Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 88 — 14. mai 1991 | Undantaksloyvi er givið til at tikið verður í móti endanum hjá Teistanum so hann kann rókja suðuroyarsiglingina. Arheiðsgevarar Arbeiðsgevarafelag Mikukvøldid góðtóku ar- beidarafeløgini eitt sem- ingsuppskot, sum gav teimum 45 oyru aftrat um tíman. Kortini við fyri- varni at hetta seinri varð góðtikið av limafelggun- um. Hetta uppskot vrakaðu arbeiðsgevararnir. Mánamorgunin góðtóku arbeiðsgevararnir, at lata arbeiðarafelggunum 55 oyru meira um tíman. Men hesum tilboði vrakaðu ar- beidarafeløgini, og løtu seinri vrakaðu báðir partar eina 62 oyru stóra lønar- hækking. Vit spurdu Ingeborg Vinther hví tey vrakaðu tey 55 oyruni tá tey kundu góðtaka tey 45. Hon sigur, at eftir at arbeiðsgavararnir høvdu beint tey út í verkbann er stødan nýggj og ein heilt onnur. -Nú vildu vit byrjað av nýggjum aftur. Tað góðu vit eisini semingsmann- inum greið boð um. Haraftrat vita vit, at fleiri arbeiðsgevarar eru rúkandi ósamdir við sína egnu samrådingarnevnd, og hava boðið arbeiðsfólki okkara upprunaliga ynski uppá 2,50 krónur oman á timalønina. Talan er um einar tjúgu arbeiðsgevarar, harav nakrir stórir. Hetta sigur okkum so mikið, at teir hava ráð til tað, sigur forkvinnan í Føroya Ar- beiðarafelag. Gevið okkum nøvnini! Oddfridur Gregersen, formadur i Føroya Ar- beidsgevarafelag sigur seg einki kenna til, at limir teirra bjóða arnbeiðsfólki meira løn enn gamli sátt- málin, sum nú er farin úr gildi, sigur. -Hetta er ein pástandur, sum arbeiðarafelggini koma við, og má tað tí standa fyri teirra egnu rokning, sigur hann, og leggur aftrat, at teir hava biðið um at fáa ngvnini á teimum arbeiðsgevarum, sum bjóða meira i løn, men tað vilja arbeiðs- feløgini ikki geva teimum. Oddfríður Gregersen legg- ur annars aftrat, at teir hava gjørt sítt til at arbeiðsósemjan verður loysn, men enn uttan úrslit. Undantsaksloyvini tikin aftur Síðani partarnir fóru frá hvørjum ødrum miku- kvøldid hava nakrir limir í arbeidarafeløgunum verid til arbeidis sambært undan- taksloyvi. I teimum førum hava tey fingið 2,50 krónur aftrat gomlu tímalgnini. Men nú eru flest gll av hesum undantaksloyvum tikin aftur. Hvussu verður við teimum báðum monn- unum, sum hava fingið loyvi til at taka ímóti endanum frá Teistanum er enn ikki avgjørt So fyribils kann Teistin sigla eftir ferðaætlanini,- hóast arbeiðssteðg. Osemjan merkist Arbeiðsósemjan fer nú at merkjast. Vøra kemur eingin upp á land, og tí kann roknast við, at ávís vørusløg í handlunum fara at ganga undan. Bygdaleiðir steðgaðu koyringini flestu staðni í gjár, men Strandfaraskipini bjóða hægri løn -siga arbeidarafeløgini. Tað kenna vit einki til, sigur Føroya og flogferðslan eru enn ikki rakt av arbeiðs- ósemjuni. Sjúkrahúsini, skúlarnir og barnagarðar- nir verða ikki vaskaðir. Arbeiðsgevararnir fund Klokkan trý í gjár boð- aðu Føroya- og Havnar Arbeiðsgevarafelggini lim- um sínum til fundar. Undan fundinum segði Oddfríður Gregersen, at hetta var fyri at kunna limirnar um støduna eins og at fáa at vita, hvat teir halda. Spurdur um hann hevur fingið kaldar fótur eftir at tað er komið fram, at arbeiðsgevarar bjóða hægri løn enn felagið kann góðtaka sigur Oddfríður Gregersen, at fyri sær er bert talan um huldusøgur. Og teimum eri eg vorðin ov gamal at trúgva uppá. tór.- -og tí er heilt meiningsleyst hjá okkum at halda fram við semingsroyndum, sigur Bjørn á Heygum, semingsmaður Arbeiðssteðgurin heldur fram, og eingi tekin eru um at partarnir nærkast hvørjum øðrum so mikið, at nýggjur fundur verður avtalaður. Um vikuskifti royndi semingsstovnurin seg aft- ur. Tvey semingsuppskot vórðu løgd fyri partarnar. Hitt fyrra bar í sær eina lønarhækking uppá 55 oyru um tíman. Hetta upp- skotið góðtóku arbeiðs- gevararnir, men arbeiðara- feløgini vrakaðu tað. Seinra semingsuppskotið, sum bar i sær, at timalønin hækkar við 62 oyrum, vrakaðu báðir partar. -Vit hava tí lagt frá okkum fyribils og royna ikki við fleiri semings- uppskotum, sigur ein av- gjørdur Bjørn á Heygum, semingsmadur. Hann legg- ur aftrat, at skulu møgu- leikar vera fyri semju, må eisini ein vilji frå pørtu- num vera til stadar. Og tad er hann ikki og ti er heilt meiningsleyst hjå okkum at halda fram, sigur sem- ingsmåaurin. Neyvan uratkvøda Sambært lógini, sum semingsstovnurin virkar eftir, hevur semingsstovn- urin møguleiki fyri at fáa eitt semingsuppskot út ul uratkvødu. Avgerðin fyri eina tílíka uratkvgðu er bindandi. Bjørn á Heygum heldur kortini ikki, at or- sek er enn ul at nýta hend- an møguelika. Ein tilikur møguleiki kann verda royndur um semingsstovn- urin er av ti fatan, at nevndin fyri annadhvørt arbeidsgevarar ella fak- feløg ikki hevur limirnar aftan fyri seg. -Í gjár vrakaðu fakfeløg- ini bæði semingsuppskot- ini, men tað er einki sum sigur okkum, at tey ikki hava allar sínar limir aftan fyri seg. Arbeiðsgevararnir góðtóku tað fyrra, men vrakaðu tað seinra. Tað hevur ljóða, at full semja er ikki millum arbeiðs- gevarar, men hesum hava vit kortini einki prógv fyri, sigur semingsmaðurin. Hann leggur annars aftrat, at reglan um ur- atkvgðu kemur neyvan upp á tal uttan so, at arbeiðssteðgurin verður rættiliga drúgvur. tór.- Bjørn á Heygum, semingsmaður er nú fyribils givin við sínum semingsroyndum