fríggjadagur 17. mai 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 IT mai 1901.
Føroyskur sjarmuoffensivur
Boklingur til alheimin um grind
Bóklingurin varð sýndur fram fyri føroyskum og
útlendskum fjølmiðlum í gjár
Fyrrapartin í gjár var
stórur tidindafundur í
Norðurlandahúsinum.
Hetta hendi í samband
við, at landstýrið gav út
ein bókling um hvalaveiðu
føroyinga. Eitt bretskt
sjónvarpslið og nøkur
finsk tíðindafólk, sum í
hesum døgum vitja í
Føroyum luttóku, umframt
føroysku fjølmidlarnar.
--Bóklingurin skal nýt-
ast sum ein mótvekt móti
tí útlendska ágangi móti
føroyskum grindadråpi,
sum leikadi hardast å
miðskeiðis í åttatiårunum,
sigur Kjartan Hoydal,
fiskivinnustjóri.
--At kalla allur ágang-
urin móti føroyska grinda-
rakstrinum, varð skrivadur
útfrá eini skeivari mynd
av tí sum veruliga fór
fram, sigur Kjartan
Hoydal.
Sosialurin: Her er eitt
bretskt sjónvarpslið og
skal gera ein film um
tiltakið hjá tykkum. Út frá
teimum royndum fóroy-
ingar hava, so hava
serliga bretsk sjónvarpslið
gjørt ræðumyndir um
Føroyar?
-Eg haldi, at i hesum
førinum er tad ein spurn-
ingur um ålit. Eg veit ikki
hvat endaliga úrslitið hjá
sjónvarpsliðnum verður,
men teirra upplegg er
seriøst, sigur Kjartan
Hoydal.
Drúgvt arbeiði
--Tað hevur verið sera
drúgvt arbeiði at gera
hendan bókling, bæði við
myndavali, grafikki og at
greiða frá hvussu okkara
hvalaveiða veruliga fer
fram, sigur Ole Wich, sum
hevur verið
myndaritstjóri.
--Hetta kemst serliga av,
at landstýrið var so
ovbyrjað av at svara
útlendsku mótmælunum,
sum vórðu í hæddini í
1986. Men hesi mótmæli
eru nú fækkaði, sigur
Kjartan Hoydal.
Grindamennirnir
stórstu æruna
--Stórsta partin av verj-
uni av føroyska grinda-
dråpinum eiga t6 grinda-
mennirnir sjålvir, sum so
væl hava tikid undir vid
nyggju reglugerdini og
bøttu rakstrar og dråps-
håttunum, sigur Kjartan
Hoydal.
-Somuleidis hevur
dygdargóða visindaliga
kanningararbeiðið,
grindahvalinum
viðvíkjandi, lagt eitt fast
stóðið fyri skilagóðari
gagnnýtan og víst burtur
øllum tosi um at føroyska
grindaveidan hóttir
stovnin, sigur hann.
Fundur verður í altjóða
hvalaveidunevndini í
næstum og bóklingurin
kann verða eitt gott vápn
at sýna fram. Hendan
nevnd hevur broytt
arbeiðssetning frá at vera
ein nevd, sum hevði
eftirlit við hvalaveiðuni,
ul nú at minna meir um
ein fridingarfelagsskap.
Stórhvalaveiðan er bann-
að og nú ætlar nevndin
eisini at fáa smáhvalin
undir sitt arbeidsøki.
Bóklingurin lýsir i
stuttum føroyska sam-
felagið og søguna hjá tí
ikki handilsligu grinda-
veiduni. Hagtøl er yvir
fleiri hundrad åra grind-
adråp. Og hagtølini sina,
at nøgdin av
grindahvalum kann vera
Ogvuliga misjøvn. Frå
fleiri túsund og niður í
einki.
Hagtølini vísa eisini sera
áhugavert, at einki bein-
leiðis samband er millum
økta fólkatalið i Føroyum
og nøgdina av hvalum,
sum hava lagt beinini.
Australska Kate Sander-
son, sum sidan midskeidis
í åttatiårunum hevur ar-
beitt í landstýrinum, ser-
liga við at svara mót-
mælisskrivum, hevur stað-
ið fyri tekstinum í bókini.
Í fyrsta lagi er bókin
komin út á enskum, hon er
prentað í 15.000 ein--
tókum. Seinni er ætlanin
at prentað hana í 5000
eintøkum á týskum og
fronskum.
jústinus
Myndin sýnir tey
stóð, har føroyi-
ngar seinastu ár-
ini hava lært
nýggjar dråps og
rakstrarháttir
no. of whales
1000
500
0
Year: 1600 1650 1700 1750 1800
1850 1900 1950
Stabbamyndin
sýnir hagtøl yvir
grindadráp í
Føroyum fleiri
hundrað ár aftur
í tíðina.
Sjáldsamt er at
síggja, at einki
beinleiðis
samband er
millum vaksandi
fólkatalið og
talið av grinda-
hvalum, sum
hava lagt beinini.
08 9
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
A heiliráðdeild B7 á Landssjúkrahúsin-
um eru hesi størv leys til setan:
Avloysarastarv fyri sjúkrasystrar í far-
loyvi. Talan er bæði um fulltíðar- og
parttidarstørv.
Fast starv sum sjúkrasystir at arbeiða í
kvøldvakt 56 tímar adruhvørja viku.
Avloysarastarv fyri sjúkrahjálpara í
barnsburðarfarloyvi frá 19/8-91 - 15/2-
92.
Nærri fæst at vita um størvini vid at
venda sær til Súsannu Johannesen,
deildarsjúkrasystir, tlf. 13540 lokal 107,
ella sjukrarøktarleidsluna, lokal 127.
Skrivlig umsókn skal sendast til: Um-
sjónarmannin, Landssjúkrahúsið, 100
Tórshavn.
Umsóknarfreist: 31. mai 91.