Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rå in så ningar og lærara á Føroya Húsarhaldsskúla i Klaksvík: Aftast vinstrumegin síggjast: Eyðdis Johannesen, oroyri, Heidi Pedersen, Kollafirði, Maibritt Guðjónsson, Klaksvík, Jonhild Henriksen, faklærari í føroyskari matgerð. Eyð Joensen, Viðarreiði, Turid Højgaard, Fuglafirði. Fremst vinstrumegin: Metha Dahl, Klaksvík, Donna Baldwin, Klaksvík, Bodil Jørgensen, leiðari á skúlanum, Ingun Mørkøre, Klaksvík og Laila Kjærbæk Signabø Storur áhugi fyri skulanum - nú ungfólk ikki hava so nógv arbeiði í boði, sigur Bodil Jórgensen, leiðari á Húsarhald- skúlanum í Klaksvík Um stutta tíð - 7. juni, endar várskeiðið á Føroya Húsarhaldsskúla í Klaks- vík, har níggju kvinnur hava búð og fingið undir- vísing innan matgerð og hondarbeiði. Bodil Jørgensen, leiðari á skúlanum seinastu átta árini sigur, at tað er Ójanvt, hvussu nógvir næmingar hava verið á skúlanum, men at tey í mesta lagi kunnu taka 16 næmingar inn, av tí at næmingarnir skulu búgva á skúlanum. - Tað hevur tó ongantíð verið nakar trupulleiki at fáa nóg nógvar tilmeld- ingar, men tá vit fóru undir várskeiðið hesaferð, noy- ddust vit at seta prísin upp frá 5.000 til 8.000 krónur Játtað stuðul úr landskassanum Tad var kanska ein av orsøkunum ul at so fáir næ.ningar vóru hesaferð. - Eg kann tó upplýsa, at vit hava fingið játtað stuð- ul úr landskassanum so- leiðis, at prísurin aftur verður 5.000 krónur , tå vit byrja aftur 5. august í ár. Eisini næmingarnir á várskeiðnum, fáa pening aftur soleiðis, at teir kortini bert gjalda 5.000 krónur. Hava tit fingið nógvar tilmeldingar til komandi skeið? - Higartil hava 13 næm- ingar melda seg til heyst- skeiðið, og nú eru bert trý pláss eftir. Er áhugin fyri at sleppa á Húsarhalsskúlanum vaksin, nú ungdómurin hevur so torfóri vid at fáa arbeiði? i Í: - Ja, tað er heilt greitt. at At sammeta við háskúlaskeið Fyrr var vanligt at fara til Danmarkar t.d. á háskúla, men hesir møguleikar eru kanska ov kostnaðarmiklir hjá foreldrunum í dag. - Flestu næmingarnir, sum fara undir heyst- skeiðið komandi, eru ung- ar gentur, ið fara úr 10. flokki í ár. - Hetta er eisini ein góð byrjan at fara heimaífrá. Næmingarnir búgva á skúlanum og kunnu sostatt venja seg við at at búgva einsamgll. Hvat læra næmingar á húsrahaldsskúla? - Taðer at sammeta við háskúlan. á tann hátt at næmingar fáa innlit í, hvussu tað er at arbeiða í køki. T.v.s. at tað kann vera ein byrjan ul útbúgv- ing sum økonoma ella køksmedhjålp. Eisini læra næmingar ymisk hand- arbeiði. Næmingarnir fara ikki upp til prévtøku, men teir fåa eitt skjal og vidmæli frå okkum, sum prógvar, at tey hava luttikid å skeiðnum. Framsýning og nátturðaborðhald Týsdagin 4. juni verður framsýning av handarbeiði á Føroya Húsarhaldsskúla í Klaksvík, har næming- arnir sýna fram úrslitið av tí, sum teir hava lært á skúlanum. Hetta er broderí, seym- ing, leðurseyming, føroysk bond, hekling, binding, silkimåling, knyting og patchwork. Framsyningin verður frá kl. 16 úl 21. tiA ingarnir ha matgerð ber ikki til at Tidindaskriv frá A.I. Føroya Deild: Nr. 101 — 1. juni 1991 søku Í mars mánað heitti Amnesty International á S.T. og øll lond við å- virkan í Kuwait um at verja palestinarar og aðrar arabarar móti hevndaratgeråum i kjalarvørrinum å flogvakrignum. Summi stóðu fyri skotum av tí, at tey vóru undir illgruna fyri at hava arbeitt saman við iraki hermonn- helst bara tey vóru pale- Sambært frá- greiðing frá einum, ið var hjástaddur. varð ein sudanesi avrættað- ur á opnari getu av vápnaðum kuwaitum. Fleiri hundrað palestinarar skulu vera handtiknir og settir fastir eftir at irakiski herurin tók seg aftur úr Kuwait tann 26. februar. Hernaðar- myndugleikarnir í Ku- wait vístu nógvum palestinarum burtur til Irak, vanda stinarar har vóru i fyri at verða píndir ella avrættaðir. Fleiri av Ø teir teimum, ið vórðu latin leys aftur eftir at hava sitið í eina viku ella so, segdu at tey vóru sligin við KUWAIT Dráp og píning í hevni- stavum og riflum, fingu ravmagnsstoytir og vórðu brend við sigarettum meðan tey vórðu avhoyrd. Tað vóru bæði vápnað sivil- fólk og kuwaitiskir her- menn, ið stóðu fyri hes- um yvirganginum. Amnesty Internatio- nal heitti å avvardandi lond um at verja pale- stinarar og onnur i vanda fyri at veråa dripin ella pind i Ku- og bad um, at óheftar kanningar vórðu settar í verk av teimum mannarætt- indabrotum, ið frá- segnir gingu um. Heitt varð somuleiðis á S.T. um at tryggja ellum íbúgvum í Kuwait, at teirra mannarættindi verða vird. Amnesty International heitti eis- ini á stjórnina í Kuwait um at loyva altjóða Reyða krossi atgongd til allar fangar beinan- vegin og ikki at burtur- vísa fólki til lond, har tey vóru í vanda fyri mannarættindabrot- um. Myndugleikarnir í Kuwait hava sýtt fyri at palestinarar eru illa viðfarnir. wait TEKNISKIR HJÅLPARAR Frålæran til tey, ið ætla at útbúgva seg til TEKNISKAN HJÁLPARA byrjar 5. august 1991. Upptøku-umséknarblød og nærri upplysingar fåast vid at venda sær til skrivstovu skúlans. Umsókn um upptøku má verða skúla- num í hendi í seinasta lagi 17. juni 1991. Tekniski Skúlin í Tórshavn Térsgøta 21, 100 Torshavn, Tlf. 11957 SKIDG SU! ram: H 1 ry » « ” | skuianum Seinasta skula har borðreitt verðu; 1, Sum Nnæming arnir hava gjørt. Dagny