Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. juni 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 105 — 7. juni 1991 Bara fyri bygarfólkið Samferðslustovan er við at gera koyriskipanir til smábygdirnar, ið ikki verða sleptar heilt upp á fjall, sjálvt um tær ikki eru nevndar í ferðaætlanini Í nýggju ferðaætlanini, sum Samferðsluskrivstovan hevur lýst fyri Bygdaleiðir, eru nakrar bygdir ikki við, sum annars hava staðið á skránni. Teirra millum er Saksun, sum seinasta ár hevði rutu- samband tríggjar ferðir um dagin gerandisdagar og tvær ferðir sunnudag. Saksuningar hava borið ótaa fyri, at tey nú als einki alment ferðasamband fara athava, men so galið verður ikki. - So seint sum mikudagin váttaði eg fyri bygdarráð- num í Saksun, at vit finna onkra loysn, sigur Finnur Johansen, leiðari á Sam- ferðslustovuni. Ætlan hansara er at hava eina skipan, ið bert verður fyri fólkini í Saksun. Hig- artil hevur Saksun havt sína bussleið, ið koyrdi tríggjar ferðir um dagin, men bara um nakar skuldi við. T.v.s., at fólk ringdu til tann, sum koyrdi, og søgdu, nær tey skulu til Saksunar ella úr Saksun. Og soleiðis verður tað væntandi eisini framyvir. Saksuningar skulu boð frá, tá tey ætla sær a bygdini ella ul bygdina, og so kemur bilur við teimum. Tað verð- ur neyvan hvønn dag tørvur å koyring har, og hyri- vognur i stadin fyri buss kann koyra, ti so fá fólk búgva í Saksun, heldur Finnur Johansen. Eru nógv fólk onkrandag, so er lætt at seta ein bussu í rutu. Hann heldur íkki hetta vera nakað afturstig. Tað, sum skorið verður burtur, er koyringin við útlendskum ferðafólki. - Tað er heldur ikki upp- gávan hjá Bygdaleiðum at flyta útlendsk ferðafólk við bussum, ið fáa almennan stuðul, sigur hann. Saksun er ikki nakað ein- dómi. Fleiri aðrar bygdum eru heldur ikki nevndar í ferðaætlanini longur. Summar hava skúlabarna- koyring, tá børnini hava framíhjárætt at koyra við, og onnur sleppa við, um tey rúmast. Tað br til at gera onkra tilkalliskipan við koyring úr hesum bygdum. Nakrar bygdir hava havt ta skipan, at bilur hevur koyrt fólk til og frá, tá fólk- ini hava biðið um tað. Og tí ber til at halda fram við, uttan at tað kostar so nógv. M.a. fer Samferðslustovan bara at lata bilarnar koyra av bilstødini og ikki fara eftir fólki, har tey eru og biðja um bílin, sigur Finnur Johansen. - Vit arbeiða í løtuni við hesum spurningu, og eg kann lova, at vit ikki sleppa smábygdunum upp á fjall, sígur hann. randi Skulabørn fáa vitjan úr Noregi - skipa fyri "kókutombola" í Hvalvíkar skúla leygardagin í royndini at skaffa pening til vega Skúlabgrnini í Hósvík, Hvalvík og Streymnesi hittast í felagnum Alvar, har tey m.a. dansa føroysk- an dans. Eini 36 børn eru við í dansiframsýning, sum verður í næsta mánaða, tá norsku børnini koma hendavgein. Jógvan Heinesen, leiðari sigur við Sosialin, at skúla- børnini í 1989 vóru á landsstevnu í Uvdal í Nor- egi, har 1500 brøn í aldri- num seks - 14 ár luttóku. Nú koma skúlabýrnini úr Uvdal at vitja børnini í Hósvík, Hvalvík og Streymnesi í døgunum 3. - 8. juli. Tey eru 38 i tali, og skulu búgva í skúlanum í Hvalvík. Meðan norsku gestirnir vitja, fara føroysku og norsku børnini at hava dansiframsyning við før- oyskum dansi og norskum fólkadansi. Dansiframsýning verður í Norðurlandahúsinum 4. juli kl. 19.30, í Skålanum í Klaksvík 6. juli kl. 15, og í Eydnuni á Oyrarbakka 7. juli kl. 15. Skúlabórnini skulu eisini í felag gera aðrar útferðir enn bert at sýna fram dansikynstur. Tey fara í býin í Havn og til Kirkju- bøar. Ætlanin er eisini at børnini skulu vitja Forn- minnissavnið í Klaksvík. Slík ferðing kostar pen- ing, og børnini í felagnum Alvar skipa ti fyri tiltak- inum "køkutombola” í Hvalvíkar skúla leygardag- Felagið Alvar, sum eru skulabørn úr Hósvík, Hvalvík og Streymnesi, fara saman við norsku skúlabýrnunum at hava dansiframsýning m.a. í Norðurlandahúsinum. Myndin er frá barnadansi í Norðurlandahúsinum in 8. juni kl. 15, sigur Jógvan Heinesen. Dagny Mánadagin gav Postverk Føroya út nýggj frímerki í samstarvi við hini norðurlendsku postverkini. Evnið er ferðafólkamál. Saksun er myndin á einum merkinum Nú Saksun ikki longurer nevnd i ferðaætlanini hjá Bygdaleiðum, og koyri- skipanin bert er fyri saksun- ingar, ber ikki til hjá út- lendskum ferðafólki at Onki samsvar leiðina til Saksunar fyri at síggja og uppliva ta sjáld- somu náttúruna Taðer ikki bara ferðasam- bandið, sum haltar, tá tað snýr seg um Saksun sum sleppa til Saksunar við al- ferðafólkamál. Eru fólk menna ferðasambandinum. onkursvegna komin | - Tað samsvarar ikki við Sz iksun ar og skulu ur aftur stevnuskrånna um at menna bygdini, fáa tey ikki ferðafólkavinnuna. I hvørj frægt sum ringt ftir b im einasta faldara, ið verð RU u ur givin útum Føroyum sun at noyð ferðafólkamál, er Saksun nka nevnd. Nú koma fólk ingur. H ; j near gjum mn 3 7) Gekk illa hjá privtau fakfeløgunum at fáa sát- tmála, so gonguri kki frægari hjá fakfeløgun- um við alment løntum starvsfólkum. Føroya Postfelag hev- ur havt fleiri samråding- arfundir við landsstýrið. Men enn er einki komið burturúr. Á fundinum mikudag- in læt postfelagið lands- stýrinum eitt nýtt upp- skot til sáttmála, og hetta uppskotið fra tey at viðgera á fundi í dag. Hendrik | Thomsen, formaður í postfelag- num, sigur, at postfel- agið á fundinum hevur lagt stóran dent á at sleppa undan uppsøg- num í postverkinum, og tí tekur landsstýrið undir við. Hetta eru ødrvisi samráðingar enn van- ligt, tí spariætlaninirnar í postverkinum verða vidgjørdar saman við kvgunum til nýggjan sáttmála. Enn eru samráðing- arnar ongan veg komn- ar, og lønarspurningurin er heldur ikki vidgjørdur enn. Men tað stendur ikki fast í samráðing- unum, og hvørgin part- urin hevur tosað um at senda boð eftir semings- stovninum. randi