leygardagur 8. juni 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 106 — 8. juni 1991
Telduútgerð fyri 300.000 krónur
Føroya Rættur hevði í gjár
ein klassiskan spurning til
viðgerðar: hvussu leingi
hevur seljari ábyrgdina av
tí, hann selur og nær tekur
ábyrgdin hjá keypara við.
Hóast túsundtals dómar
eru sagdir í slíkum málum,
so vendir tað aftur ferð
eftir ferð. Ábyrgdin skiftir
'ved levering', sum tað
stendur í lógini. Men nær
er tað..?
Góðtikið tilboð
Tað var P/f Teldu Team,
sum hevði stevnt Dagblað-
num eftir írestandi peningi
(127.500 krónum) fyri
telduútgerð + uppseting;
blaðið hevði goldið
120.000 krónur av sam-
taldu rokningini. Dag-
blaðið noktar at viður-
kenna, at tað skyldar pen-
ingin, tí útgerðin var ikki
liðugt uppsett, tá húsini
hjá Dagblaðnum fóru upp
í royk í 1989.
20. juni fekk Dagblaðið
eitt skrivligt tilboð frá
teldufyritøkuni uppá fimm
teldur og ein printara;
teldurnar skuldu allar
bindast saman við print-
aran. 25. august var upp-
setingin liðug.
Teldufyritøkan bílegði
eftir áheitan frá blaðnum
eina teldukgking ella eitt
interface, sum skuldi sam-
Eingin vildi
eiga hana
binda teldurnar við eina
setimaskinu; hetta vildi
havt vid sær, at tað var 6-
neyðugt at lata fólk burt-
urav seta handritini frá
blaðfólkunum. Teldukøk-
ingin var ikki partur av
tilboðnum. So langt vóru
partarnir samdir.
Upp í royk
Fríggjadagin 15. sept-
ember var seinasti dagur,
ið teldufólkini vóru á
Dagblaðnum. Vitni, ið
starvaðust hjá fyritøkuni,
greiddu í rættinum frá, at
tá tey fóru av blaðnum,
var útgerðin nýtsluklár.
Royndarkoyringin vísti, at
alt riggaði sum tað skuldi,
burtursæð frá, at 'Ø'-i8
ikki vildi akta. Tað hevði
verðið avgreitt eftir eini
løtu mánadagin og ókeyp-
is, tí fakturi og arbeiðs-
seðil vóru avgreidd sama
dag. Tíðliga sunnumorg-
unin 17. september fór
brendi Dagblaðið og við tí
eisini telduútgerðin.
Stjórin á teldufyritøkuni
greiddi í rættinum frá, at
hóast rokningar vóru send-
ar hvgnn mánaða, so var
eingin klaga komin frá
Dagblaðnum fyrrenn hálvt
ár aftaná.
Riggaði ongantíð
Óla Jákup Rólantsson,
,
UR RÆTTINUM
blaðstjórnarfulltrúði,
greiddi í rættinum frá, at
útgerðin als ikki riggaði
sum hon skuldi. Arbeiðið
hevði staðið við í mánaðir,
og tá teldufólkini fóru av
blaðnum fríggjadagin,
lógu leidningar og sløgd-
ust eftir gólvinum, teldur-
nar stóðu við bakinum til
0.s.fr., tí tað framvegis
varð roynt at fáa alt at
rigga. Leygardagin var
blaðið, ið skuldi koma út
mánadag gjørt sum van-
ligt, t.v.s., at handritini
vórðu sett. Hann segði, at
teir fleiri ferðir høvdu
gjørt vart við, at skipanin
riggaði ikki. Hóast alt ikki
var bílagt undir einum, so
vildi hann vera við, at tað
var uttan týdning: tær
fimm teldurnar vóru ikki
fyri annað enn vanligar
skrivimaskinur at rokna,
fyrrenn tær vórðu settar til
setimaskinuna.
Síða 3
%
17. septmeber fór Dag-
blaðið upp í royk.
Spurningurin er: hvør
átti telduútgerðina, sum
stóð inni. Teldu Team,
sigur Dagblaðið. Dag-
blaðið, sigur Teldu
Team... Koma partarnir
ikki ásamt innan 18.
Juni, so skal dómarin
svara spurninginum
Avhendað ella ikki?
Advokaturin hjá saksøkj-
aranum legði dent á, at
talan var um tvær lever-
ingar - eina umfataða av
tilboðnum og hin ikki - ið
báðar vóru avgreiddar.
Harvið var ábyrgdin farin
til keypara, ið sostatt
skuldi gjalda fult fyri tað
keypta. Advokaturin hjá
saksøkta legði dent á, at
teldukøkingin riggaði ikki,
tá teldufyritgkan fór hað-
ani, og tískil var arbeiðið
ikki liðugt og vøran ikki
latin av hondum; meðan
stjórin á fyritøkuni segði,
at tað var ein spurningur
um álit, so helt advokat-
urin hjá Dagblaðnum, at
tað var margháttligt, at
fyritøkan bert kundi siga
„Ger so væl og fara av
húsinum< uttan nakað
skrivligt..
Semja?
Hóast málið ikki var tikið
upp til dóms og dómarin
sostatt ikki kom við nakr-
ari ábending sum heild, so
var tóktist hann ganga út
frá, at tilboðsparturin var
endaliga avgreiddur. Eftir
stendur so tað, mesti tví-
drátturin var um: riggaði
teldukgkingin ella gjørdi
hon ikki. Hesin parturin
snýr seg um 50.000 krón-
ur.
Noyðslu
handil
Innkrevjingarmålini eru
økt í tali, men ikki mun-
andi, nú tað treingist um
fíggjarliga, sigur ein sak-
førari, vit hava tosað við.
Tað kann kanska tykjast
heldur løgid, men í sak-
føraraverdini undrar hetta
ikki. Innkrevjingarmålini,
sum eru frammi, eru krgv,
ið stava frá 'gulltidini' fyri
tveimum, trimum árum
síðani.
- Í dag er stødan tann, at
fólk yvirhøvir keypa
minni og tey, ið selja gera
tað ikki upp á borg, og
tískil uppliva vit ikki nakr-
an ógvusligan vøkstur í
innkrevjingarmålunum,
sigur sakførarin, vit hava
tosad vid.
Føroya Delld:
um.
Amnesty International,
Skrivstovan i Vágsbotni er opin månadag, miku-
dag og friggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816
Studulspedagogur
Søkt verdur eftir studulspedagogi frå
15. aug. 1991 til Duritu, sum er 4 åra
gomul og hevur vøddasvinn.
Arbeidid er spennandi og mennandi fyri
fólk við útbúgving ella royndum: innan-
fyri tað pedagogiska økid.
Býlingshúsið millum Gilja
Millum Gilja 175
Tlf. 18372
Talið av privatum hús-
um, ið fara á tvingsilssølu,
er hinvegin vaksið mun-
andi. Tó ikki so nógv, sum
grundarlag helst hevði ver-
ið fyri. Men peninginga-
stovnarnir vita, sum er, at
teir fáa einki omanfyri
milliónina, og tí gera teir
heldur gjaldsavtalur, har
fólk fyrst og fremst gjalda
rentur.
- Hetta er sera góður
handil, sigur ein banka-
kelda fyri okkum, og
upplýsir, at orsøkin fyri, at
fleiri av teimum lýstu
tvingsilssølunum verða
avlýstar er, at noyða húsa-
eigararnar til samrådingar-
borðið.
ówh
Møguligir upplýsingar fáast frå stovnin-
Umsóknarfreistin er úti 01. juni 1991.
Málið var útsett til 18.
juni. Innan ta tíð skulu
partarnir royna at koma til
eina semju í málinum.
Gera teir ikki tað, so verð-
ur málið tikið upp til
dóms.
ówh
BILRØKT
Platu- og -
Sproytuverkstadur
Ger bil tyri folk
ur bygd og i by
Pf. BILRØKT
v Simin i Dal
Akranesgøta 11 - Tlf 15556
OKKARA GODSKA - TIN TRYGD