Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Asbjórn Joensen: = - Læknastjórastarvið ikki lýst enn Tingmaður sjálvstýrisflokksins í Norðoyggjum ger viðmerkingar til grein, sum Jóhan Djurhuus, fyrrverandi yvirlæki, hevur skriv- að um sjúkrahúsverkið Undir heitinum ábyrgdar- leysar hvelpalótir, finna vit grein, ið skriva er av Johan Djurhuus, fyrrv. yvirlækna innan feroyska sjúkrahúsverkið. Greinin verður skrivað í samband við tær kendu ætlanirnar hjá eini óneyð- ugar: fyrisiting innan sjúkrahúsverkið at fáa sær nakað til hendurnar, í hesum feri statistiskt til- far um føroyska sjúk- lingin. Tað var av góðum grundum, at stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús sýtti fyri hesum banala tiltaki, og prógvar um- redda grein og doku- mentatiónin, ið avmyndað er í umreddu grein, at hetta er skilagóð steðu- takan. Tað er tí at vóna, at komandi leiðsla fyri sjúkrahús okkara fram- haldandi avvísir hesum ætlanum, og tryggjar sjúklingum at hesir óræddir kunnu vitja smáu sjúkrahúsini, uttan fyri- litaleyst at verða misnýtt í tí byrokratiska urtagarð- inum, har tað meira er átrokandi at lúka, enn at gróðurseta enn meira óneyðugan vekstur. Nú má tað sigast, at Johan Djurhuus, yvir- lækni, ikki smæðist burt- ur í síni úttalu og síni met- ing av og frásegn um hvussu lítisverd ella týdn- ingarleys hesi sterv innan sjúkrahúsverkið eru, utt- an mun til um hugsað verður um sjúkrahús- ella læknastjóra. Afturat hes- um hava vit eitt vælmann- að lið. Vit hava júst fingið heilsustjórastarvið endur- sett. Hertil kemur so landslæknin, landsstýris- maður fyri heilsumálum, ráðleggingarnevnd, danska heilsustýrið, sjúkrahússtýri og sjúkra- húsfyrisitingar. Skuldi nekur orsek verið til at hetta verk ikki skuldi verði funktionelt og væl fyriskipað. Ella eru tað tey, ið koma teir mongu kokkarnar til hugs? Fleiri av olju ella < | | | | | | | Í | | | | | Vanligur prísur 495.- 3er góð popcorn eftir 3 min. uttan brúk mars | Áarvegur - Tlf. 11305 | gin av hesum størvum eru kostnadarmikil og er tad ti ógrundað at menna hetta ild við enn fleiri storvum i hesum ringu peningatíð- um. Vit hava beint nú bast eini streyku við tí úrsliti, at arbeiðarin vann sær fyri ein sigarettpakka meira eftir 5 vikuverk. Í bók síni „aftur og fram< fyri 90/91 skrivar rithevundurin, ið tá sjálv- ur var landsstýrismaður, m.a. á s. 184: »1. des. fær Pál Veihe ávísar fyrisitingarligar uppgávur at rekja innan sjúkrahúsverkið og fær heitið læknastjóri.< Hetta er sjálvsteðugt starv, ið ikki er lýst leyst??? Tað merkir, at hesin nú er stjóri vegna 20 læknar í sjúkrahúsverkinum, (læknar ið valla kunnu hava móttikið eitt sjálv- boðið leiðarastarv, ið ikki er lýst, mín viðmerking). Eisini verður sagt frá, at hesin sami tó heldur fram sum yvirlækni á Havnar sjúkrahúsinum, har ongin tervur er á hes- um sambært áskoðanin hjá Johan Djurhuus. Nakað ið eisini undir- byggir tað óneyðuga í hes- um starvi er, at arbeiðs- eftirlitið, ið við setanina av hesum lækna skuldi hava rímuligan tørv á hesi ekspertisu og tí gjalda sín part, er vorðið munandi nidurskorid, og tí valla eigur pening til hetta fyri- brigdi. Alt bendir ti å, at hetta starv eigur at verða niður- lagt skjótast, sum liður í samfelagssparingini, so sum fyrrv. yvirlæknin vís- ir á. Vaktberandi yvirlæknar Í frágreiðing hevur fyrrv. løgmadur Jógvan Sund- stein sagt okkum frá, at ætlan hansara er at menna havnarsjúkrahús- ið. Hesa áskoðan hava vit kent síðan sjúkrahúslógin varð smíðað í sjeytiárun- um. Hverji eru so ráðini til at taka fyri at rekka hes- um ynski hjá táverandi legmanni, svági hansara og annars restini av tinga- nesmanningini. Jú, í Dan- merkini, sum vit sjálvandi skulu samanberast við, hava menn funnið fram til eitt fyribrigdi innan sjúkrahúsverkið, id kall- ast vaktberandi yvirlækn- ar. Helst er hetta ikk órímuligt har, tå hesir utt- an iva hava nokk til hend- urnar. Ein arbeiðsbyrða, ið als ikki er samanberilig við okkara. Hetta vita øll hugsandi og tí hava hesar setanir onga meining her hjá okkum. Hver er so orsekin til hesa umskipan við sjúkra- húsini her, jú, einfalt hon, at tað ikki hevur eydnast at binda niður smærru sjúkrahúsini so sum roynt hevur verið tey mongu ár- ini. Hugtakið er tí nú at amputera hesi smáu sjúkrahúsini innanífrá, og skal hetta gerast á tann hátt, at tann góða lækna- ekspertisa, hesi sjúkrahús hava rokkið, skal takast burtur undir páskotinum vaktberandi yvirlæknar við sjúkrahúsið í Havn, meðan allir fyrrverandi 1. res. læknar, ið nú sigast ónýtuligir, nokk fáa annað tilboð, ið ein bert má gita sær til. At ætlanin er at finna hesar vaktberandi læknar- nar á sjúkrahúsunum í Klaksvík og Tveroyri vita vit, av tí ágangi, ið verið hevur á læknarnar við hesi sjúkrahúsini av sjúkrahússtjóra og lækna- stjóra, um at leita sær til Havnar. Hver er so tervurin, ella arbeiðsbyrðan, við sjúkra- húsini. Kann hendan grund- geva hesa stóru yvir- læknamanning? Verður kannað eftir á tí yvirliti, landslæknin gev- ur út árliga, sæst at skurð- viðgerðirnar fyri árið 1988 vóru hesar, um serlækna- viðgerðirnar verða tiknar frá: Sjúkrahúsið í Havn 1800 viðgerðir til 5 skurðlækn- ar Sjúkrahúsið í Klaksvík 1100 viðgerðir til 2 skurð- læknar Sjúkrahúsið á Tvøroyri Nr. 106 — 8. juni 1991 370 skurðviðgerðir til 1 skurðlækna Í snitt verða viðgerðir- nar til hvønn læknan åvikavist 360-550 og 370. Hetta visir tyduliga, at ongin orsøk er til at manna havnarsjúkrahúsið betur, um hetta við ar- beiðsbyrðuni skal vera or- sekin. Verður yvirlæknatalið so broytt frá 5 til 7 ella fleiri, verður misvísning- urin enn sterri, eins og ongin meguleiki er fyri eini samberligari vaktar- skipan við ell sjúkrahús- ini. Hesi tel borga týðuliga fyri tí meiningsleysa í at skipa fleiri yvirlknasterv. Skilabetur er at umskipa ein minni part av øllum 1. reservalæknastervunum til vaktberandi sjúkrahús- læknasterv, og annars at nýta spardan pening til rektina. At fáa verandi yvirlæknar at nýta sína kunnan og mansevni til eitt veruligt dagsverk á skurðdeildini. Hetta vildi uttan iva givið ta bestu viðgerðina, ta bestu rekt- ina, og ta sparingina, ið neyðug er. Verður so kostnaðurin av sjúkrahús- stjóra við viðhangi, læknastjóra, ráðlegging- arnevnd og onkisigandi danskt kanningararbeiði tikið við, tá verður upp- hæddin ikki at forsmåa til betri endamál. Tað má verða okkara áheitan á tykkum innan samgonguna, at tit verja okkum og samfelags áhugamál og ikki minst sjúklingin ímóti hesum politiska ágangi á smærru sjúkrahúsini. Hetta hava tit, Anfinn, Vilhelm og Sverre bæði meguleika og myndugleika til, eins og tað vildi verið av týdningi at mint Atla Dam, leg- mann, á tað óneyðuga í at missa seg sjálvan burtur í politiskari beistagerð ímóti teim vælvirkandi smáu sjúkrahúsunum, bert fyri at tekkjast fólka- flokkinum eisini á hesum eki. Asbjern Joensen