Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mai 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Jóanes Poulsen, Nordoyar Listafelag: Stórur áhugi fyri list hjá okkum Ikki færri enn 173 listaverk verða sýnd fram býráðshúsunum á Norðoyarsteynu Norðoyar Listafelag held- ur til í Býráðshúsunum. Har hevur felagið leigað eitt høli, men tá stórar framsýningar eru fyri, so verður byrådshøllin nýtt. Tá Sosialurin tosaði við Listafelagið mikukvøldi stríddust tey við at hanga myndirnar upp. Hetta er eitt stórt arbeiði, tí ikki færri enn 173 myndir verða sýndar fram. --Norðoyar Listafelag er eitt ungt felag, seks ára gamalt, og efur aldrinum eigur tað eitt rættuliga stórt savn. Nordoyar- stevnu framsyningin er nakad serligt og hon plagar at vera væl vitjad, sigur Jóanes Poulsen — Fasta framsýningin hongur uppi alt árið í hølunum hjá okkum. Vit hava ikki fastar upp- latingartíðir, men er tað onkur sum hevur áhuga fyri at síggja savnið, so bert til at seta seg í samband við ein av okk- um, ella við starvsfólkið á býráðsskrivstovuni, sigur Jóanes Poulsen. Fjøllbroytt Framsyningin i år er sera fjølbroytt, men okkara kendastu listafólk eru ikki vælmannaði. Høvudsparturin er olju- målningar, men eisini eru tekningar, vatnlitstekn- ingar (akvarellir) og vovnar myndir. —Vit skipa fyri eini 3-4 framsyningum um árið, men so er tad eisini ein- staklingar sum syna fram, sigur Jóanes Poulsen. Stórur áhugi --Norðoyingar hava stór- an áhuga fyri list, og tað eru nógv fólk, ung sum eldri, sum gera okkurt skapandi. Men sølan er ikki tann stóra. Keypi- kraftin í Norðoyggjum er ikki tann sama sum i hóvuðsstaðnum, men vit síggja, at tá listaverk eru biliga til sølu, so verður keypt ófórt, sigur Jóanes Poulsen. jústinus Jóanes Poulsen, formaður í Norðoyar Listafelag skipar fyri, at framsýningin á Norðoyarstevnu kemur upp at hanga. Mynd Olivur Nr. 100 — 31. mai 1997 "Vilja ikki gjalda“ —og vit mugu selja fyri spottprís, sigur Lisa Waag, formaður í Norðoyar Heimavirki Inni á Heimavirkinum. Mynd: Olivur -Føroyingar duga ikki at virðismeta føroyskt hond- verk, teir eru vanir at fáa einar hosur og onnur pløgg fyri einki frá mammu ella ommu, og tí mugu vit selja fyri spottprís, sigur Lisa Waag, formaður í Norðoyar Heimavirki. Lisa heldur, at tað er óhugaligt hjá føroyskum kvinnum, at tilvirka pløgg burturúr ull, tá samsýn- ingin fyri stríðið er so litil. Her má koma ein broyting í og prísurin má upp, heldur hon. --Tað er eisini skomm at síggja hvussu føroyingurin fer við ullini. Ongin prisur og hon liggur bert onkunstadni og fúnar um hon ikki verður koyrd burtur beinanvegin, sigur Lisa Waag. —Vit vita at okkara grannalond, eitt nú Het- land og Ísland hava stóran ídnað innan tilvirkan av ull. Eg havi sum umboð fyri heimavirkir vitjað á ymiskum framleiðslustøð- um í Íslandi. Og har sá eg hvussu nógv vit hava eftir at læra. Somuleiðis eisini í Finlandi, sigur hon Illa samanskipað --Tað gongur heldur ikki væl at selja til útlendsku ferðafólkini, sum vitja Norðoyggjar. Oftast gong- ur leiðin beinleiðis av Ternuni og norður á Viðareiði, so ferðafólkini koma als ikki framvið hjá okkum. Her er talan um vánaliga samskipan mill- um ferðamannavinnuna og heimavirkið. Vit hava tosað um at seta eina sélubúð upp vid ferjuleguna, har Ternan leggur at, men hetta er enn Adelborg Linklett passar sólubúðina. Mynd: Olivur ikki endaliga stóða tíkin = kunnu til, sigur Lisa Waag. snid- Heimavirkið hevur opið um. alla nordoyarstevnuna og pløgg til føroysk klædi fåast i øllum jústinu.