Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Stór skrúgonga byin Í dag endar 19. NFPU ráðstevnan í Havn. Klokk- an 9 í morgun heldur Lars Erik Skoglund úr Svøriki fyrilestur hann kalar Nær- samfundet for alle ár 2001 og Jon Bjørnsson úr Is- landi fyrilesturin: Hen- imod Soria Moria Slottet. KI. 10.30 tosar Elaine Johansson úr Svgríki um foreldur at evnaveikum og hvussu verður við teimum í framtíðini, og eftir eitt pallborðsorðaskifti fer danin Jørgen Husted at taka saman um. Hetta verdur kl. 14. og vid hesum er sjålv rådstevnan at enda komin. Hetta fer alt fram i itrøttarhøllini á Hålsi. Skrúgonga Klokkan 15.45 savnast allir stevnuluttakarar uttan fyri ítróttarhóllina á Hálsi og fara síðani, saman við Havnar Hornorkestri, GHM, skiilabørnum og limum úr Havnar Ríðing- arfelag i skrúgongu oman gjøgnum býin og út á bryggjuna til Norrønu. Kl. 16.45 leggur Norrøna frå landi. Siglt verdur fyrst millum oyggjarnar og síðani verður kósin sett móti Svøriki. Sjónleikur, tónleikur og list Seinastu sjónleika- og tónleikaframfgrslurnar verða eisini í dag. Í Sjón- leikarhúsinum fara Hus- bandet úr Alandi at borð- reiða við tónleiki, og íslendskur og føroyskur sjónleikur verður á palli. Hetta er eisini seinasti dagur at listaframsýningar- nar í Smiðjuni í Lítluvík, í Býráðssalinum og á Landsbókasavninum eru opnar. Opið er í Smiðjuni og Býráðssalinum frá kl. 14 til 18 og á Landsbóka- savninum frå kl. 10 til 18. Torstein Nilsen úr Noregi er vælkendur listamaður. Hann fekk sær tekniblokkin fram meðan hann sat á framsýningini í Smiðjuni Japanskur dansur á palli í Havn Síða 15 Í gjár var tónleikur í gongugøtuni. Her spælur og syngur danski bólkurin Strámændene úr Løgstør Orð: Tórfinn Myndir: Kalmar GAF