hósdagur 6. juni 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Steðurnar
Tíverri hóvdu onkrar villur sníkt
seg inn í stóðunum í blaðnum
týsdagin. Men her eru so tær réttu
stóðurnar — við villunum rættaðum.
Stóðan, 1. deild menn
B36 6 600 6 12
TB. 6 4 1 1 118 9
NSI 6 3 1 2 7-7 7
MB 6 2 2 2 54 6
GI 6 2 2 2 mm(H-ål 6
VB 6 13) 9.85 5
KI 6 1 3 2 b7 5
HB 6 204 1013 4
Sumba 6 1 134 8-13 3
B68 6 033 5.12 3
Stóðan, 2. deild menn
B71 6 60 0 153 i?
Royn 6 330 146 1
ÍF 6 330 15 5
SÍF 6 411 M.7 9
Skála 6 222 1040 s
GÍ 6 132 SS Ss
KÍ 6 114 #16 3
LÍF 6 114 Mn 53
Streymur 6 1 1 4 315 3
SÍ 6 015 768 í
Stóðan, 3. deild menn
HB 6 600 203 n
NSÍ 5 500 145 10
ÍF 6 G4 IT 134 9
B36 6 303 149 6
TB 6 303 1016 6
B68 6 204 109 á
EB 5203 DP 4
AB 6 123 ér 4
KÍ 6 114 6 3
Fram 6 006 316 O
Stóðan, 1. deild kvinnur
ÍF S 410 17.3 9
HB S SI iI 152 7
B36 Ss 221 92 6
Skála s 3032 %8 6
KÍ $ 212 36 5
EB E 205 40 4
VB S 113 78 3
MB $ 005 0230
Stødan, 2 deild kvinnur
NSÍ
5 401 132 8
EB Ss 401 113 8
GÍ 5 311 165 7
Sumba 4 301 97 6
B36 S 212 700 5
Skála $ 104 313 3
B71 4 013 45 i
HB S 014 LD i
Nr. 104 — 6. juni 1991
Hans Jákup Andreasen, venjari og formaður í Skála Ítróttarfelag:
Vit taka unglingalið ;
okkara ur kappingini
Sum ellum kunnugt hevur
Royn kært hendan dystin, ið
endaði 1-1. Kæran snýr seg
um, at Skála hevur brúkt ein
leikara, ið hevði fingið reytt
kort í unglingadysti hós-
kveldið fyri. Nú er so dómur
fallin, hvar Dómsnevndin
demir Skála at tapa dystin,
sjálvt um Skála ikki sjálvt
hevur brotið nakrar reglur í
fótbóltslógunum. Tá ið tað
eru fleiri ting í hesi kæru og
teimum skrivum, Hilmar Jan
hevur havt í Sosialinum 7. og
29. mai, eg eri ónegdur við,
„vil eg tí koma við nekrum
viðmerkingum hesum við-
víkjandi.
At kærur verða sendar
kappingarnevnd og dóms-
nevnd er í dag vorðið dagligt
innan fótbóltin í Feroyum.
Átaluvert er tó, at felag, ið
kærir, ikki heldur seg til
sannleikan í rettum ítróttar-
anda. Hetta hevur Royn ikki
gjørt. Í báðum skrivum hjá
Hilmar Jan í Sosialinum
verður nevndarlimur í Royn
endurgivin fyri at siga, at
Royn boðaði Skála frá, at við-
komandi leikari hevði leik-
bann eftir teirra áskoðan, og
tí var ætlan at kæra. Her lýg-
ur nevndarlimurin ella Sosial-
urin. Tá ið Skála kom til TB-
húsið umleið 1 tíma áðrenn
dystin, sást eingin frá Royn,
TB-fólk, ið vóru á staðnum,
vístu okkum til rættis og
góvu okkum tað gestablídni,
eitt heimalið eigur. Ein dóm-
araseðil var rættur inn gjøgn-
um dyrnar, meira såst ikki til
hvalbingar fyrr enn å vøllin-
um. Hetta åtti nokk at havt
åvarad okkum um, at okkurt
var galið. Og so var. Tá ið
umleið 15 min. vóru leiktir,
kom ein skálamaður yvir til
útskiftingarbonkin og segði
mær frá hvat Signar Olsen,
formaður í Royn, hevði sagt.
Royn hevði fingið boð frá
dómaranum úr Sumba, Mar-
lon Kjærbo, um at hann
hevði givið viðkomandi leik-
ara reytt kort. Hví komu
dómarin ella Signar Olsen
ikki til mín áðrenn dystin, so
kundu vit kanna, um James
Olsen skuldi havt leikbann?
Var hetta ein trumfur til eftir
dystin? Rættur ítróttarandi!
Tað skal her harðliga átal-
ast, at dómari soleiðis tekur
steðu til nær leikbann er og
bert sigur heimaliðnum
(Suðuroyarliðnum) frá hes-
um. Sjálvandi visti Skála, at
James hevði reytt kort, men
praksis hesi seinastu árini og
eitt skriv frá FSF, segdu at
unglingadeildini hevði síni
kort í deildini.
Eisini er óheppið, at dóm-
ari úr Sumba demir Royn
leygardag, og Royn demir
Sumba dagin eftir.
Royn kærir til kappingar-
nevndina hjá FSF, hetta
fingu vit at vita, áðrenn vit
fóru úr TB-húsinum. Tó at eg
gjørdi FSF skrivliga varugt
vid okkara stødu, so hevur
einki hoyrst frå teimum, utt-
an tann slatur við ítróttar-
leiðara hava. Soleiðis fingu
vit at vita, at kappingar-
nevndin hevði ikki gingið
kæruni á meti.
Sjálvandi fór kæran víðari
til démsnevndina, sum er
vorðin landskend fyri at mót-
arbeiða fótbóltinum í Feroy-
um, og ístaðin koma sær
fram í fjølmidlunum. Hetta
vísir best, at Sosialurin hevði
tíðindini, áðrenn felegini. Her
stýrir hin vælkendi hvalbing-
urin Erhard Næs, sum var
vælsignaður = av forseta
FSF's, Torleif Sigurðsson, á
seinasta aðalfundi, so at
haldast kundi fram við fjáka-
lótunum hjá hesum gomlu
monnum í dómsnevndini.
At kappingarnevndin ikki
hevur sama trúvirði til dóms-
nevndina, sum forsetin, vísir
fráboðan hjá Dánjal Andrea-
sen til mín áðrenn dystin í-
móti KÍ 25/5. Aftur høvdu
vit ungling við reyðum korti.
Vit senda tær eina tekk, at
vit ikki eru blivnir trý stig fá-
tækari.
Aftur í ár kom so ein úr-
skurður, sum tók alt prakti-
serandi burtur gjegnum
nógv ár. Unglingadeildin er
ikki ein sjálvsteðug deild,
hvar unglingar kunnu dyst-
ast móti hverjum eðrum, utt-
an at hetta ávirkar vaksna-
mannadeildina, har teir dag-
liga luttaka.
Dómsnevndin demir Skála
at tapa dystin, sjálvt um
kappingarnevndin 8. juni
1990 hevur sent rundskriv til
felegini, at kort í unglinga-
deildini bert eru galdandi
har. (Sí viðlagda skriv frá
dómsnevndini). Skála kann
ikki svíða fyri, at dóms-
nevndin ikki fær hetta rund-
skriv fyrr enn 16. mai 1991.
Skála hevur fylgt skrivi
FSF's og kann tí ikki tapa
hendan dystin. Strangasti
dómur kundi verið, at dystur
skuldi leikast umaftur.
Eftir hesa viðferð, kann ein
ikki annað enn taka undir við
teimum orðum, ið segd vóru
av fleiri luttakarum á aðal-
fundi FSF's um persønin Er-
hard Næs. Tey kunnu ikki
endurgevast á prenti, men
sonn eru tey. Hesin maður
hevur til endamáls at bróta
feroyskan fótbólt niður.
Kanska verður hann heiðurs-
limur í bygdarfelag sínum
Royn, tá ið teir gerast nr. 2,
bert eitt stig meira enn nr. 3.
At avleiðingarnar eru stór-
ar av hesum dómi, er hverj-
um venjara og leiðara greitt,
ið hava unglingadeild í felag-
num. Bert tey stóru felegini
kunnu nú klára eitt unglinga-
lið, tí eingin venjari í 1., 2.
ella 3. deild kann góðtaka ta
óvissu hvert vikuskifti, um
unglingaleikarin nú er klárur
ella ikki. Kortini í unglinga-
deildini eru ógvuliga bílig, tí
oftast eru tað óroyndir
dómarar ella er tempoið so
høgt, at dómarin klárar ikki
at fylgja við.
Fyrimunur er tó eisini. Nú
kunnu tey stóru felegini
brúka unglingadeildina til
avspasering, tá ein unglingur
hevur reytt ella tvey gul kort
í vaksnamannadeildini. Ung-
lingaleikarar eiga nú ongan-
tíð at missa nakran vaksna-
mannadyst.
Hvussu ætla tit í FSF at
fylgja gulum kortum, tá tey
nú kunnu fáast í fleiri deild-
um. Torfert verður at fylgja
við, tá unglingadystir ofta
eru fluttir til onnur tíðs-
punkt.
Til tykkum í kappingar-
nevndini, fáið lógirnar í Ung-
lingadeildini gjerdar heilt
klárar, og fáið hasar gomlu
menninar í dómsnevndini
burtur, áðrenn feroyskur fót-
bóltur liggur í sorlið, latið
ikki Torleif forða tykkum aft-
ur. Hetta er ikki bert eitt
ynski frá mær, men nógvum
eðrum venjarum, eg havi tos-
að við. Hesir ætla ikki at
brúka sterkastu leikarar í
unglingadeildini eftir hendan
dag.
Fyri okkara viðkomandi
eru fylgjurnar hesar: Vit
niðurleggja samarbeiði við
Streym um felags unglinga-
lið og taka unglingalið burtur
úr kappingini. Skála kann
ikki halda fram við at lata 5
fastar leikarar í 2. deild lut-
taka á einum unglingaliði,
hvar allir kunnu enda við
kortum, hvar 2. deild verður
rakt av hesum.
Vit eru vónsviknir av av-
gerðini hjá dómsnevndini tá
ið vit eru sakleysir í hesum
broti. Hetta kemur helst at
merkjast í felagnum, ið hevur
havt eina blomstringstíð hesi
bæði seinastu árini. Hver
hevur tíð at arbeiða við slík-
um, tá man ikki longur kann
trúgva orðum FSF's?
Hvat siga aðrir unglinga-
og vaksnamannavenjarar um
hesi boð frá Erhardi?
Skála t. 1. juni 1991
Við itrottarkvødu
Hans Jákup Andreaen
formaður og venjari
Skála Ítróttarfelag
Seinasti møguleikin
I gjárkvgldið spældi danska landsliðið móti Eyst-
urriki, sum herfyri vann 3-0 á Føroyum.
Dysturin var spældur å Odense Stadion, og var
hann avgerandi fyri, hvussu gangast skuldi dønum
í víðari luttøkuni i EM-kappingini.
Tap ella javnleikur hevði verið ov lítið at komið
víðari uppá, so kravið úl danska landsliðið var ein
treytaleysur sigur — og helst so málríkur sum gjør-
ligt.
Oddaliðið Jugoslavia hevur annars Eysturriki og
Føroyar eftir at spæla ímóti, meðan danir umframt
Eysturriki eisini skulu møta Føroyum og Norður-
írlandi.
Målurtøkan kann gera munin
Oddaliðið Jugoslavia hevur nevniliga bæði fleiri
stig og nógv betri málúrtgku enn Danmark, so
skuldu hesi bæði londini enda lið um lið á odda-
sessinum, hevði Jugoslavia vunnið bólkin vegna
sína framúr góður målurtøku, sum í løtuni er 20-4,
meðan danska måliirtøkan bert er 7-5.
Jugoslavia hevur tíggju stig fyri seks dystir,
meðan Danmark undan dystinum móti Eysturríki í
gjårkvøldid hevði fimm stig fyri fýra dystir.
Annars var danska landsliðið serliga merkt av
einum avboði. Jan Bartram hevði skaða í høgra
læri, og fekk hann ti ikki spælt. Eisini Schmeichel
var ivasamur til tað seinasta, men lovaði stutt und-
an dystinum, at hann kortini fór at spæla.
hj.