mikudagur 15. mai 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 89 — 15. mai 1991
Smyrlarutan freist til kl. 14.00 í dag:
Eingin Sigling
uttan bankatrygd
Trygdin, sum landsstýrið hevur fingið frá Århus-Tønsberg Line,
er ikki nóg góð til at lata Smyril fara í sigling millum Danmark
og Noreg, sigur Svend Aage Ellefsen, landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin í
samferðslumálum, Svend
Aage Ellefsen er ikki
nøgdur við ta trygd hann
hevur fingið frá Árhus-
Tønsberg Line. Sambært
sáttmálan skuldi lands-
stýrið hava eina banka-
trygd, men tað hevur
landsstýrið ikki fingið.
Í staðin fekk landsstýrið
eina trygd í transporti í
fastari ogn.
-Skuldi landsstýrið
kunna góðtikið hesa sum
nóg góða, kundi ein banki
eisini gjørt tað, og so var
trygdin mótvegis okkum í
lagi. Hesum bíða vit eftir,
og hevur Århus-Tønsberg
Line ti fingid freist til
klokkan tvey i dag at koma
vid eini bankatrygd, sigur
Svend Aage Ellefsen.
Eigur at fåa fylgjur
Vid Dag og Viku friggja-
kvøldid segði landsstyris-
maðurin, at maðurin, sum
vegna Strandferðsluna
hevur avgreitt sáttmálan,
hevur ikki borið seg beint
at, og at hetta eigur at fáa
fylgjur fyri mannin.
Hesum stendur Svend
Aage Ellefsen enn við.
Hann sigur, at trygdin átti
at verið sett áðrenn Smyril
nakrantíð fór í dokk í
samband við nýggju rutu-
na. Hetta var eisini eitt
krav frá landsstýrinum,
sum kravdi, at sáttmálin
millum Strandferðsluna og
útlendska felagið skuldi
undirskrivast við lands-
Stýrisins fyrivarni.
Men hetta var av ongum.
Tá umboðsmaðurin fyri
Strandferðsluna undir-
skrivaði sáttmálan 20.
februar var hetta fyrivarni
ikki við, sigur Svend Aage
Ellefsen sum heldur, at
hetta er eitt so grovt
embætisbrot, at tað eigur
at fáa fylgjur. Landsstýris-
maðurin hevur enn ikki
kannað hvussu maðurin er
settur í starv og hann veit
tí ikki enn hvør skal siga
honum upp. Men uppsigast
skal hann, leggur lands-
stýrismaðuri aftrat.
Svend Aage Ellefsen
sigur seg vóna, at lands-
stýrið fær tað neyðugu
bankatrygdina so Smyril
sleppur í ætlaðu siglingina
millum Aarhus í Danmark
og Tønsberg í Noregi.
tór.-
Bjørn Andreassen, stjóri á Arhus-Tønsberg Line:
Landsstýrið kann
ikki fáa betri trygd
-Gjøgnum sakførara mín veiti eg landsstýrinum
1,3 milliónir í trygd hóast kravið ikki er meira
enn 761.000 krónur. Betri trygd kann landsstýr-
ið ikki fáa, sigur stjórin
Vit spurdu stjóran á Ár-
hus-Tønsberg Line, Bjørn
Andreassen hvi hann ikki
kann lata landsstyrinum
eina bankatrygd, sum
landsstyrid hevur kravt.
-Trygdin, eg havid latid
landsstyrinum kann ikki
vera betri enn hon er. Eg
havi selt eina ogn, sum er
figgjad gjøgnum EPA-
finans i Århus. Pengarnar
fáa eg út um einar fjúrtan
dagar, og havi eg ti
gjøgnum sakførara mín
veitt landsstyrinum 1,3
milliónir i trygd í hesi
sólu. Hetta hóast lands-
stýrið bert hevur kravt
761.000 krónur. Orsøkin
ul, at trygdin ikki er veitt
gjøgnum banka er, at eg,
sum ein vanligur lítil
madur, ikki kann fåa
Tønsberg-Århus. Ferða-
sedilin kostar um
summarið 245 krónur.
Bilur við seks fólkum
kostar 900 krónur. Uttan
fyri sjålva summartidina
eru prisirnir åvikavist
185 og 680 krónur
banka at góðtaka meg. Tað
tykist, sum bankarnir
krevja, at ein skal vera
snýstur úr næsunum á
einum miljóningi, um ein
skal ein í holt við eitt tílíkt
tiltak sum hetta, sigur
Bjørn Andreassen.
Bankarnir óviljaðir
Bjørn Andreassen sigur
seg hava ringar royndir av
bankunum. Sum dómi
nevnir hann, at hann her-
fyri seldi eina ogn fyri
500.000 krónur. Hann setti
pengarnar í Juni-Banken
fyri at nýta til Smyrla-
rutuna.
Síðani bað hann sama
banka lata sær 50.000
krónur í bankatrygd mót-
vegis Århus Havn. Løtu
seinri ringdi ein av banka-
stjórunum, Jens Henriksen,
til hansara og boðaði
honum frá, at bankin vildi
ikki standa modell til eina
komandi konkursforræt-
ning.
-Eg må ti klára meg
sjálvur, og vóni, at lands-
styrid skilur meg. Eg fari
ikki at brúka av teimum
pengum, ferðafólk hava
latið í forútgjaldi. Hesir
pengar standa allir á
postgiro í Danmark og
Noregi. Verður rutan av
ongum skulu ferðafólkini
fáa hvørt oyra arftur, sigur
Bjørn Andreassen.
Stórur áhugi
Stjórin á Århus-Tøns-
berg Line sigur seg ikki
ivast í, at hann kann svara
hvgrjum sítt so skjótt rutan
kemur í gongd. Bæði
vanligu leiguna til Strand-
ferðsluna og gjaldið,
11.515 krónur, hann fjúrt-
anda hvønn dag, hevur
bundið seg til í samband
vid umvælingina av Smyr-
li.
Fyrsti túrurin verður úr
Tønsberg tóðardag Nor-
egs, 17. mai. Tá er Smyril
fullsettur við ferðafólki
Fólk hava víst hesi nýggju
rutu sera stóran ans. Bert í
gjár seldu tey ferðaseðlar
ul ferðafólk uttan bil fyri
40.000 krónur. Herfyri
gjørdi felagið avtalu vid
Framhald å sidu 15