Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

r Þr“ TE Í ein slakan mánað hava níggju mans úr Føroyum verið niðri í Keypmanna- havn og málað Norrønu. Tað eru málarameistarar- nir Uni og Steinbjørn Zachariasen úr åvikavist Vestmanna og Havn, sum hava havt fleiri mans aftrat sær til hetta arbeiði. >Vit vóru eisini niðri í fjør og måladu Norrønu, tå hon lå i Flensburg i Tysk- landi,« sigur Uni Zacharia- sen vid Sosialin. »Tad vis- ir seg, at tad er kærkomin avvekslingur hjå monn- unum at koma burtur so- leiðis at arbeiða í eina tid.» Uni hevur sjálvur verið málari seinastu 15 árini. Lærdi og arbeiddi hjá pápa sínum, Hanusi Zacharia- sen, men hevur nú sjálvur yvirtikið virkið og er tað nú pápin, sum starvast hjá Una. »Hetta seinasta árið hev- ur verið væl minni at gera enn undanfarin ár, men nú summarið kemur, verður meira aftur,< sigur Uni. >Men sum heild er tað nokk eitt sindur slakari við arbeiði. Vanliga eru fimm mans í arbeiði hjá málarameistar- unum Una og Steinbirni Zachariasen, men til slíkar stórri uppgåvur verður brúk fyri fleiri. Nú teir hava verið niðri og mála Norrønu, hava teir - = Niggju mans niðri | ryccunm: málað hann alla sum hon er uttan, umframt at nakað av umvælingararbeiði eis- ini er gjørt innan. hj. og málað Norrønu KV Hendan seinasta mån- aðin hava niggju mans úr Føroyum verið niðri og málað ferjuna Norr- nu uttan og fyri ein part eisini innan. Stor jubileumskonsert á Giljanesi í morgin Bæði Vágakórið, Sørvågs Tónleikarfelag, Ungdómsorkestrið í Vágunum, klavertónleikur og solosangur verða á skránni á konsertini í morgin kl. 17, sum verður í skúlanum á Giljanesi Meðan flestu okkara hava ein fødingardag, hevur Vágakórið tveir. Kórið varð fyrstu ferð til fyri 20 árum síðani, men datt síðan niðurfyri, fyri so aftur fyri 10 árum síðani at koma fyri seg aftur. Upprunaligi upprunin hjá kórinum stavar frá Ól- avi Hátún, sum hevur roynst mongum føroyskum kóri góður stuðul. Tað var til jarðarferðina, tá pápabeiggi hansara í Sandavági, Poul Joensen, fór til gravar fyri 20 árum síðani, at Olavur Hátún fekk hugskotið um eitt kór í Vágum. Fleiri góðar røddir Hann kom eftir, at fleiri góðar røddir vóru har vest- uri, men at hesar góðu røddir ikki høvdu aðrar møguleikar at falda seg út, enn teir, ymsar samkomur góvu. Tí varð Vágakórið stovn- að, og fyrstu árini varð tað stjórnað av einari norskari kvinnu, sum samstundis var leiðari hjá Sørvågs Tónleikarfelag. Kórið var virkið í ngkur ár, men í 70-unum datt tað so niðurfyri aftur. Endurstovnað Fyri 10 árum síðani varð tað so endurstovnað, og hevur tað síðani verið sera virkið, bæði sum kór og fyriskipari av ymsum tón- listarligum tiltøkum í Vág- um. Kórið hevur í hesi sein- astu tíggju ára syftuni havt ymsar leiðarar. Serliga hava Knút Olsen og Olavur Hátún verið góðir at heita á. Tann fyrri hevur stjórnað kórinum í tvey ár, meðan Ólavur hevur verið leiðari hetta seinasta árið. Fjølbroytt konsert Nú skulu so bæði 10 og 20 ára fødingardagarnir haldast við einari stórari og fjølbroyttari jubileums- konsert, sum verður í skúl- anum á Giljanesi sunnu- dagin kl. 17. Á skránni verður sjálv- andi fyrst og fremst Vága- kórið undir leiðslu av Olavi Hátún, Sørvågs Tón- leikarfelag undir leiðslu av Peter Betley, Ungdómsor- kestrið í Vágum við sama leiðara, og so verður eisini klavertónleikur eftir Mart- in Pollard og sopransolo við Mariu Petersen. Vágakórið verður wíggj- ar ferðir á pallinum, og fer kórið at framføra fjølbroytt tilfar — bædi år Føroyum og aðrastaðni. hj. Nr. 96 — 25. mai 1991 Kennir tú aftur onkrar av hesum trupulleikum — gev so tær sjålvum % tíma j um dagin Í It í rygginum Nr It í lendunum Ss J Ischias ' Beinkrampa Diskusprolaps — so veitst tú eisini hvussu ringt hetta kann vera, men SUPRAMED H'TA- & MASSASJU- PÚTAN við infrareyða hitanum hevur hjálpt mongum til eitt betri og pínuleysari liv. SUPRAMED HITA- # MASSASJUPÚTAN við infrareyða hitanum er snøgt sagt besta hjálpin móti knappligum óvæntaðum brekum sum móti verandi og afturvendandi pínu. Fremstu fysioterapeutar og viðgerðarar við- mæla nýtslu av SUPRAMED HITA- # MASSASJUPÚTINI, tí henda nýggja púra virkar við bæði massasju og infrareyða hitanum samstundis — og hetta linnar so tað munar. Ger sjálvur okkurt munagott við pín- una NÚ! SUPRAMED HITA- & MASSASJUPÚTAN — vælroynd týsk dygdarframleiðsla 10 ára framleiðslu trygd Orkusparandi 30 daga royndartíð Ringið ella sendið okkum lepan og fáið sendandi upplýsingartilfar um SUPRAMED HITA- & MASSASJUPUTUNA. BIOFA, Lille Sct. Hans Gade 12 D, Postbox 12, 8800 Viborg, tif. 86601600 Studulspedagogur Søkt verdur eftir studulspedagogi frå 15. aug. 1991 til Duritu, sum er 4 åra gomul og hevur vøddasvinn. Arbeidid er spennandi og mennandi fyri fólk við útbúgving ella royndum innan- fyri tað pedagogiska økiå. Møguligir upplysingar fåast frå stovnin- um. Umsóknarfreistin er úti 01. juni 1991. Býlingshúsið millum Gilja 175 TIf. 18372