mikudagur 15. mai 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
siðað
Lesnaður
til alla
familjuna
Lambaliv
Vú eg ein túr mær spáki har omaneftir veg,
er, lamb har undir bakka at síggja fái eg,
;g ærin gekk á beiti - ei rødd var fyri mær,
og lambið ikki heldur - tað boppuna fekk sær.
Tad stuttligt er at síggja, tå lomb tey spæla sær,
frá mammuni tey fara - long ofta leiðin var,
men so ótolnast mamman, nú rópar hon har sítt
»mæ«
;g lambið tå til mammuna skundar sær avstad.
| Og tá ið nåttin kemur, hvert mæ tá lúgvað er,
i
1
g tíð er til
at sova og friður valdar her.
Tey á tí grøna velli nú sova sær so væl
ntil tann næsta dagin - tá kemur aftur spæl.
Men um so skuldi verið, ófriður gjørdur var,
tá beinanvegin ærin til verju skundar sær
og hon vil frá sær halda alt, ið forstýra vil
- við álopi skal ongin sær våga haðar til.
J.
VALUTAKURSIR
Ultimo
145 síðsta mán.
USA Dollari .. 654,00 638,45
Bretlan: Pund ... 1132,70 1128,00
| V-Týskland Markur 382,17 383,50
Svørik Kréna 106,58 105,51
| Noreg Króna 98,23 98,41
Frakland Frankur . 112,80 112,87
Belgia Frankur . 18,590 18,630
Sveits Frankur . 454,40 447,70
Italia Liri ..... 0,5151 0,5156
Finnland Markur 163,05 161,85
Island Kréna .. 10,90 10,80
Eysturriki — Skillingur 54,310 54,495
Spania Pesetas . 6,175 6,186
Portugal Escudos 4,3880 4,3920
Kanada Dollari 56870 551,00
| Japan Yen ... 4750 4,6220
Í Írland Pund . 1023,80 1021,65
i kaland Drakmur 3,4920 3,5550
i
Føroya Sparikassi
SUD
tíðindablaðið
Nr. 89 — 15. mai 1991
Upplivan og mål
Vanligt mål er vaksið
burtur úr dagligum upp-
livilsum og sleppur ikki út
um teirra mark. Tað er
gjert úr symbolum, og tað
longsta tú rekkur við
teimum, er tann besta,
men kortini Ofullfiggjada
lysing. Symbolini fylgja
sinum egnu reglum. Vans-
in er ikki i målinum, vans-
in er málið.
Munurin millum uppliv-
ilsi og symbol er munurin
millum mythos og logos.
Logos hermir upplivilsi,
men kann aldrin koma í
tess stað, tí logos er gjert
burtur úr deyðum symbol-
um. Mythos er tað evugat
av intellektualismu.
Seremoniellur sjangur í
samband við primitiv
ritual (t.d. fótbóltur) er
gott dømi um mythos, ið
gevur upplivilsinum virði,
originalitet og lív, men
roynir ikki at koma í stað-
in fyri tað.
Teoretiskt er logos upp-
runasyndin, arvasyndin,
etanin av kunnleikans
fruktum, burtrekstur úr
Eden.
Søguliga sagt er logos
vaksið ur bókmentaligu
kollveltingini, fødingini av
teirri skrivadu tradisjón-
ini úr teirri munnligu.
Hvussu tú enn hyggur, er
logos — bókstavliga —
deyður bókstavur.
Kunnleiki er heviskt orð
fyri deyðan, enn ikki
grivnan fantasi. At villast
í samanrenning symbol-
anna er at halda skuggar-
nar å holuvegginum vera
ta veruligu verdina uttan-
fyri, sum er beinleidis upp-
livilsi.
Sleppast kann burtur år
hesum trupulleika vid at
nærkast upplivilsinum vid
einum måti av mythos
heldur enn av logos.
Málið, vit brúka til frå-
sagnir um okkara uppliv-
ilsir, er bundið av vissum
reglum, meðan upplivilsi
er óheft av teimum.
Siga vit frá upplivilsum
við klassiskari logikk,
sum vit hava verið tving-
að til, síðan vit lærdu at
skriva, er tað sum at fara í
brillur, ið bæði treingja og
avskepla sjónarringin.
Hesar brillur eru tær regl-
ur, ið vit kenna sum hin
klassiski logikkurin. Tær
eru væl greindar og ein-
faldar, men trupulleikin
er, at tær samsvara ikki
við upplivilsið.
Innan upplivilsisøkid er
einki hetta ella hatta, har
er altíð ein meguleiki
meira, ofta eitt markleyst
tal av teimum. Okkara
fatan av einari vissari um-
steðu kann skapa ta rang-
sjón og hugsan, at hver
trupulleiki bert hevur
tvinni horn, ið stendst av
at halda upplivilsi vera
bundið av somu reglum
sum symbolini.
Í teirra verð er alt antin
hetta ella hatta, meðan í
verð upplivilsanna eru al-
tíð fleiri meguleikar. Upp-
livilsi kann ikki samein-
ast, tí vit ynskja at siga, tí
hugsanarháttur = okkara
byggir á gamlan grikskan
hugsanarhátt, og sam-
svarandi honum er bara
veran til, meðan ikki-ver-
an ikki er til.
Hesin hugsanarháttur
gevur okkum nýtiligan
Føroyskir skótar uppnáa altjóða viðurkenning
Sjálvsteðugir li
reiðskap mótvegis verð-
ini, men sigur einki um,
hvat ið hendir.
Alt, eisini tómleikin, er.
Tað er einki, sum ikki
er, tað — sum — er.
Karl Nolsee
mir á
norðurlendskum stígi
Farna vikuskiftið hendi ein
stórhending fyri føroysku
skótargrsluna, tá føroysku
skótarnir vórðu alment
upptiknir sum sjålvstødug-
ir limir i nordurlendska
skótasamstarvinum.
Fyrsta sjónska teknið um
sjålvstøduga limaskapin
er, at føroyska flaggið oft-
ari fer at verda sæd vundid
å stong å legum og i sam-
bandi við onnur skótatiltók
í grannalondum okkara.
Á stevnuni, sum var í
Svøriki, vóru 14 umboð
USI JØr0YSKU SKOL
nir
sjalvstødusg |
fyri føroysku skótarnar, og
umframt leiðarar úr hinum
norðurlondum vóru eisini
umho% 7... altjóða skóta-
rørsluna.
Triðja hvert år er slík
skótastevna, og verður hon
hildin á skift millum tey
ymsu limalondini.
Felgasmál verða við-
gjørd, og høvudslinjurnar
fyri komandi årini lagdar
fyri nordurlendska skóta-
samarbeiðið.
Í norðurlendsku sam-
Starvsnevndini, ið hevur
tvey umboð úr hvørjum
landi, sita fyri Føroyar
Charlotta Thorsteinsson og
Eirik Suni Danielsen.
Umframt sjálva stevn-
una, var eisini felags tiltak
fyriskipað saman við
Stockholm Venture, har
umleið 6.000 ungdóms-
skótar — triggir úr Føroyum
luttóku á tjaldlegu.
Tað fyrsta stóra tiltakið á
frå føroyskari síðu í norð-
urlendskum samstarvi,
verður ein stór norður-
lendsk skótalega, sum
verður á legugkinum á
Selatrað í summar.
hj.