hósdagur 16. mai 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 16. mai 1991
Sólborg liggur enn
Síða 7
Taka útgerð umborð, áðrenn farið verður til Svalbards
Fyrrverandi Faroe Prawns,
nú Sólborg riggar til.
Mikudagin lá hann við
vestaru bryggju undir
Saltsøluni og tók útgerð
inn.
Tað er Eiler Jacobsen,
reiðari úr Havn, sum júst
hevur keypt hendan
rækjutrolaran av Tvøroyri.
Eiler er ikki ókendur
innan føroyskt vinnuliv,
og hetta ér triðja
Sólborgin hann hevur
keypt. Fyrst nótabátin
Sólborg fyrst í
sekstiárunum. Síðan ræk-
jutrolan Sólborg, sum
seinni varð seldur til
Grønlands. Hetta skip
hevur fiskad sera væl i
Grønlandi og fleiri før-
oyingar hava verid vid,
síðan skipið var selt.
Eiler ætlar at senda
nýggju Sólborg til Sval-
bards at royna. Her hevur
fiskiskapurin verið slakur
nú í nøkur ár. Men
seinastu tíðina hevur
bragdað aftur og nú fáa
bátarnir upp ímóti 80
tonsum um vikuna.
Við nýggju Sólborg
eigur Eiler Jacobsen ein
av okkara bestu rækju-
trolarum, sum hevur alla
útgerð at royna í polargki.
Gravgangur
Tað stóð ikki á at fáa
mannað Sólborg. Tað
eydnaðist okkum ikki at
fáa hendur á Eiler
Jacobsen, men Dimma-
lætting skrivar týsdagin, at
150 mans vórðu áhugaðir
at sleppa við. Manningin
telur bert 24.
Sólborg eigur eina kvotu
í Eysturgrønlandi uppá
110 tons. Men fiskiskap-
urin er sera smáligur í
Eysturgrønlandi. Teir fáa
bert 6-7 tons um vikuna,
so her loysir seg ikki at
royna.
Sólborg er bygd í Tom-
refjord í 1987, hon hevur
sterka maskinu, 3060
hestar.
jústinus
Scrabster
Triggir trolbåtar á land-
leidini landadu i gjår i
Scrabster. Teir vóru Fiska-
nes, Sjóborgin og Stíga-
barmur. Í dag landar
Randi av Toftum.
Fiskiskapurin hevur ikki
verið góður síðan bátarnir
byrjaðu at royna innanfyri
12 fjórðingamarkið. Teir
hava fingið um 20.000
pund innanfyri. Onkur av
bátunum byrjaði túr
uttanfyri og hevur 40.000
pund.
Fleiri er væntandi á veg
niður seinni í vikuni. Bret-
ar halda ikki annan hvítu-
sunnudag. So mánadag-
urin er vanligur arbeiðs-
dagur.
Hinvegin verður sagt, at
seinni í mánaðinum,
mánadagin 27 . mei er
frídagur hjá skotum og
bretum.. Dagurin er ein
sokallaður Bank Holyday,
og í Stórabretlandi eru
fyra slíkir dagar um árið.
jústinus
Blindastovnur
Føroya
hevur opiå månadag-
friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 182 22 og
192 88
Alt tilfar til
hitaverk og sanitet
på Maria Poulsen
HP
Umm
Menigokoksjúkan
Uttan viðgerð
doyggj
næstan øll
Tidleikin av menigo-
kokmenigitis i
Føroyum er rættuliga
stórur í mun ul
Danmark. Men
tíðleikin er minkaður
seinasta ári. Tó er enn
ov tíðliga at siga at
minkingin fer at standa
við, sigur landslæknin í
einum tíðingaskrivi.
Royndir vísa, at tað
er heilt sjáldan, at
bakterían
menigokokkur, elvir til
menigitis. Vanliga livir
bakterian i nasa og
svelgrúmi hjá ti smitt-
aða, uttan, at hetta førir
við sær sjúku. Hví tað
eru nøkur okkara, sum
fáa sjúkuna vita vit ikki
enn, sigur landslæknin.
Uttan viðgerð doygg-
ja umleið 90 prosent av
sjúklingunum. Verður
sjúkan vidgjørd, so er
deyðtíðleikin 10 pro-
sent ella minni, alt eftir
hvussu skjótt sjúkan
verður staðfest og við-
3. hvort sethús
i Føroyum hevur
ein CTC-ketil
Umleið
5000 set-
gjørd á rættan hátt,
sigur landslæknin.
Av teimum 218 sum
fingu sjúkuna í tíð-
arskeiðnum 1980-90,
doyðu 10. Higarul í år
er ongin deyður av
sjúkuni.
jústinus
ii