týsdagur 18. mars 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 53 - 18. mars 2003
Nr. 53 - 18. mars 2003
41
Starvslesandi í London
og Brússel
(Stagiaire)
Søkt verður eftir lesandi til ávikavist sendistovu Føroya í Bretlandi (London) og
sendistovu Føroya í Evropasamveldinum (Brússel).Starvstíðin er frá september
2003 til februar 2004 ella fyri lestrarhálvárið.
Uppgávur
Tann starvslesandi verður partur av dagligu arbeiðsgongdini á avvarðandi
sendistovu, serliga við atliti at samskifti viðvíkjandi handli og fiskivinnu.
Førleikakrøv
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi føroyingur við hægri háskúla, sum í
minsta lagi hevur útbúgving á bachelor stigi.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna
arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.Umsøkjarar
eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.
Starvsstaðið
Starvsstaðið verður ávikavist Sendistova Føroya í Bretlandi, 55 Sloane Street,
London SW1X SR ella Sendistova Føroya í Evropasamveldinum,Rue d’Arlon 69,
B-1040 Brussels. Sendistovurnar eru skipanarliga samrunnin partar av
Løgmansskrivstovuni.
Setanartreytir
Størvini eru skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á
staðnum og er ólønt; men viðbót verður latin eftir nøktandi uppihald.
Møguleiki er at søkja um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Stuðul verður
veittur til bústaðarútreiðslur.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Herluf Sigvaldsson,
deildarstjóra í uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, tlf.351010, ella til John
Rajani, sendimann í London, tlf. +44 (0)20 7333 0227 ella til Hákun J. Djurhuus,
sendimann í Brússel, tlf + 32 (2) 233 08 55.
Umsóknir
Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli verða at senda
Løgmansskrivstovuni
Tinganesi
FO-100 Tórshavn
Telefax +298 35 10 15
t-postur: info@tinganes.fo
og skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. apríl
2003.
Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni. Hon fevnir millum annað um uttanríkistænastuna við
uttanríkisdeild og sendistovum í ávikavist Bretlandi,Danmark og Evropasamveldinum og situr fyri málum,ið eru løgd
til løgmann sambært stýrisskipan Føroya umframt uttanríkismálum.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Skráseting Føroya hevur í dag
skrásett niðanfyri standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3519
Navn: Sp/f Grevstur
Adressa: Torfinsgøta 6B, 100
Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 30.01.2003
Viðtøkudato: 30.01.2003
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: Kontant
kr. 80.000,00 til kurs 100.
Stovnari: Allan Gulak
Jacobsen, Klaksvíksvegur 65,
700 Klaksvík.
Stjórn: Allan Gulak Jacobsen,
Klaksvíksvegur 65, 700
Klaksvík.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift av
einum stjóra. Grannskoðari:
Sp7f Agnar á Dul, Gerðagøta
31, 700 klaksvík.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
30.01.2003 - 31.12.2003
Endamál: Endamál felagsins
er: Entreprenørvirkið v.m.
Skráseting Føroya tann 17.
mars 2003
Kristin Balle
_______________________
Umboðsval
Sambært § 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til val
hósdagin 15. apríl 2003.
4 umboð í Tórshavnar valdømi, 1 umboð í Hests
valdømi og 1 umboð í Kaldbaks valdømi eru upp á
val.
Uppskot til umboð skulu skrivliga verða sjúkrakass-
anum í hendi ikki seinni enn 1. apríl 2003.
Havnar Sjúkrakassi
Sosialurini
-tað loysir seg
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Sjúkrarøktar-
frøðingar
Deild A – kirurgisk seingjardeild
Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing í
barnsburðarfarloyvi frá 01.05.03 til 31.12.03.
Arbeiðstíðin er 40 tímar pr. viku í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv:
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Fakligan áhuga innan kirurgiska sjúkrarøkt
Góð samstarvsevni
Ynskiligt er við royndum innan øki
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Sjúkrarøktarfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmála-
ráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Onnu
Løwe Sørensen, deildarleiðara telefon 455463 lokal
519 ella Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu lokal 106.
Deild M – Medicinsk seingjardeild
Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing
frá 01.05.03 til 30.04.04. Arbeiðstíðin er 32 tímar pr.
viku í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv:
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Fakligan áhuga innan medicinska sjúkrarøkt
Góð samstarvsevni
Ynskiligt er við royndum innan øki
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Sjúkrarøktarfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmála-
ráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Synnøvu Hansen, deildarleiðari telefon 455463
lokal 403 ella Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu lokal
106.
Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og
møguligum viðmælum skulu sendast til:
Klaksvíkar Sjúkrahús
Umsjónarmaðurin
FO-700 Klaksvík
Pedagogur
Søkt verður eftir pedagogi til ein stovn við 30
børnum í aldrinum 3-7 ár. Starvið er 30 tímar um
vikuna á einari stovu við 15 børnum. Starvið verður
at seta sum skjótast.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedag-
ogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvið er lønt á lønarstigi 10-15.
Nærri upplýsingar um starvið og stovnin fáast við
at venda sær til leiðaran.
Umsókn saman við avritum av prógvi og viðmæl-
um verður at senda stovninum í seinasta lagi týs-
dagin 01. apríl 2003.
Um eingin pedagogur søkir starvið, verður hjálpar-
fólk sett 25 tímar um vikuna í tíðaravmarkað starv.
Barnagarðurin Vípan
Vípuvegur 3
100 Tórshavn
Tlf. 31 75 35
Hús í Klaksvík
til sølu
Húsini á Stoksoyravegi 25 eru til sølu um hóskandi
boð fæst.
Tlf. 456741 og 268325
Bakaralærlingur
Okkum tørvar ein raskan bakaralærling.
Hevur hetta tín áhuga so ring ella skriva til:
Pf. Frants Restorff
Tórsgøta 13 · Postsmoga 41
110 Tórshavn · Tlf. 311060
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
41
40