Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith - Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen - Undirgrundin — okkara ábyrgd DIMMA endar oddagrein sína »vælgeromhu« í gjár við at siga, at um liviligt skal vera í Feroyum, mugu vit veljarar vanda okkum meira um, hvørji fólk vit velja á ting. VIT kunnu íkki annað enn vera samdir við Dimmu í, at størsti álvari eigur at verða kravdur av tingmann- ing okkara og at umráðandi er við besta møguliga fólki á tingi. MEN skorin yvir ein kamb halda vit tó ikki, at verandi tingmanning er so nógv vánaligari enn mangar und- anfarnar. Sjálvsagt minnast vit við gleði og virðing farnar politiskar kempur á tingi, sum vit hava almik- ið fyri at takka. Serstakliga teimum, bæði samrikismonnum og ødrum, sum undir givnu politisku umstød- unum altíð sum frægast royndu at draga somu línu fram ímóti størsta møguliga føroyska sjålvbjargni. HETTA eydnadist mangan — og al- tíð i bestu semju við størra rikis- partin, so føroyingar munnu ikki vid Dimmu halda, at nakad forgjørt Q ed, - | x | 8 > Á ' * skuldi verið í framhaldandi at ting- ast við danir um øll hugsandi viður- skifti, vit sjálvir halda skil vera í at fáa greiðari. MEN Dimma dylur heldur ikki, at sambandið, sum tað sær út í dag, als ongan hug hevur til at tingast við danir um eitt náttúrligt ábyrgd- arbýti av teimum viðurskiftum, vit sum ríki hava í felag. GAMLA skilagóða samráðingarlag- ið er slept og fyri føroyingar so týð- andi mál sum ráðarættur yvir tí oki, vit búgva á, undirgrundini, verður háðandi skírt sum tant og fjas — ven slags nationalt højdepunkt«, ætlad til atkvødutroling. KANN vera, at Dimmu og sam- bandinum i teirra samskifti vid rikis- myndugleikarnar, ongantíð hevur eydnast at fáa undirtøku fyri nøkr- um ynskjum føroyinga um broytt viðurskifti Danmarkar og Føroya millum, og at tað út frá hesum verð- ur sagt í Dimmu, at »fælles ejen- domsret til undergrunden er en af støttepillerne til rigsfællesskabets bestaaen«, og at sjålvt tær minstu broytingar í hesum máli leiða til loysing, at danir so lata okkum sigla okkara egna sjógv. Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosiaturin Prent: P/t Pressan 1981 Telefon: MEN Dimma og Sambandið vita kortini betur. Tað ríður teimum nevniliga nú sum marran, at tað hevur eydnast ødrum, serliga løg- manni okkara, at fáa í lag úrslita- betri og fyri føroyingar virðiligari kjak við ríkismyndugleikarnar um okkara sjålvsøgdu yvirtøku av før- oysku undirgrundini — og uttan at »fornerma« danir og uttan orð ella eið frå dønum um loysing. ENDAMÁL javnadarfloksins við hesum sjålvsagda tiltaki er ikki, sum Dimma sigur, »at faa en forpjusket fjer í hatten eller en hurt- igt visnende (national) rose í knap- hullet«, men bert at tryggja børnum okkara tað, ið teirra er. Tí uttan mun til, hvussu fyrimyndarligt samstarv okkara annars kann vera við annan ríkispart, má altíð liggja á okkum at byrgja fyri kanska óhepnum avleið- ingum av møguligum seinni óvænt- aðum broytingum rikispartanna millum — broytingum, sum hvørgin parturin til ta tíð kanska als onga á- virkan fær á. Hetta skilja danir, um ikki fyrr so nú, og hetta skilja eisini allir føroyingar — eisini sambands- fólk, bert ikki sambandska floks- apparatið. VIT nokta ikki fyri, at føroyingar Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Telefax: hava orsøk til at kenna seg rikari eftir yvirtøkuna av undirgrundini, um hetta ikki kemur at merkjast materielt i gerandisdegnum — men heldur ikki skeiva vegin, sum sam- bandið hóttir við, ti higartil hevur bert sambandið og ikki Danmørk hótt við fíggjarligum revsitiltøkum afturfyri yvirtøkuna. OG tá samanum kemur, átti sam- starv okkara við danir at snúð seg um annað og meira enn bert krónur og oyru. Higartil hevur helst meira flott til okkara, hóast aðrir við ávís- um rætti kanska halda tað gvugta. Men hvussu er og ikki, so eru brødrabond okkara vid danska fólk- ið helst so sterk, at hesi ikki nakran- tíð lata seg lesta av sjålvgjørdum uppsitarahóttanum um líkt og ólíkt frá sambandinum, um vit sum fólk í størri ríki halda fram á teirri tjóð- skaparleið, sum ikki kann skákast av, um vit skulu hugsa um nakra menning sum fólk — ikki sum ein- oygdir nationalistar ella »einki«, men sum tjóð við neyðugum og sjålvsøgdum tokka til tað land, okk- um varð givið — hetta land, sum vit mugu og skulu taka okkum ábyrgd- ina av. R Á — ÍR úr -. - z . Mikil håvi um einki Undir hesi yvirskriftini skrivar Dimmalætting m.a. um húsakeypið hjá SEV: Hóast undirskriftir, mót- mæli og dúgligt fundar- virksemi, fær keypið av grannskoðarabygningin- um við Landavegin ongar fylgjur fyri SEV. Eins og mamman og pápin siga „góðu børn, hatta mugu tit ikki gera aftur« tá bernini hava verið óskikkilig, tykist mannagongdin hava verið í miklu /undarrokan SEV- umbodsnevndarinnar Ú sambandi „ið keypið av grannskoðurabygningin- um við Lundavegin. Ella sum onkur annar plagar at siga: »stormur í einum: vatnglasi«. Tí keypt er keypt, og keypið fær ongar fylgjur, hverki fyri SEV ella almenna kommunala myndugleik- an. t N At úrslitið bleiv tað sum tað bleiv, ivaðust vit held- ur ikki í. Hetta er bert eitt demi afturat um, at í Fer- oyum fær einki fylgjur (um brotsverkið er í minsta lagi ein millión, væl at merkja). i Yvirskriftini eru vit ikki samd vid Dimmu i. Rætt er tad, at mikil håvi hevur verið gjørdur úr hesum máli, men hetta var sanni- liga ikki um »einki«. Málið snúði seg millum annað um, um Umboðsráðið bert var eitt eiti. Og tað vita vit nú, at tað er, og eitt húsakeyp, sum var einar sjey til átta milliónir ov dýrt. Hetta átti eisini at verið eitt slag av pengum, og ikki minst hjá SEV. Er SEV ikki tú og eg? Amts-prát Dimmalætting skrivar í oddagrein um undirgrund- arspurningin: Efter hvad det forlyder skal dreftelser nu genop- tages mellem færøske VT US S* 4 R myndigheder og rigs- myndighederne om fær- øsk »overtagelse« af undergrunden. Sagen har i nogle år verseret mellem parterne, dog uden et til- fredsstillende resultat for dem, der fra færøsk side har rejst spørgsmålet. Hvilken gavn det ønskede resultat ville bringe det færøske samfund har ind- til nu været temmelig slør- et, dog har alle mere eller mindre lesrivelsestender- ende politiske partier med større eller mindre held gjort flittig brug af spørgsmålet som valg- agitationsmoment og gjort det til en slags natio- nalt hejdepunkt, som de siger sig stile imod. Fra rigsmyndigheder- nes side er sagen blevet betragtet som alvorlig og principiel í det herskende samherighedsforhold; og regeringsledere fra for- skelligt politisk hold har hidtil givet udtryk for, at fælles ejendomsret til undergrunden er en af støttepillerne for rigs- fællesskabets beståen. Skal tad ikki vera okk- um føroyingum loyvt at hava eina meining, tå tal- an er um eitt mål, sum av »rigsmyndighederne bliv- er betragtet som alvorligt og prinsipielt«? Tå Dimmalætting sigur, at undirgrundin er »en af støttepillerne for rigs- fællesskabets bestáenÉ kann ein leggja afturat, at hetta kann heldur ikki vera orsøk til, at vit ikki tala vid danir um hendan spurning. Såttmålin Før- oyar og Danmarkar mill- um kann ikki skiljast sum hin ævigi sannleikin i ævigar tidir, men eigur at verða endurskoðaður tå annar parturin heldur tað vera beint. Ur vón og viti Skúlablaðið gevur í oddagrein politikarun- um av grovfílini. Uttan aðra viðmerking enn vónini um, at hetta kann fera til eitt orða- skifti, taka vit nekur brot: Nýggir landspolitik- arar valdir — nýtt landsstýri skipað — steðugt fleiri sparingar á skúlagkinum — tað syndarligasta við hes- um spariskrímsli er, at fáur tykist varnast, at sparingarnar níva harðast tey óseku — Bernini í skúlaaldri skulu líða undir ollum kleyvarskapinum, landsins kosnu menn hava framt í verki nú í mong ár. — Skal hetta verða gongdin framyvir, so verður lítið eftir av Fólkaskúlanum um nekur ár. — Tað er líkt til, at flestu umráðandi samfelagsligu framtíð- artilboðini verða tikin frá børnunum í hesum døgum — TAÐ SKAL JÚ SPARAST — Litil verður dugurin í øllum hesum, um tann ungi føroyingurin um nøkur år fer at ivast, hvørt hann hevur stavad bygdarnavn sitt rætt ella ikki. — Tit høgu harrar, ið råda fyri borgum, tit munnu hava svølgt bitar so stórar, at alt stendur tykkum fast í vælindi — tit hava jú av sonnum misskilt tignarligu samfelags- ligu uppgávu tykkara — tey yngstu lesandi eiga ongan lutin í egnu fávitsku tykkara — tað eru ikki bernini í samfelagnum, ið spar- ast skulu burtur — tit mugu heldur fara at sópa í egnum flóri. — „= TIT ERU LAGSTIR Í VELTUNA AT TAKA UPP EPLI, ADUR ENN URTIN ER SPROTTIN. SE