Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. juni 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 B36 og HB í finaluna Meðan B36 megnaði at vinna sin dyst 1-0 á ÍF, mátti HB gjøgnum bæði dyst, umdyst og brotssparkskapping, áðrenn finaluplássið var tryggjað Semifinalurnar í steypa- kappingini hjá kvinnunum vórðu spældar mikudagin í Leirvík og Gøtu. Í Leirvik hittust B36 og IF, og i Gøtu finalistarnir frå i fjør, HB og Skåla. Nakað nógvur vindur var í Leirvik, so likindini at spæla í kundu saktans ver- ið betri. Veðrið merkti sjálvandi dysun rættiliga nógv, men kortini var hetta ein spennandi dystur, sum mundi fáa rætta vinnaran tá avtornaði Oddaliðið í 1. deild, IF fekk ikki spælid at ganga av ti besta, men hinvegin hevði liðið hampuliga greiða yvirvág í fyrra hálv- leiki, tá vindurin var við. Rangsteðufellan miseydnaðist Bæði liðini høvdu sínar møguleikar, men einki mål kom tó í fyrstu 45 minutt- unum. I seinna hálvleiki gjørd- ist tað so B36, ið fekk betra spælið, og høvdu havnargenturnar eisini Kára Magnussen, sum her sleppur sær av við iðrenn Å IF sleppur SÁ tm ) in 4? r í My fleiri góðar kjansir at fáa mál. Avgerandi málið kom tó ikki, fyrrenn einir tíggju minuttir vóru eftir. Kjansurin kom í lag, tá rangstødufellan hjá ÍF mis- eydnaðist. Ein hekk eftir, og so kundi Kára Magnus- sen fara igjøgnum og skjóta bóltin í málið, og harvið tryggja liðnum fin- alupláss. Drúgvur dystur í Gøtu Í Gøtu vóru tað sum nevnt finalistarnir frá steypakappingini i fjør, HB og Skåla, 10 spældu móu hvørjumødrum. Rættiliga skjótt sást, at HB legði meira fyri, og gjøgnumgangandi var tað HB, ið hevði meira initia- tiv í sínum spæli. Men ikki bar so væl til at fáa nakað burturúr teimum kjansunum, ið komu í dystinum, tí verjan hjá Skálakvinnum virkaði rættiliga væl, og tær fingu eisini okkurt gott tilboð í hinum endanum av og á. Einki mál kom so í fyrra hálvleiki. við Sama seinna hålvieiki dysturin fram lagnum. Tað var HB, sum pressaði meira á, meðan Skála-kvinnurnar heldur oyndu at binda um heilan avstað viOhvørt. Eitt mál í part Nakað inn í seinna hálv- leik fekk HB so smoykt sær framum við máli, sum Helga Ellingsgaard skjeyt, eftir at hon einsamøll var farin allan vegin gjøgnum verjuna hjá Skála. Nú mundu tey flestu rokna við at síggja ein lidnan og avgjørdan dyst, men so skuldi ikki vera, ti løtu seinni gjørdist Ingun Hansen blankafri og sendi bóltin millum beinini á HB-målverjanum til 1-1. Fleiri mål komu so ikki, og mátti ti umdystur spæl- ast. Her komu heldur eingi mál aftrat, hóast báðir málskjúttarnir frá vanligu leiktíðini høvdu góðar kjansir. Tískil mátti farast undir brotssparkskapping, og gjørdist tað ein drúgv søga. Heili sjey brotsspørk i part máttu liðini bæði skjóta, áðrenn brotssparks- kappingin endaði til fyri- muns fyri HB, sum sostatt vann dystin samanlagt 6-5. Seinasta brotssparkið, ið eisini var sigursmálið hjá HB, skjeyt Beinta Thoma sen, og var hetta hennara fyrsta mál í fimm ár! tatt verður finalan ein havnaruppgerð, tá r r v8FOUI Nr. 105 — 7. juni 1991 Trunkaspæl er enn ikki nakað ókent fyribrigdi í føroyska kvinnufót- bóltinum. Her eru tað Palma og Tóra frá Skála og Sanne og Gry frá HB, ið allar royna at fáa fatur á bóltinum. Mynd: Hilmar Jan (5) STRANDFARASKIP LANDSINS 3800 TORSHAVN Klaksvík — Gøta — Klaksvík 50 Fyribils galdandi ferðaætlan frá friggjadegi 7. juni | m.f. »DUGVAN« siglir hesar túrar Klaksvík - Geta - Klaksvík | úr Klaksvík mánadag til friggjadag kl. 09.00 kl. 10.00 - 13.30 . 16.00 leygardag | 09.00 Sunnudag 18.30 månadag til friggjadag kl. 08.30 kl. 11.45 kl. 14.45 kl. 17.15 kl. 19. 19.45 leygardag 10.30 17.15 19.45 TERNAN | siglir eftir galdandi ferðaætlan hjá Ternuni Klaksvík - Leirvík - Klaksvík. Gjørt verður vart vid, at Ternan | ikki tekur stórar bílar. STRANDFARASKIP LANDSINS