Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hósdagin 6. juni hevur Sissel Kyrkjebø tvær konsertir í Norður- landahúsinum og leygardagin 8. juni tvær í Christianskirkjuni í Klaksvík Leygardagin byrjar Norð- urlandahúsið forsøluna av konsertunum, sum Sissel Kyrkjebø skal hava i hus- inum hósdagin 6. juni. Sissel Kyrkjebø fer at syngja saman við gentum úr Fuglafirði og úr Havn og norskum og føroyskum tón- leikarum. Konsertirnar verða kl. 19 og kl. 21. Báðar fram- førslumar verða filmadar, og seinna konsertin verður send beinleiðis í føroyska sjónvarpinum. Tróndur Patursson ger pallmyndina í Norður- landahúsinum, og hann hev- ur m.a. uikid heim ta stóru grindamyndina í glasi frá Galleri Kikolaj í Keyp- mannahavn. Norðurlandahúsið selur 396 atgongumerki til hverja konsertina, og forsglan byrjar í morgin kl. 10. At- gongumerkini kunnu bert keypast i Norðurlanda- húsinum, men tað ber eisini til at bíleggja atgongumerki á uf. 17900. Biløgd at- gongumerki mugu verda goldin í seinasta lagi hós- dagin 30. mai. Atongu- merkini kosta 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn. OKEYPIS . I KLAKSVIK Leygardagin 8. juni verda tvær konsertir i Christians- kirkjuni í Klaksvík, kl. 20 — og kl. 22. Atgongumerkini ul hesar konsertirnar verða at fáa í Klaksvík frá kl. 16 sama dag. Nærmi verður kunngjørt seinni, hvar at- gongumerkini verða at fáa. Tað verða 2000 atgongu- merki til tær báðar kon- sertinar. Á skránni fyri konsert- unum í Klaksvík standam.a. norsku sangimir "I him- melen" og "Magnus-hymn- en", "Tíðin rennur" eftir J. Waagstein og Fr. Petersen, Peter Dass-sálmin "Herre Gud ditt dyre navn og ære", "Vísmenninir á heimleiði" eftir Paula í Sandagerði og William Heinesen, og "Eg veit í himmerik ei borg". STORAR FYRIEIKINGAR Fyrireikingarnar til hesar fýra konsertirnar hava verið stórar, bæði við tónleiki, sangi og filmsupptøkunum, ið skulu gerast, meðan Siss- el Kyrkjebø er í Føroyum. Gentukórini í Fuglafirði og i Havn hava vant í allan vetu og alt vár, og norski tóna- smiðurin Egil Hovland og Pauli í Sandagerði hava fyriskipað og lagt til rættis tónleikin fyri Sissel, kór og orkestur. Í februar mánaði var Sissel í Føroyum, og tå royndu tey seg saman í Norðurlandahúsinum og í Christianskirkjuni. Onkrar filmsupptøkur eru eisini gjørdar. SebraFilm, sum ger filmin, eru millum tey fremstu í Norðurlondunum úl at gera reportasjuupp- tøkur og náttúrufilmar. I samstarvi við Sjónvarp Før- oya standa tey fyri up- ptøkunum, ið verða til tveir filmar. Ola Bjørn Kring- stad, sum hevur drúgvar royndir úr norska sjónvarp- inum og gðrum sjónvarps- og sjónleikarbeiði, hevur skrivað filmshandritið. Annar filmurin fær heitið "Við Sissel til Kirkjubgar", og hin verður frá kirkju- konsertini í Klaksvík. Film- imir skulu gera eina mynd av føroyskum tónleikarlívi og náttúru og bakað um Føroyar annars. TVEIR FILMIR Sissel Kyrkjebø kemur til Føroya nakrar dagar undan konsertunum. Tad er fyri at venja saman vid sangarum og ténleikarum, hon skal á Norðoyastevnu og verða við í ngkrum filmsupp- tøkum í Klaksvík, á Við- areiði, undir Vestmanna- bjørgunum, í Fuglafirði, í Kirkjubø. Tvær sjónvarps- sendingar skulu kom burt- urúr. Tær koma í føroyska sjónvarpið næsta vetur, og og aðrir sjønvarpsstødir í Norðurlondum fáa í boði at fáa sendingarnar. Tveir filmir skulu gerast burturúr vitjanini hjá Sissel kyrkjebø í Før- oyum. Upptøkurnar verða ikki bara frå kon- sertunum men eisini av náttúru og lívinum i Før- oyum annars. Sjálvandi fara tey eisini til Kirkju- bøar Gentuk6rid er samansett kór úr kórinum hjá Frits Johannesen í Fuglafirði og Paula í Sandagerði í Havn, við nøkrum aftrat. Pauli í Sandagerði leiðir kórið. Sum áður nevnt sendir Sjónvarp Føroya aðra kon- seruna í Norðurlandahús- inum beinleiðis. Útvarp Føroya luttekur eisini í ul- takinum. Útvarpið tekur konsrtina upp og fer at senda hana seinni. Borgin á Sandi Alt hongur í leysari luft —Vit umhugsa at seta virkið í tann stand, sum heilsumyndu- leikarnir krevja, áðrenn tvingsilssøluna, sigur Uni Danielsen, stjóri i Sjóvinnu- bankanum Enn liggur ongin ábending um hvgr nýggi eigarin á flakavirkinum, Heima á Sandi, Borgini verður. --Onki er avgjørt enn, og tað er ikki vist, at vit hava ein keypara framm- anundan tvingsilssøluni, sum verður í næstum, sigur Uni Danielsen, ein av stjórunum í Sjóvinnu- bankanum. --Heilsufrgðiliga Starvs- stovan hevur sett nøkur krøv, sum Borgin má lúka í framtíðini, skal virkið framhaldandi taka í móti fiski. Vit hava umhugsað at gjørt hesar åbøtur áðrenn tvingsilsøluna, tí tað verða vit í seinasta enda, sum koma at fíggja hesar åbøtur, sigur Uni Danielsen. --Vit hava tó enn ikki tíkið nakra avgerð, um vit Skulu gera hesar åbøtur. Orsøkin til at vit hava hugsað um hetta er, at tá fær komandi keyparin ein veruligan prís. Tá menn keypa eitt virkið, so kalkulerað teir við nøkrum tólum. Eykaútreiðslur, eitt nú frå krøvum frá Starvs- Stovuni kunnu koma illa vid, sigur Uni Danielsen. Sjóvinnubankin fer um ikki nakað heilt óvantað hendur at keypa Borgina á tvingsilssølu í næstu. Borgin stendur í knappum 30 mið. og her hevur Sjóvinnubankin fíggjað næstan alt, einar 28 milli- Ønir. Hvør næsti eigarin verdur er ilt at spåa um, men okkara keldur vilja vera vid, at tad er ikki heilt vist, at komandi eigarin verdur år Sand- oynni. jústinus BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstadur Ger bil fyri folk ur bygd og í by Pf. BILRØKT v Simin i Dal Akranesgøta 11 - Tlf. 15556 OKKARA GODSKA - TIN TRYGD