Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 95 — 24. mai 1991 — Lysingarnar rinda fyri fylgisveinin At senda beinleidis frå landsdysti er dyrt. Ti kemur inntøkan fyri serligu lýsingarnar væl við, sigur sjónvarpsstjórin t leiga ein fylgisvein í teir 90 minuttirnar tað tekur eysturríkarum at skjóta trý mál kostar 50.000 krónur. - Hetta eru nógvir pengar í okkara verð, og tí koma serligu lýsingarnar sera æl við, sigur Jógvan A. Skaale, sjónvarpsstjóri. Umframt hetta koma út- reiðslurnar at hava fólk á staðnum aftart. Hann sigur, at hesar serligu lýsingar selja teir dýrari enn vanligt. 10.000 krónur fyri hvgrja av teim- um tilsamans seks lýsing- unum. Lýsingin kemur tá tvær ferðir á skýggjan og lagt verður aftrat, at hesar fyritøkurnar stuðla send- ingini. Jógvan A. Skaale vil ikki kalla hetta tað ljóta orðið sponsorering, men heldur lýsingablokkar. Sponsorering bleiv eitt heldur enn ikki illavorðið orð tá táverandi sjónvarps- nevndarformaðurin, Kristi- anna Rein talaði at sjón- varpinum fyri at lata seg sponsorerað av handils- fyritøkum. Kristianna vildi hava sjónvarpið at steðga við hesum til ein reglugerð varð gjørd. Lýsingar og ikki sponsor avtalur Men ongin serlig reglu- gerð er enn komin. Sjón- varpsnevndin hevur fingið nýggjan formann, og nú eitur tað ikki longur spon- sorering men lýsinga- blokkar. Og við hesum tykist trupulleikin at vera loystrur. Hans Jørgensen, sum fyrr hevur verið sjónvarps nevndarformadur er jusi valdur aftur i hendan sess sigur, at ongar ætlanir eru um at gera serliga avtalu um tilikar lysingablokkar í sjónvarpinum. Sjónvarps- nevndin skal bert vita un avtaluna í hvørjum en støkum føri. Avtalan un sjónvarpslýsingarnar « bert vidkad til eisini at fevna um hesar lýsingar- blokkarnar, sigur formað- urin. tór.- Nu eitur het! longur tað illa DOonSsorerin i blokkar, í i RBRR { rupuile: vera Io Mynd: K ar Flutningur er mangan ein álvarsligur trupulleiki hjá brekaðum Serligur dentur verður lagdur á at lýsa møgul- eikarnar við kommunalum samstarvi og hvussu landsmyndugleikarnir kunnu hjálpa kommunun- um at bóta um viðurskiftini hjá teimum brekaðu MBF skipar fyri almennum fundi um viður- Leygardagin 1. juni skipar MBF - Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum - fyri almennum fundi í Gisting- arhúsinum í Øravik. Evnið er: Kommunalt samstarv um vidurskiftini hjá brekadum fólki. MBF setir eisini spurningin: Tå skúlin er liðugur - hvat so? Fyrrapartin fara lands- og kommunalpolitikarar, fakfólk og avvarandi at greiða frá sínum sjónar- miðum um hvussu eitt samstarv millum kommun- ur kann betra um støduna og stødid hjá brekaðum íbúgvum í Suðuroy. Eftir døgurdastedgin verður ar- beitt í bólkum. MBF sigur, at endamálið við bólka- arbeiðinum er at finna fram til itøkilig uppskot og dómi um møguleikar, ið kunnu nýtast á staðnum og sum hava verulig útlit ul at verða sett á stovn í oynni. Felagið hevur hugsað sær, serliga at viðgera evni sum undirvísing og fyri- reiking til arbeiði, arbeiðs- møguleikar og tilboð, bústaðir og umlætting, frítíðina, ítrótt og itriv og hvussu flutningur best kann fara fram. MBF leggur stóran dent á, at fundurin kemur til eina nidurstødu um hvussu eitt kommunalt samstarv kann betra um frålæruna hjå brekadum næmingum vid atliti til, at tey fara ur skúlanum við einum enda- máli og í hvgnn mun land- ið kann stuðla kommun- unum, so brekað fólk fáa betri møguleikar at verða verandi í bygdini ella oynni. Hvat sigur lógin Eisini skal fundurin við- gera í hvønn mun sosialu lógirnar heimila kommun- um at virka innan hetta gkið, og hvør fyrimunur hevði verið við einum kommunalum samstarvi at loysa teir ymisku spur- ningarnar. Á fundinum fara lands- stýrisfólkini, Marita Pet- ersen, sum m.a. umsitur málsgkini menta- og skúla- mál og Jóannes Eides- gaard, sum situr fyri al- manna-, íbúðar- og ar- beiðsmálum. Haraftrat gø hjá teimum brekaðu í Suðuroy Al skulanum - og hvat So vera umbod fyri Almanna- stovuna, Landsskúlafyri- sitingina, Endurbiigvingar- stovuna, Andveikravernd- ina, øll bygda- og byråd i Suðuroy, skúlar og ser- lærarar, jarðamóður og heilsusystrar, læknar og sjúkrasystrar, verkstað og dagstovn, heimahjálpina, avvarandi og arbeidsgev- arar og umboð fyri vinnu- lívið. MBF hevur áður skipað fyri tílíkum almennum fundum. Undanfarnu árini vóru fundirnar á Oyra- bakka, á Strondum, i Skálavík og á Vatnsoyrum. Felagið vónar, at nógvb fólk koma á fundin. Lut- takararnir hava møguleika at keypa døgurda á stad- num. tór.-