Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

pr Nr. 98 — 29. mai 1991 tíðindablaðið fekstur: Randi Myndir: Kalmar mw 5 GÓÐUR Í SÆR Lesko er góðsligur, men tað kennist kortini trygt, at hundurin er í búri í bilinum. Hundurin bara liggur í bil- inum, tí hann hevur onga serliga uppgávu hetta kvgldið. Størsta týdningin við at hava hesar hundarnar er fyribyrgingin, ti fólk hava virðing fyri teimum. Vit koyra gjøgnum býin, men har er líuð fólk at síggja. Tað er eisini seinast í mánaðinum, lónin er uppi hjá nógvum, og tá eru ikki so nógv fólk í býnum. Eisini er fólkið altíð minni fríggja- kvold enn leygarkvøld Tað ganga ikki so nógv fólk og mala úti á gøtunum longur, síðan klubt arnir fóru at hava opið langt út á morgunin. Nógv var imill- um, tá dansurin endaði, og alt kom út á gøtuna í senn. Tá kundi politiid ikki vísa seg í bili. Táeinki fólk er úti, er eisini lítil harðskapur. Tað, sum er av slíkum, er so mikið álvarsligari, halda terr. Jóan Pauli, sum er á stød- int, kann altíð kalla á bil- arnar, um okkurt er á vási. Og so letur hann frætta frá sær: Stødin hevur fingið frå- bodan um, at nøkur ung hava sitid og roykt hash í einum skyli. Vit fara å staðið, men har er einki menniskja. Í túninum liggja leivdir frá hashroyking. Vit fara víðari. A R. C. Effersøesgøtu siggja vit ein bil, id brytur ferðslulógina vid at koyra yvir "fiskabeinini”. Politist- arnir seta ferðina á bilinum upp og steðga bilinum í miðbýnum. Bilføraranum bagdi einki, men hann varð skrivaður upp og kann vænta sær rímiliga stóra bót fyri misbrotið. STEÐGAÐU NOGVUM Nakrir aðrir steðgaðir. bitar verða Bilførararnir í hesum bilunum eru allir edrúir. Ein koyrir við tveimum slitnum dekkum, ljósini eru ikki í lagi, og hann hevði ikki koyrikort uppiå sær. Hesin fær eisini bót. Minst parturin av bil- førarum hevur koyrikoruð uppiå sær. Verða bilførarar steðgaðir aftur og aftur uttan at hava koyrikortið hjá sær, fáa teir bót. Eisini um bil- urin hevur okkurt brek. Vit fara aftur á støðina, ti Petur og Lesko hava frí nú. Telefonirnar standa framvegis at kalla stillar. Ein politibilur í Klaksvík boðar frå, at hann ikki verður at hitta næstu løtuna, um nakar skal hava fatur á honum, tí teir eru á veg inn á Klaksvíkar Sjúkrahús við einum manni, sum hevur meitt seg. BLÓÐROYNDIR Nú letur hin bilurin, sum er úti í Havn, frætta frá sær. -Ringefurlæknaatkoma á stødina. Jú, teir hava steðgað ein- um bilførara. Hann hevur blást í ballónina, og nú skal blóðroynd takast fyri at staðfesta, hvussu stór pro- millan er í blóðinum. Kaj Kallsberg, komm- unulækni, hevur vakt hesa nåttina, og kemur á stødina. Hetta er hann so vanur við. Politistarnir koyra so mannin heim. Meðan teir eru úti, koma bod inn um, at ein ávirkaður maðurer íeinum bili. Politi- bilurin fer á staðið, og Kajl Kallsberg, sum fór heim fyri hálvum tíma síðan, verður aftur tilkallaður. Vit fara nú útaftur at patruljera við Krisuan Martin og Jan. Teir báðir fara inn í eini hús, har onkur vildi hava hjálp til at fáa ein mann út. Tað gongur væl. Næstu tímarnar koyra báðir bilarnir út. Teir hyggja at næstan øllum bil- um, sum koyra. Vidhvørt ringja teir á støðina og spyrja, hvør stendur sum eigari, og teir fáa svar bein- anvegin, tí vakthavandi fær upplýsingarnar úr telduni. Nógvir bilar verða steðgað- ir, men tað bagir einki stór- vegis. Fleiri rúsdrekkakoyr- arar finna teir ikki hesa náttina. Býurin er fólkatómur, og tað er ljóst fyri fleiri timum síðan.. Nakrir menn seta upp dreglar í sambandi við NFPU-stevnuna. Onkur fer Havn seinastu leygar- náu, frå vinstru: Jan Johannesen, Palli Høgnesen, Kristian Martin Joensen, Rani Wardum og Ingmar Hammer Vaktin á politistødini í st F Síða 11 Palli fram rørid, sum verður Høgnesen vísir grønt, tá åvrkadir bil- førarar blása i ballónina dinglandi heim. Næstan allir klubbarnir hava latid aftur. Á Vaglinum standa fleiri hýruvognar, ið eingin hevur nakað at gera. Summi hava arbeiði, ið byrjar klokkan seks: Tað er friðarligt næstan hverja nátt fyri tíðina, men henda nåttin var óvanliga fridarlig, helt ein av poliustunum. Hesa náttina varð Ka Kallsberg tvær ferðir til kallaður at taka blóð-