Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 1991síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 95 — 24. mai 1991 | Thurid Jacobsen 55 år Í dag, fríggjadagin 24. mai, fyllir Thurid 55 ár. Gott nokk eru 55 år ikki tað heilt stóra. Heldur kann tað sigast, at vera hálvrunt tal. Tað kann so mangt gott sigast um Thurid. Hon var fødd tvíburður (2 gentur) og var tað í Sumba. Nú eru tað longu fleiri ár síðani tey bæði foreldrini doyðu. Longu 13 ára gomul fór hon út at tæna. Hetta mundið, í tríatiárunum úti á bygd, var ikki altíð nógv til at taka hjá familju við nógvum bernum. Resk hevur hon altíð verið og lagt ivaleyst fyri seg sjálva. 20 ára gomul giftist hon við Kristiani Ja- cobsen her uppi á Oyggjarvegnum (nú heitið „undir Krákugjógv=<). Fyri knappliga 5 árum síðani var hon fyri tí vanlagnu at missa mannin av hjartatilburði. Saman áttu tey 3 bern og hevur hon nú 9 ommubern. Sigast kann, at hon við miklum trúfesti hevur lagt nógv úr sínum hondum. Hon hev- ur verið reingerðingskona hjá »Bilsøluni« hjá Wensil Petersen o.ø. í 18 år. Tað sigur nakað í sær sjálvum, og sjálv rekt hús og heim hjá sær sjálvum fyrimyndarliga. Við tekk fari eg at umreða allar tær góðu hugnaletur, vit bæði húsini hava havt sam- an. Altíð við friði og semju, og hevur tú altíð friðhalgað um okkara bæði bern, ið nú báðar eisini hava fingið bern. Eg vóni, at vit í komandi tíðum eisini fara at einast væl við friði og semju húsanna mill- um. Og hví ikki tað? Vit svigarindur og menninir vóru breður. At enda fari eg (vit) at ynskja tær hjarta- liga tillukku á fødingardegnum. Góðan byr frameftir lívsleiðini. Jeanetta KFUM í Havn Bingo verður leygardagin kl. 15.00. Strævin drongur Foreldur flest eru samd um, at børn eru ein gåva. Tey munnu eisini vera samd um, at børn stund- um bjóða tolinum av. Men flestu foreldur halda óivað, at teirra børn munnu vera heims- ins bestu børn, tá tey hava sæð Junior í film- inum "Problem Child". Ben droymir um at fáa ein son, sum hann kann spæla fótbolt við og fara á flot við. Flo ynskir sær eitt barn, so hon kann vera ið millum allar hin- ar mammurnar og verða boðin i fødingardag hjá teirra børnum. men Ben og Flo kunnu ikki fåa børn sjålv, og so er bara ein máti. at ættleiða eitt barn. Ben og Flo verða bils- in, táteimum ikki nýtast at standa leingi á bíði- lista. Tey fáa beinan- vegin ein drong, og tey eru ovurfegin, tí eingin sigur teimum, at hetta er 30. ferðin, barnaheimið sendir 7-ára gamla Junior í eitt nýtt heim. Uppvøksurin hjá Juniro á barnaheiminum og feliri foreldrum hevur havt við sær, at hann als onga virðing hevur fyri vaksnum fólki. Bara ein- um vaksnum hevur hann álit á, hópdrápsmann- Nár han ikke sætter ild til huset, skriver han fan-breve til den lokale massemorder. Fru? r RITTER "PROBLEM CHILD = RICHARDS GILBE 5 GOTFRED RANDARHUS millum Gilja til sølu Um hóskandi boð fæst verða húsini millum Gilja 67 hervið lýst til solu. Hús, sum er bygd í 1990 eru 182 kvm til viddar og eru í tímum hæddum. Loftshædd: 32 kvm., kamar, gongd og wc. Miðhædd: 65 kvm., køkur, 4 sovirúm, gongd og baðirúm. Stovuhædd: 85 kvm., durur, gongd, baðirúm/ bryggers, køkur, stova og goymslu- rúm. Nærri fæst at vita við at venda sær til ADVOKATFELAGIÐ Bryggjubakki 22 - FR-100 Tórshavn Tlf. 11260 - Fax. 11261 Leif Waagstein Dånjal Magnussen Tormóður Djurhuus Jógvan P. Lassen Petur Even Djurhuus Annfinn V. Hansen Jógvan Ellefsen mum Martin Beck. Báðir halda teir, at heim- urin hevur misskilt teir. Ben ger alt fyri atgeva ýggja soni sínum ta um- sorgan og tann kærleika, sum Ben sjálvur ongan- tíð fekk frá pápa sínum. Hann fer við honum út í náttúruna, tild systir og í fødingrdagar. Men kor- tini endar alt í ruduleika. Junior sjålvur vil bara tyna og sorla. Tad fær m.a. avleiðingar fyri kamarið hjá Junior, fød- ingardagin hjá eini smá- gentu, ítróttarhandilin hjá pápa Ben, hjúnar- lagið hjá Ben og eina kettu. Men trupulleikarnir verða loystir. Hópdráps- maðurin Martin Beck er flýddur úr fongslinum og kemur eftir felaga sínum Junior. Tá hann fatar, at Junior, sum hevur skrivað til hann, bert er eitt barn, fær hann eitt hugskot. Hann rýmir við Junior og Flo, sum er fallin fyri honum, og hann krevur nógvar pengarfyri at lata Junior frá sær aftur. Ben er ovurfegin. Hann er sloppin av við bæði konu og Junior. Men mitt í allari frøini fær Ben prógv fyri, at Junior kanska kortini vil taka ímóti kærelika, og so fer hann at leita eftir Martin fyri at fáa Junior aftur. Filmurin hevur fyrstu sýningina í Leikhús Bio sunnudagin. Vekingarmøti vid Bjørnar Heimstad Ingalil Vaim verða í Glyvra Bio friggjakvøldid 24.5., kl. 20 leygarkveldið 25.5., kl. 20 sunnukveldið 26.5., kl. 20 Øll eru hjartaliga vælkomin Samkoman Livsins Orð — fimm ferðir um vikuna!