Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mai 1991síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

at samstarvið millum tey avvarandi og starvsfólk eigur at vera nógv betri. Her hava vit verið eftir- bátur, men hetta verður helst betri nú. -Vit fáa ikki loyst allar trupulleikar við at tað al- menna bert pumpar pengar inn í skipanina. Í fyrsta lagi eru ikki pengar ul tað, og aðrar og helst betri loysnir eiga eisini at verða royndar. Vit mugu skipa arbeiðið soleiðis, at tað ikki bert eru starvsfólk og foreldur, sum hava eina ábyrgd, men vit øll - landspolitiskt, kommunal- politiskt og hvør einstakur. Nógv arbeiði lagt í Finnur Helmsdal heldur, at stevnan hevur gingið heilt væl, men her hevur nógv arbeiði verið lagt í langa tíð frammanundan. Tað sum Finnur Helms- dal Sigur seg vera eina best nøgdan við eru mentannar- tiltókini. Hesum høvdu fýra fólk sett sær fyri at standa fyri. Umframt Finn- ur vóru Jórun Poulsen, Anna Suffía í Brekkunum og Heri Kragesten í bólk- inum. Í hesum tiltókum fingu tey menningar-tar- naðu sjálvi góðan møgu- leika at vera við , og tað dåmdi i væl. Just hetta var jú eisini ein av høvudsætlanunum við stevnuni, leggur Finnur aftrat mum Síða 21 Umvæla graslikis- vøllin í Runavík Tveir mans frá donsku fyritøkuni Villadsen eru í hesum døgum og gera onkrar smærri umvælingar í sambandi við viðlíka- haldið av graslikisvøll- inum í Runavík. Vøllurin í Runavík er av slagnum Desso, og er hann ein av teimum, ið hava sand í. Hann varð lagður á fyri trimum árum síðani, og nú var so hildið, at hann trongdi til onkrar smærri åbøtur. Nøkur av skeitunum verda nu gjørd av nyggj- um, so tey skulu vea so sterk sum gjøligt. Vælnøgdir vid vøllin Annars hava runaviking- ar verid vælnøgdir vid vøllin, ið er av sama slagi sum vøllurin i Sandavågi, sum er nakad yngri. Ikki færri enn åtta åra trygd fyri góðsku verður latin einum Desso-vølli, so hetta skuldi verið eitt gott undirlag hjá fótbóltsspæl- arum í Runavík at íðka itr- Óttin á. Í nøkur ár er annars ikki gjørt so nógv við økid kring vøllin, men nú eru munandi betri parkerings- umstødur við síðuna av vellinum, og eisini verða nú ljóssteyrar settir upp, so spælast og venjast kann á vellinum, um skýming er. Av ti at eingi ljós hava verið áður, hevur NSI noyðst at lána vøll frå toftamonnum, tá myrkast er. Arbeiðið við ljóssteyr- unum er tó ein longri søga, sum væntandi fer at strekkja seg yvir eini tvey ella trý ár. Tá skuldu so seks ljóssteyrar við góðum ljóskastarum verið settir upp í Runavík. hj. Tveir mans frá donsku fyritgkuni Villadsen eru í hesum døgum og gera ymsar smærri á- bøtur á graslikisvøllin i Runavik. Mynd Hilmar Jan