fríggjadagur 31. mai 1991síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 100 — 31. maí 1991
Í KÍ vann við
Klaksvíkingar vunnu fyrsta sigurin í nervakend-
um leiki, sum Allan Mørkøre bleiv vistur út úr
KI-HB 3-2 (1-2)
0-1 Gunnar Mohr (8.)
1-1 Todi Jénsson (24.)
1-2 Gunnar Mohr (31.)
2-2 Petur Hans Joensen (50.)
3-2 Karl Marius Poulsen (54.)
Tey, ið valdu at sita
frammanfyri sjónvarps-
skýggjan í staðin fyri at
fara til fótbóltsdyst í
Klaksvík, mistu nógv.
Ikki tí KÍ-HB-dysturin
var betur leiktur enn
europa cup finalan, langt i.
frå, men heldur ti åskodar-
arnir fingu drama og
spenning, so tað forslå:
Tvey gul og eitt reytt
kort, fimm mål, upplagdar
målmøguleikar og ikki til-
ætladar stødur. Og sum
dessert kundu tey í sjón-
varpinum síggja ell málini
í finaluin!
HB stríddist síðstu 20
min. fyri útjavningini. At
teir eftir at Allan Mørkøre
var rikin av velli (tvey gul
kort) vóru 11 móti 10, gav
nógv pláss, tí KÍ í mestan
mun pakkaði seg saman
kring egnan brotsteig,
men burtursæð frá spent-
um steðum kring Jákup í
málinum, kom ikki meira
burturúr.
Stersta meguleikan í
hektisku endaletuni fekk
KÍ og Karl Marius, eftir
at teir báðir, ið stóðu fyri
bestu einmansavrikunum
á vellinu, Todi og Trúgvi,
hevdu leikt hann leysan
Trinni hornaspørk fingu
toftamenn í einum taki.
Báðar tær fyrstu ferðirnar
var Aksel Højgaard hægsti
maður. Fyrru ferð skallaði
hann á yvirliggjaran, og
seinnu ferð stóð Sofus á
strikuni og tók ímóti í
síðstu løtu.
Tridja hornasparkinum
tók Petur Amon Dalbø sær
av, og so var hesin vandin
avhasaður.
Ikki klók útskifting
B68-venjarin gjørdi helst
ein litlan brølara, tå hann í
70. minutti tók Ingolf Pe-
tersen út, tí hann hevði hó-
ast alt verið mest skapandi
spælarin á B68-liðnum, tað
sum farið var av dystinum.
Nú dovnaði B68 meira
burtur, og tá so Hans Han-
sen seinni eisini varð tíkin
út, var hvorki saft ella
kraft eftir í toftaliðnum.
Tá eitt gott korter var
larid, fekk B36 eitt skjótt
álop í lag, og endaði tað
við, at Bogi Jacobsen
spældi Jákup Símun frían,
og syrgdi hann skjótt fyri
at skjóta bólin í netið. Og
hesaterd varð málið góð-
kent!
Ein minutt seinni royndi
Piddi (Dånjal Petur Johan-
en) seg við einum knall-
hørðum skoti frá 16-metr-
inum, men Olaf Magnus-
sen í B68-målinum bjarg-
aði í stórum stíli.
Annars royndist Piddi
nokk sum ein hin frægasti
pælarin hjá B36, og fleiri
'crdir fekk hann við skjót-
um og neyvum driblingum
sett B68-verjuni grå hår í
høvdid.
Heppin endabrestur
Fimm minuttir fyri dyst-
arlok fekk B36 so tað sein-
asta og avgerandi málið, ið
so sanniliga eisini var
hepnari, enn tað hevði
loyvi at vera.
B36 fekk horna i vinstru
sidu, sum Kåri Reynheim
skjeyt inn fyri målid.
Har gjørdist tað Jens
Christian Hansen hjå B36,
ið fekk sett høvdid á bólt-
in, sum á leiðini til máls
tók í Edmund Jacobsen, so
Olaf varð fullkomuliga
snyttur.
Men toftalær ella ikki, so
fegnaðust B36-ararnir nú
av álvara, tí nú var tann
ovurgreiði oddasessurin
tryggjaður, tí neyvan
mundu toftamenn megnað
at fáa try mál eftir fimm
minuttum.
Tað fingu teir heldur
ikki, men eitt mundu teir
so fingið, tá verja og mál-
maður hjá B36 ikki fingu
steðga einum toftamanni.
Men á strikuni stóð
Tummas Eli Hansen og
fekk ruddað upp, meðan
seinasta bríkslið úr floyt-
uni hjá Nemusi hoyrdist í
Gundadali.
Ein sigur, ið kanska var
heppin, men sum so við og
við ikki kundi sigast at
vera annað enn uppiborin,
hóast kanska nakað stórur.
B68 hevði sína vitjanar-
tíð í fyrra hálvleiki, men
hon varð ikki brúkt, og so
var enn eitt tap veruleiki.
hj.
Uni Arge, HB og Jan
Joensen, KÍ kappast
um bóltin í botndyst-
inum í Klaksvík miku-
kvøldið. Mynd: Jens
Kristian Wang
við Kaj Loe, sum bjargaði
við fótparadu.
Einki hugflog
Týðuligt var, at bæði lið-
ini vóru niðurbundin av
nervum frá fyrsta bríksli
hjá frálíku getu trioini, og
leikurin bleiv tískil eyð-
kendur av mistaki oman á
mistak. Serliga bilti hjá
heimaliðnum fyrra hálv-
leik. Ilt var at síggja, hvat
taktikkurin var, og oftast
varð bólturin mistur kring
miðlinjuna, har HB verjan
og miðvellurin víðgyrdu
seg.
Heimaliðið bjóðaði ikki
til at spæla upp um ella út
um HB-múrin, og at missa
bóltin á veg í álop er
strevið og gevur vanda-
miklar steður. Annað HB
málið kom eftir KÍ bólttap
Síða 23
í vinstru síðu. Gunnar
strýkur avstað og heggur
til innvið næsta stólpa úr
12 metra fjarsteðu. Jákup
kemur ikki niður, tí hann
noyðist at taka fet úr mál-
inum fyri at verja fyri
væntaðum tverbólti til
leysa Andreas F. Hansen.
Hesin seinast nevndi
var arkitekturin aftanfyri
0-1 málið: Eftir langt
horna úr vinstru síðu
hongur hann væl uppi og
stútar fyri føturnar á
leysa Gunnari. Hetta var
eftir 7 min., og KÍ kendist
góða letu lamt. Tað
hjálpti tó, tá evnaríki Todi
(leikti í álopinum) mið-
skeiðis í hálvleikinum við
góðum einmansavriki
spretti HB-verjuna upp
og skoraði.
Skuldi KÍ venda dystin-
um kravdist mál beinan-
vegin eftir steðgin, tí tíðin
arbeiddi fyri HB. Og KÍ
fekk beinanvegin í 2. hálv-
leiki tvinni mál: Fyrst tá
Petur Hans úr vinstru
setir flatt fríspark í kass-
an, og síðani tá Karl Mari-
us stútar innlegg úr hegru
frá evnaríka debutantin-
um Jan Andreassen í
bleytum boga upp um Kaj
Leo, ið var á veg út. Eyka
landsliðsmálverjin kend-
ist ongantíð sannferandi í
arbeiðinum úti í brotsteig-
inum.
Sjálvsálit
restar
Einki er at ivast í, at á
báðum liðunum eru leikar-
ar, sum megna at vera við
á hægri steði, enn teir vísa
í letuni. Trupulleikarnir
eru nervar og restandi
sjálvsálit.
Hetta gevur seg til
kennar m.a. í, at teir eru
fáir — hjá HB eingin —
sum torir at fáa mótsteðu-
mann lagdan aftur um og
harvið rúmka um megu-
leikarnar fyri samanspæli.
Hinvegin skulu havnar-
menn hava rós fyri, at teir
miðvíst royna at enda
hvert álop, m.a. Uni á mið-
vellinum hevði fleiri dund-
ur skot. Skal nakað spyrj-
ast burturúr, so skal hald-
ast fram við hesum í Vági
sunnudagin.
Hjá KÍ gera tey bæði
stigini og B68-tapið móti
B36 kanska, at leikararnir
vera eitt vet meira frí-
gjørdir og skipaðir norð-
oyastevnuaftan móti B68.
-Dn-
Søgan endur-
tekur seg
Eins og ÍF, TB og B71 gjørdu tað eftir
FM-år, er HB í nidurflytingarvanda
HB sær ut til at endur-
taka føroyameistarasøg-
una hjå IF, TB og B71.
Felags fyri liðini hevur
verið, at tey eitt árið
vunnu feroyameistara-
heitið, og at tey árið eftir
fluttu niður í 2. deild.
Kappingin er framvegis
ung, men tað er ein sann-
roynd, at HB er í svárastu
kreppu, teir nakrantíð
hava verið í, síðani farið
varð undir upp- og niður-
flyting millum ymsu
deildirnar miðskeiðis í
sjeytiárunum.
Longri tíðin gongur og
fleiri dystirnir upp í slag
gerast, har einki stig fæst,
sterri gerst forvitni at
síggja, hvat gjørt verður.
Týðuligt er, at tað verð-
ur arbeitt við trupulleik-
unum. Við steði í vánaliga
verjuleikinum móti GÍ
vóru broytingar gjerdar
til KÍ dystin: Niels Pauli
leikti aftastur og framm-
an fyri hann vóru Grímur
og Niels. Bogi var á høgra
vongverja, Niclas vinstru
megin, Gunnar og Andre-
as lógu heilt frammi, og á
miåvøllinum vóru Uni,
Leivur og Ingi. Ivan og
Petur Slyne vóru settir
inn út í 2. hálvleik, meðan
Jan Dam sat uttanfyri
vegna leikbann.
Venjarin hjá HB eitur
framvegis Jógvan Norð-
búð, men tað er uttan iva
ein bági, at hann í hálv-
leikssteðginum ikki kann
tosa við sínar menn.
Hevði hann kunnað tað
mikukveldið, var uttan
iva prentað inn í teir at
halda fast um verjuleikin
kring miðlinjuna. At HB
liðið ótilvitað trekti seg
eitt vet aftur fyrstu let-
una eftir steðgin, gjerdist
teirra vanlagna. Ikki
minst tí markeringarnar í
afturtrektu steðuni ikki
vóru nakað at reypa av.
Trupult í Vági
Tað er ávíst sannlíki fyri,
at føroyameistararnir eis-
ini eftir komandi viku-
skifti eru afturlanterna.
Dysturin er á útivelli móti
VB, sum sær út til at
megna at halda fast um
avráddan taktiskan leik.
Tað kendist á útivelli móti
NSÍ, at einki er at ivast í,
at Jóannes Jacobsen
hevur sínar meiningar um,
hvussu felagið, hann er
uppaldur í, skal fáa enn
eitt skot fyri bógvin!
Í fjor vann VB 3-1 á HB
í Vági, í 1989 var javnleik-
ur 1-1, meðan HB í 1988
og 1987 vann ávikavist 2-
1 og 2-0.