týsdagur 4. juni 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102
4. juni 1991
Sundstein um hagtølini
Gott urslit
Roknar vid yvirskoti å gjaldsjavnanum i
år
Hagstovan hevur gjørt
peningavidurskifti Føroya
mótvegis útlondum upp
fyri farna árið.
Minus 277
mió. krónur
Samtalda uttanlandsskuld-
in er gjørd upp til 11,8
milliardir krónur. Ognin
uttanlands er gjørd upp til
3,3 milliardir krónur.
Tå ognin uttanlands
verdur drigin frå samtaldu
skuldini, fæst nettouttan-
landsskuldin; hon var 8,6
milliardir vid årslok 1990;
hetta er ein vøkstur uppå
151 milliónir í mun til við
árslok 1989.
Tá kursbroytingar 0.a.
verða tiknar við, ber hesin
vøksturin í uttanlands-
skuldini vid sær eitt hall
stórt 277 milliónir krónur
á leypandi postunum á
gjaldsjavnanum.
Skarvslop
Hagstovan leggur dent á,
at tølini skulu takast við
fyrivarni; tey verða endur-
skoð um eitt ár.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum Jógvan
Sundstein er væl nøgdur
við tølini, sum fyriliggja
og roknar tey sum eitt
positivt úrslit av poli-
tikkinum hjá undanfarnu
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum fekk krím
eftir fótbóltsdystin á
Nordoyastevnu, men tað
vikar ikki, at hann er
fegin um tølini frá Hag-
stovuni. - Tølini boda
frå, at vend er um at vit
fara at fåa eina vend i
búskapinum tann posi-
liva vegin, sigur Jógvan
Sundstein
Mynd: Kalmar
samgongunum.
- Minkingin av gjalds-
javnahallinum úr 1,6 mia.
krónum í 1988, í umleið
800 mió. krónur í 1989 til
einans 277 mió. krónur
1990 er gott, hóast tað er
hart fyri land og fólk, sum
hann tekur til.
Jógvan Sundstein roknar
við, at gjaldsjavnin verður
positivur í 1991. Innflutn-
ingurin er framvegis
minkandi, men tá nakað er
fráliðið verða helst fleiri í-
Síða 5
løgur gjørdar við eftir-
fylgjandi vøkstri í útflutn-
inginum.
- Men vit mugu ansa
okkum, at vit ikki yvir-
upphita búskapin sum tað
hendi fram til 1988, sigur
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum.
- Bæði føroyskir og
útlendskir lånveitarar
mugu vera púra klárir yv-
ir, at teir ikki kunnu rokna
við lánum ella vedhøldum
úr landskassanum, leggur
hann aftrat.
Einki úr Tinganesi
- Teir kunnu einans leggja
beinleiðis handilsligar
metingar til grund, tá teir
meta um lániumsóknir, og
tað var ikki gjørt í llum
fórum árini herfyri, sigur
Jógvan Sundstein, sum
sjálvur upplivdi positivan
javna um vikuskiftið: 8-5 í
fótbólti saman vid ting-
monnum ímóti býráðs-
limum á Nordoyarstevnu.
ówh
Byggingin í Tórsbyrgi
Fyri á
Á rættartingi í dag skal
Tórhavnar Kommuna
leggja svarrit fram fyri
húsaeigarar í Tórsbyrgi.
Umleið helvtin av húsa-
ánaranum hava stevnt
kommununi og kravt end-
urgjald fyri brek í sam-
bandi við byggingina av
húsunum í býlinginum.
Størstu krøvini eru uppá
reiðiliga 200.000 krónu“
fyri hvort húsið. Krøvini
eru grundað á eina sera
rúgvismikla frágreiðing,
á rættartingi
ið sýns- og metingar-
menninir Mortan Winther
Poulsen og Preben Han-
sen, verkfrødingar, hava
latið úr hondum. Teir eru
útnevndir av rættinum
eftir tilmæli frá ávikavist
húsaeigarunum og Tórs-
havnar Kommunu.
Eigararnir royndu upp-
runaliga at koma ásamt
við býráðið um at sýna
byggingina; partarnir
skuldu eftirsíðan koma
ásamt um endurgjald.
Hetta vildi kommunan
ikki ganga vid til, og tí
stevndu eigarar kommun-
uni.
Kravið frá eigaranum
liggur einans á kommun-
uni, ið hevur selt húsini.
Nú málið er farið í rættin
hevur kommunan tengt
fyritøkuna, ið bygdi býl-
ingin, uppí rættarmálið:
verður kommunan dømd
at gjalda, verður kravið
sent byggifyritøkuni.
ówh
Ókeynis at flyta lestrarlån
Danski staturin veitir
trygd fyri lestrarlánum,
sum verða tikin í donskum
peningastovnum. Hetta
ger, at kapping er millum
peningastovnarnar um at
veita lestrarlán.
Hósdagin varð uppaftur
meira kapping millum
peningastovnarnar
hesi lán. Tá tók Fólka-
tingið av stempulavgjald-
ið fyri flyting av láni úr
einum peningastovni í
annan. Hóast avgjaldið
bert er 3 promilur ella 300
krónur fyri hvgrjar
100.000 krónur, so verður
yvirhøvir roknad við, at
tað hevur tálmað huginum
at flyta lánini í peninga-
stovnar við lægri rentu.
Danski statskassin
missir væntandi 1-2 mill.
krónur í sambandi við av-
tøkuna av hesum avgjald-
inum.
140 cm breitt
475 kr. meturin
Vit hava eisini møtla-
og vestatoy úr Skot-
landi, umframt toy til
Jyriklød og turrikloð
tlf. 14005
Seymiskrínið
Niels Finsensgøta 16
Toy til føroyskt skjurt!
Vovid í Skotlandi til endamálið,
undir kønari føroyskari veg-
leiðing. Sera væl egnað!