaard í rødu síni á landsfundi Javnadarfloksins.
Sum landsstyrismadur
floksins umsitur Jóannes
Eidesgaard málsekini:
1) almannamál
2) heilsumál
3) arbeiðaramál
Hann greiddi frá, hvat
ið er hent innan målsøkini,
síðani landsstýrið tók við
15. januar í ár. Harafturat
greiddi hann frá, hverjar
ætlanir um ábetur og ný-
hugsan liggja fyri framm-
an.
Almannamál:
Sum tað so týðuliga var
sagt á floksleiðslufundin-
um á tinghúsloftinum í
Januar, so vóru almanna-
mál ovarlaga á ynskilist-
anum yvir málseki, sum
javnaðarflokkurin = vildi
umsita. Tað, at málsekið
er sera Stort, setur stór
krev, og fegnist eg um, at
hesin landsfundur eisini
kann bera boð um, hvat
liggur frammarlaga í hug-
anum hjá javnaðarfólki
hesum málseki viðvíkj-
andi.
Nýggj lóg um bjálving-
arstuðulslán til pensjón-
istar er samtykt. Lógin
førir í høvudsheitum við
sær, at lógin um bjálving-
arstuðulslán broytist frá
at vera ein sosiallóggáva
til at vera ein almenn.
t.v.s. generell lóg til tess
at fremja bjålvingartiltøk
við einum sosialpolitisk
um dámi.
Aður var tað ein treyt
fyri at fáa stuðulslán, at
umsekjarin ikki skuldi
hava ov stóra ogn ella inn
teku. Nú er einasta treyt
in, at eigarin av húsinum
er pensjonistur
nannastovar í imsitur
Framyvir
grunnurin.
Eg umsiti eisini Húsa-
lánsgrunnin og har er vert
at nevna, at nýggj lóg um
grunnin var samtykt í
vár. Hevuðsbroytingin í
nýggju lógini er, at
sterstu lánsupphæddirnar
verða veittar til hús undir
105 m' (450.000 kr.).
Hetta verður gjørt fyri at
fáa fólk at byggja smærri
hús, og tí fíggjar grunnur-
in sterri part av kostn-
aðinum. Í kjalarverrinum
kemur kunngerð, ið miðar
ímóti, at lánini frá Húsa-
lánsgrunninum (ella part-
ur av teimum) kunnu
verða útgoldin, áðrenn
húsini eru liðug sum nú er,
so rentuútreiðslurnar av
byggikredittinum ikki
verða óneyðuga høgar.
Ongantíð fyrr er íbúða-
byggingin vorðin so neyð-
ug sum nú, tí nógv av
teimum, sum komin eru
hartil at seta føtur undir
egið borð, hava orsakað av
stødugt minkandi
inntøkumøguleikum ikki
meguleika og orku at fara
undir egin hús. Haraftur-
at mugu vit eisini ásanna,
at fleiri og fleiri ikki long-
ur megna at sita í egnum
húsum, og tí hevði tað ver-
ið ynskiligt at havt eitt
ávíst tilboð av bíligum
íbúðum til leigu ella selu.
Fyrst í juni mánaði
verður fundur í donsk
føroysku nevndini í al-
mannamålum, sum ma.
hevur sum setning at fyri-
reika lógarbroytingar til
danskar almannalógir
galdandi í Feroyum. Tað
sum m.a. verður viðgjert á
Indi, eru ætlanir-
nar Im It Seta á sto“ n
eina kærunevnd í al
innamalurn SUM er
landsstýrismaðurin einsa-
mallur um at taka stødu
til tær mongu kærurnar.
Við hesi ætlan verður mið-
að ímóti einari effektivari
og rættvísari viðgerð av
kærumálum.
Nógv bendir á, at fólk
flest eru á einum máli um,
at Almannastovan sum
sentralur stovnur er ikki
førur fyri at veita fólki úti
um landið tað tænastu-
steðið, sum ynskiligt
hevði verið. Í letuni verð-
ur ein steðutakan fyri-
reika til, hvussu vit best
leggja tænastuveitingar-
nar (serliga vegleiðing og
ráðgeving) út um landið.
Her má sjálvsagt steða
verða tikin til, um fleiri
deildir av Almannastov-
uni skulu setast á stovn í
samráð við kommunur-
nar, ella at kommunurnar
og kommunal samtek
skulu átaka sær hesa
sosialpolitisku uppgávu.
Eisini er vert at nevna,
at nevnd var sett í 1989 at
kanna almannalóggávuna
í síni heild. Hetta arbeiðið
er komið nakað åvegis;
men av tí at formaðurin
hevur sagt seg frá vegna
aldur, at ein nevndarlimur
er deyður, og nakrir løg-
tingsmenn í nevndini eru
farnir frá, er neyðugt at
endurnýggja nevndar-
manningina, so arbeiðið
kann halda fram.
Av projektum innan al-
mannamál, sum byrjað
eru ella sum fyrireikað
verða, er vert at nevna:
Ellis- og rektarheim í
Suðuroynni í gerð
Vardar íbúðir í Havn í
gerð
Dagheim á Berjabrekku
projekterir
oynni ætlan
Umlættingarheim og bú-
stovnur í Suðri ætlan
Rektarheim/umlættingar-
heim í N. Strm. ætlan
At enda innan almanna-
mál er vert at nevna, at
seinast í hesum mánaði
verður ein norðurlendsk
ráðstevna í Føroyum, sum
NFPU (Nordisk Forening
for Pyskisk Udviklings-
hæmmede) skipar fyri.
Umleið 7-800 gestir verða
við á ráðstevnuni.
Heilsumál
Stóru sparingarnar, sum
framdar eru innan heilsu-
verkið og serliga innan
sjúkrahúsini, hava sett
ómetaliga stór krev til
umframt sjúklingar eisini
starvsfólk og leiðslur.
Men samanumtikið eru
sparingarar framdar; men
hevur hetta broytt inni-
haldið av sjúkrahúsfunk-
tiónini soleiðis at skilja, at
rektarfunktiónirnar á
sjúkrahúsinum eru fluttar
út á ta primeru heilsutæn-
astuna (kommunulæknar,
heilsu- og heimasjúkra-
systrar og heimahjálp).
Sjúklingar verða fyrr út-
skrivaðir.
Men alt hetta er hent
uttan at tað frá politiskari
síðu eru tikin stig til at
menna hesa tænastu,
hóast tað ivaleyst hevur
staðið í mongum sam-
gonguskjali.
Tí eigur miðvíst at vera
arbeitt fram ímóti eini
fíggjarligari menning av
primera heilsuverkinum
umframt at strembað eig-
ur at verða fram ímóti. at
henda primera heilsutæn-
asta verður samskipað til
&
starvsfólkið innan ekið.
Av mongum, kanska ser-
liga politikarum, verður
hetta mett sum — um ikki
Ogjørligt — so tað, sum
minnir um tað. Men per-
sónliga meti eg — vónandi
ikki orsakað av stórum
naiviteti — at her eru
meguleikar.
Eg havi í øårum saman-
hangi sagt, at henda spari-
tíð á mangan hátt hevur
fingið foroyingin at hugsa
meira rationelt, og at vit
eru meira opin fyri broyt-
ingum, og tað eiga vit at
gera heildini at gagni.
Tað liggur í tíðarinnar
ond, at ikki er figgjarlig
orka til stórar útbygging-
ar av sjúkrahúsinum. Tó
liggur fast, at útbygging-
ir av Suðuroyar Sjúkra-
húsi skal halda fram.
Ætlaða útbyggingin av
Landssjúkrahúsinum fyri
einastaðni millum 200 og
300 mió. kr. er ikki realist-
isk í løtuni: hóast tørvurin
er har.
Flaggdagin settust tó
eini 15 fólk umboðandi
leiðslu og starvsbólka-
leiðslu á Landssjúkrahús-
inum, fyri at leita eftir
eðrum meguleikum fyri
flytingum, umbyggingum
og evt. nýbyggingum inn-
an verandi karm, soleiðis
at tann neyðugi útgerðar-
tervurin = skjótt kann
verða nektaður.
Steðan á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi í dag er so
mikið góð, at her verður
hildið forsvarligt at
steðga eitt sindur á.
Politiskt eigur at verða
strongt á at fáa okkara trý
sjúkrahús at virka sum
eina funktionella eind.
sum í staðin fyri eina
niðurbrótandi rivaliser-
ing, fáast til at samstarva.
Nýggjur sjúkrasystra-
skúli verður heldur ikki
bygdur fyri einar 30 mió.
kr., sum ætlað. Skúlin er
nú fluttur inn í eina hædd
á Lirargardi, sum gjørdist
Landsfundur '91
Javnaðarflokkurin
skilagott at halda fram
við at flyta búfólkið út í
nærumhvervið, soleiðis
gerast meguleikar fyri
ektum útbúgvingarmegu-
leikum á Eirargarði.
Arbeitt verður í letuni
við at leggja uppskot
fram, soleiðis at tilboðið
um fría tannarøkt (nú 7-16
år) verður okt til at galda
fyri børn frå 0 til 16 år.
Hetta verður ikki hildið at
ekja munandi um útreiðsl-
urnar, tí arbeiðsbyrðin
minkar sum frálíður.
Arbeiðaramál
Størsta hóttanin móti
Feroyum í dag er vaks-
andi arbeiðsloysið. Í mín-
ari verð kann Spurningur-
in politiskt sæd bytast i
tviningar. Fyrri er,
hvussu vit við arbeiðs-
skapandi tiltøkum minka
um arbeiðsloysið. Hin er,
hvussu vit best tryggja
tey, sum ikki koma í vinnu
aftur.
Hóast = royndir eru
gjørdar, so má ásannast.
at foroyskir politikarar og
eisini fakfelagsfólk á
mangan hátt hava sett
kikaran fyri blinda eygað
og sagt sum so, at arbeiðs-
loysið er trupulleikin, sum
Dert granr
1) mp, h
ar Okkara hava
3