Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 28. mai 1991 Tóku alt og Í og mistu Í helmingin B68 javnaði uppá fríspark í evstu lotu 1. deild: B68-Sumba 2-2 (1-1) 1-0: Ingemar Højgaard 1-1: Edni Lisberg (brots.) 1-2: Edni Lisberg 2-2: Øssur Hansen Démarin bríkslar, og sumbingarnir stinga sig- urssælir armarnar upp um hevd. Men dysturin er ikki lokin. B68 eigur frí- spark á miðjum velli. Tað verður tikið fram móti brotsteiginum, har útjavningar disperatu toftamenninir gera enn eina roynd. Hon endar við at stríðandi sumbaverjan, væl skipað av Marloni á aftasta manni, ger frípark ein fót uttanfyri brotsteig- in eitt vet til vinstru. Stødan sum Øssur Han- sen aftur og aftur hevur vant at skjóta úr, og tað svitast ikki. Bólturin verður potaður upp um múrin og inn í handasta horn. Rómur á toftamonn- um og sumbingar drýpa hevur. Væl skiljandi, men undan dystinum hevði B68 neyvan verið negt við javnleikin, meðan Sumba heldur enn fegið hevði selt dystin fyri annað stigið. Útjavningin broytti dystargongdina Toftamenninir legdu næskari fyri, hóast Sumba beinanvegin hevði stóran meguleika, tá herji ikki rakti á bóltin, ið var komin inn um Olaf. Tofta- yvirvágin gav úrslit eftir 9 min.: Øssur krúllar seg leysan í vinstra borði, og Aksel (sum leikti á mið- vellinum) stútar í netið. Tað lá í luftini, at meiri skuldi fáast burtur úr. Sumbingarnir høvdu trup- ulleikar við markeringun- um, bæði á miðvellinum og serliga í vinstru verju síðu. Men toftamenn hevdu ikki tikið hædd fyri tí fram úr evnagóða Páll Magnar Kjærbæk á mið- vellinum hjá Sumba. Okk- ara ráð til øll mótsteðulið hjá sumbingum skulu vera: Havið eyguni eftir tí Hans Hansen, ein av ungu og evnaríku B68-spælarunum, varð innskiftur móti sumbingum á Svangaskarði sunnu- dagin, og spældi ein sera góðan dyst Mynd: Absalon Han- sen manninum. Hann er ógvu- liga vandamikil. Hevur hollan bóltkunnleika, set- ur stóra ferð á, tá hann fer við bóltinum, og hann hevur gott eyga fyri spæl- inum. 5 min. eftir toftamálið glíður hann fram við trim- um toftamonnum, spælir eitt tvey og er um at ger- ast leysur í brotsteigin- um, tá hann verður feldur. Brotsspark, sum Edni trygt setur í kassan. Toftamenn hevdu lítla leikliga yvirvág, og spælið báðar vegir var ikki av tí versta. Ofta varð dentur lagdur á kombinatións- spæl, uttan stórar mál- meguleikar. Og tó: lítil bil fyri steðgin hevdu sumb- ingar armarnar á lofti, men eftir hornaspark brast stútið hjá Eyðuni í tvertræið. Ofta síggja vit veikleik- an hjá heimaliði, sum so ógvuliga fegið vil vinna, at verjuskyldurnar í ávís- an mun verða gloymdar. Soleiðis tyktist tað, tá Síða 11 Edni eitt korter inn í 2. hálvleik brádliga hevði stóran part av toftahálv- uni fyri seg sjálvan. Skot- ið fall úr 20 metra fjar- steðu og var dygst við stólpan. Olaf mundi ikki vænta skotið so tíðliga. Í hvussu er stóð hann sum negldur og sá bóltin smoykja sær inn. Hóast ekt trýst frá heimaliðnum megnaðu sumbingar væl at halda tern. Ikki bara við longum sperkum, men ofta við kontraspæli, har tvær tríggjar skjótar avlever- ingar sóust, áðrenn roynt var at finna Jan ella Edni. Tað liggja fleiri stig í has- um liðnum. hjá B68 í So hóast útjavningina evstu letu: Umba, Sumba! B71 klárt á odda Javnleikir til ÍF, SÍF og Royn settu B71 trý stig fram um hini Kappingin í 2. deild sær longu nú út til mest at skula snúgva seg um 2. plássið. Í hvussu er hevur B71 lagt seg trygt á odda við tíggju stigum, ið eru trý meira enn tey trý næstu liðini — ÍF, SÍF og Royn — hava. Um vikuskiftið vann B71 tryggan sigur á LÍF, sum hevur hug at satsa í so nógv uppá veruliga gamlar kreftir á liðnum. B71 vann dystin 4-1. Eli Hentze skjeyt tvinni mál í fyrra hálvleiki, og so løgdu Steingrím Johannesen og Torbjørn Jensen hvør sítt aftrat í seinna, áðrenn mál- verjin hjá LÍF, Tórfinn Hansen, við brotssparki fekk minkað eitt lítið sindur um munin. Hini trý liðini, sum royna at krøkja seg í annað plássi, spældu øll javnleik. ÍF kláraði ikki meira enn javnt móti SI í Fuglafirði. ÍF kom fyrst á odda 1-0 við máli, sum Odd Elias- sen skjeyt, men so javnaðu sørvingar fyrst út og komu síðan á odda. Bæði málini skjeyt Hilmar Davidsen. SÍ kundi eisini havt fing- ið fleiri mál aftrat, var meira hepni við, men í seinna hálvleiki vendi full- komuliga. Nú var tað IF, ið sat á dystinum, og gav tað so eitt mál aftrat, sum Eyð- un á Lakjuni syrgdi fyri. SÍF og Royn spældu javnleik móti hvørjumødr- um á graslíkismáttuni í Sandavági. Dysturin endaði 2-2, eftir at åvikavist Torkil Nielsen og Ari Thomassen høvdu lagt SÍF á odda, áðrenn Sigmund Olsen stutt fyri hálvleik minkaði um munin ul 2-1. Í seinna hálvleiki eydnaðist ikki SÍF at fáa nakað mál aftrat, men harafturímóti fingu hvalbingar bóltin í netið einaferð aftrat, tá Jóan Pet- ur Olgarsson serveraði eitt brotsspark, har tað hoyrdi heima. A vøllinum i Streymnesi eydnaðist GI at sleppa av- stað aftur við báðum stig- unum. Fyrri hálvleikur var málleysur, men í seinna fingu gøtumenn eitt mål, og so var dysturin avgjørd- ur. Tíverri hevur ikki eydnast okkum at fáa at vita navnið á málskjútta gølumanna hj. B36 TB GI VB NSI MB Sumba KÍ HB B68 æn so ESNRS DD jo jet 5 jet a da Stødan, 2. deild menn B71 iF SIF Royn Skåla GI KI Streymur SI LIF an nn ISS Stóðan, 1. deild menn SISS mOD þu þu jet (50 69 49 dt 9 CD 12- 11- 10- 9 að ID LA KJ jk jet jo je CD FÅ ' NY NY ba la da CNY OA UV OD O0 11- 2 IS- 6 13- 5 11- 7 9-7 7-9 6-12 3-11 6-10 8-20 but dn dn (40 199 em DDD em NANI oe eN mø ED.