fríggjadagur 7. juni 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 105 — 7. juni 1991
skjeyt hann bóltin í málið
til 1-1.
Í teimum báðum minutt-
unum, ið eftir vóru, kom
so einki mál aftrat, og
mátti tí umdystur til.
Men í umdystinum eydn-
aðist hvørgum lidinum at
broyta úrslitið, so nú mátti
altso farast til brotssparks-
kapping, hóast tað var sera
ósómiligur endi á 120
minuttunum við góðum
fótbóltsspæli og stórum
spenningi á Sevmýri.
HB í finaluna
At dysturin soleiðis var
endaður javnur, kundu ser-
liga TB-ararnir vera keddir
av, tí tað vóru teir, ið
høvdu havt flestu kjansir-
nar at vinna hann.
Í fýra teimum fyrstu
brotsspørkunum í part,
brendi hvørt liðið hvor síni
tvey skot, so brotssparks-
kappingin stóð á jóvnum
ÞJ
Men seinasta brotsspark-
10, ið TB átti, eydnaðist
Kaj Leo at taka, og sostatt
vann HB dystin samanlagt
4-3, og kom í finaluna við
samanlagda málmuninum
5-4, tí fyrri dysturin mill-
um liðini endaði við javn-
leiki 1-1.
Uppiborin NSÍ-sigur
Í Runavík spældu NSÍ
og B36 sína fyrru semifin-
alu, og tann dystin vann
NSI 1-0.
At bert hetta eina málið
kom í dystinum, sigur tó
ikki serliga nógv um spæl-
ið og spælgongdina, tí
dugdu runavíkingar at fáa
nakað veruligt burturúr
sínum nógvu kjansum og
greiðu spælyvirvág, kundi
dysturin fyri tað verið end-
aður við 3-1 ella kanska
enntá 4-1.
Serliga í fyrra hálvleiki
vísti tað seg, st NSI kláraði
at pressa oddaliðið B36 í
botn, og brendu spælarar
sum Trygvi Mortensen,
Djóni W. Joensen og Gest-
ur á Liknagøtu fleiri upp-
lagdar kjansir.
Hinvegin vísti tað seg,
sum B36 — uttan skaddu
landsliðsspælrarnar Kára
Reynheim og Jákup Símun
Simonsen — bert vildi
grava seg niður og vóna
tað besta.
Ein málleysur javnleikur
hevði jú ikki verið ringasta
útgangsstgði, tá NSÍ skal
koma til Havnar at spæla
seinna dystin 19. juni.
Tí varð tað ikki fyrrenn
eftir málið hjá NSÍ til 1-0 í
seinna hálvleiki, at B36
fekk komið so frægt fyri
seg, at nøkur góð álop
náddu málið hjá landsliðs-
málverjanum, sum ta einu
ferðina mátti brúka øll síni
kynstur fyri at fáa fatur á
bóltinum.
Gott mál-uppspæl
Bergur Magnussen hevði
eisini ein góða skotroynd
móti endanum á dystinum,
men tá var Jens Martin á
rætta staðnum og fekk loft-
að bóltinum á strikuni.
Men sum sagt endaði
dysturin 1-0 til NSÍ, og tað
góða málið, ið gav sigurin,
má heldur ikki gloymast.
Tað kom, tá einir 20
minuttir vóru eftir av dyst-
inum. Trygvi Mortensen
sendi ein bólt inn til Jan
Jørgensen, sum lá uppá lúr
heilt har frammi, og Jan
syrgdi fyri at dribla seg
leysan av tveimum B36-
arum og skjót bóltin í net-
ið.
Eingin niðurgraving
Við ødrum orðum hevur
NSI so tryggjað sær ein
litlan fyrimun til seinna
semifinaludystin, meðan
B36 tá má finna uppá ann-
að, enn at gravað seg nið-
ur, skal tað mista vinnast
innaftur, og eitt finalupláss
náast.
Í Runavík mikukvøldid
var tað í hvussu er NSI,
sum hevði alt at siga — og
higartil hevur ikki gingið
runavíkingum verri á út-
velli enn heima...
Hesi bæði liðini skulu
annars hittast í Runavík
aftur longu í annadkvøld,
lá tey spæla landskapping-
ardyst.
hj.
Strandfaraskipini
broyta ferðaætlan
Strandferðslan lýsir í
blaðnum í dag við sigling
millum Getu og Klaksvík
tl at byrja í dag.
Orsekin til broytingina
er árliga eftirlitið av Tern-
uni II. Umframt sigling
millum Getu og Klaksvík
við Dúgvuni eftir teirri í
blaðnum lýstu ferðaætlan-
ini, verður tó eisini sam-
band millum Leirvík og
Klaksvík við Ternuni I.
Broytingar verða eisini
á eðrum farleiðum. Meðan
Dúgvan siglir norðanfyri
rekir Pride Skálafjarðar-
rutuna. Eingin bilflutn-
ingur verður sostatt sjó-
vegis millum Havnina og
Skálafjerðin eitt bil.
Sam fer at taka sær av
sandoyarsiglingini og
Ternan II av siglingini um
Vestmannasund.
Hóast doyur verður
lagdur á at fáa eftirlitini
avgreidd, ber ikki til at
siga heilt neyvt, nær kom-
ið er runt øll skipini. Trén-
ur verður fyrsta skipið, ið
tikið verður úr sigling til
eftirlit.
Síða 15
00
7 > Oyggjaleikir 1991
NG
til frama fyri føfoyska á
luttøku i Oyggjáleikunum á Álandi
verður í
Gundadalshøllini
leygardagin 8. juni kl. 17
VINNINGAR - 12 spøl
4xlagkøka frå Gunleivi
4xgåvukort á kr. 150,- frá Wrangler Shop
4X'/ ísl. krov frå P.M. heilsølu
4xQuality Street, 3 kg, frå Fr. Restorff
4X10x% kg kaffi frå F.K.
4x1 krt. høsnarungar frå F.K.
4xgåvukort å kr. 500,- olja frå Shell
— 4X1/1 ísl. krov frå P.M. heilsølu
I vikuskifti fyri 2, gåvukort frå Hotel Borg
1 vikuskifti fyri 2, gåvukort frå Hotel Hafnia'
1 gávukort á kr. 500,- frå F.K.
1 gåvukort á kr. 3.600,- til silvur
til føroysk klæði, frá Niels L. Arge
LUTASEÐLAVINNINGAR
1. Gåvukort kr. 500,- frå Good Look 6. 1 ds. Quality Street 3 kg frá Fr. Restorff
2. Gåvukort kr. 500,- frå F.K. 7. 1 ds. Quality Street 3 kg frá Fr. Restorff
3. 1 árs haldaragjald frá 8. Gåvukort kr. 500,- frá Wrangler Shop
Sosialinum (virði kr. 820,-) 9. 1Dinitrolviðgerð frá Wenzel
4. 2 árs haldaragjald frá Petersen (virði kr. 2775,-)
Sosialinum (virði kr. 410,-) 10. 1 Car Clean viðgerð frá Wenzel
5. Gávukortkr. 600,- frá Fa. Seljan Petersen (virði kr. 3500,-)
Hjartaliga takka vit stuðlunum!
OYGGJALEIKANEVNDIN