leygardagur 25. mai 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 96 — 25. mai 1991
Fyrrverandi týski stórspælarin Paul Breitner við landsliðið:
Tit eru á rættari leið
Var staddur í Eysturríki mikukvøldid og fylgdi við dystinum
Tá føroyska EM-landsliðið
í fótbólti hósmorgunin var
á veg úr Salzburg tilWien,
var ein annar rættiliga
kendur fótbóltsgestur við í
DC-8 flogfarinum hjá
Austrian Airlines.
Tað var fyrrverandi týski
stórspælarin á vesturtýska
landsliðnum, Paul Breit-
ner, sum hevði verið í
Salzburg í øðrum grindum
mikudagin, tá dysturin
Eysturriki-Føroyar varð
spældur.
„Eg sá ein stóran part av
dystinum í eysturríkska
sjónvarpinum seinni um
kvgldið,< sigur Paul Breit-
ner við Sosialin. >Hóast eg
eri ikki sørt hugukin av ti,
tykkara lítla land megnar
innan fótbóltin, haldi eg, at
úrslitið av dystinum var í
lagi.«
Føroysk framstig
Breitner sigur, at tad av
góðum grundum ikki ber
honum ul at kenna so nógv
til føroyska liðið og før-
oysku spælararnar, men at
hann koruni hevur roynt at
fingið alt tað við, sum hev-
ur verið sent av føroyskum
EM-fótbólti í sjónvarp-
inum.
Kári
Paul Breitner avmynd-
Reynhe un Og
aðir í floghavnini í
Wien hósmorgunin
Mynd: Hilmar Jan
»Eg havi sæð nakrar av
dystum tykkara, og eg
haldi, eg havi sæð øll mál-
ini, tit hava fingið,< sigur
hann.
Autograf frá Breitner
>Um eg skal meta útfrá
tí, eg á hendan hátt havi
fingið við, so vil eg siga, at
tit føroyingar heilt avgjørt
eru á rættari leið. Tað ber
týðiliga til at síggja mun á
dystum tykkara nú og í
fyrstani, eitt nú móti Eyst-
urríki í Landskrona.<
Síða 1 Í
Fleiri av føroysku spæl-
arunum nýttu høvi at
heilsa uppá Paul Breitner,
og so kendir menn sum
Kári Reynheim og Jens
Martin Knudsen fingu
autograf frá týskaranum.
hj.
DYGDARGOTT
MALARAHANDVERK
— Innan sum uttan
Eiriksgøta 10, Tórshavn
TIf. 12432, 86485 og 24485
Ung genta søkist
skjótast gjørligt at passa tveir dreingir, 1
og 3 ára gamlir, fullan dag
Løn 3000,- kr. um mår.
Tif. 10310
Eysturríkski landsliðsvenjarin Alfred Riedl:
Veit ikki, hvat
sigurin er verdur
Í mun til årslitid í Lands-
krona 12. september í fjør,
skuldi ein eysturríkskur
landsliðsvenjari vitað,
hvat ein 3-0 sigur móti
føroyingum kann brúkast
til.
Við teimum trimum mál-
unum og báðum stigunum
frá dystinum er Eysturríki
komið upp á triðja sessin í
4. EM-bólki — framman-
fyri Norðurírland og
Føroyar við sama sugatali,
men langt aftanfyri
Jugoslavia og nakað væl
frá Danmark á ávikavist
fyrsta og ødrum sessi i
bólkinum.
Riedi veit ikki
Kortini visti eysturríksi
landsliðsvenjarin, Alfred
Riedl, eftir dystin ikki at
siga, hvat hann kann brúka
sigurin til:
»Eg haldi, at vit spældu
væl og høvdu bædi væl og
virdiliga uppiborið at
vinna, men vit spældu ikki
nóg væl,< segði Alfred
Riedl millum annað. >Vit
áttu at havt umsett spæl-
yvirvágina í fleiri málum,
men føroyingarnir vóru
helst ikki serliga lættir at
spæla ímóti.
Sum tað skilist á honum,
er hann ivaleysa glaður
fyri, at Eysturríki umsíður
er sloppið av við tey
óteljandi tapini, ið hava
verið síðani HM í Italia í
fjórsummar.
Kærkomin sigur
Dysturin mikukvøldid
var tann fyrsti, Eysturríki
hevur vunnið síðani 19.
juni í fjør, tá Eysturriki
vann 2-1 å USA, sum eins
og Føroyar er at rokna
sum ein smátjóð í fótbólts-
heiminum, hóast ameriku-
menn vera vertir fyri HM í
1994.
So hóast vit eru nøkur fá
10.000 fólk og eysturríkar-
Hóast Eysturríki
mikukvøldid vann 3-0
á Føroyum, veit eyst-
urrikski landsliðsvenj-
arin Alfred Riedl ikki,
hvat hann skal brúka
sigurin til, tí hann vil
hava ein dyst aftrat,
ådrenn hann ger sær
eina veruliga meting
av liðnum hjá sær
Mynd: Hilmar Jan
ar eru milliónir, var talan
um ein kærkomnan sigur
fyri Eysturríki.
>Hóast vit nú vunnu
hendan dystin rættiliga
sannførandi, so tori eg enn
ikki at gera mær eina
endaliga meting av liði
mínum og av, hvat tað
kann avrika,< sigur Riedl.
>Tað má næsti EM-dystur-
in, ið verður móti dønum,
sleppa at vísa.“
Dysturin móti denum
verður 15. juni í Salzburg.
hj.
— er altíð
á staðnum