hósdagur 13. juni 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
aaþlaðið
tg:
sys
ljósmyndari
Leggja lunnar
undir veruligan
matvøruidnad
ÍGJÁR boðaði landsstýris-
maðurin í ídnaðarmálum frá,
at landsstýrið hevur samtykt
uppskot, sum skundar undir
fiskavirkini at gera meira
burtur úr fiskinum. Harafturat
verður møguligt hjá virkjun-
um at fáa stuðul til nyiløgur,
sum hava til endamáls at
gera meira burtur úr fiskin-
um, so fleiri hendur fáa ar-
beiði, samstundis sum út-
flutningsvirðið hækkar.
HOVUÐSMÁLIÐ hjá Javn-
aðarflokkinum í seinasta val-
stríði var at leggja lunnar und-
ir ein veruligan matvøruidn-
að. Við hesum uppskoti
skuldi — vónandi — nakrar
fyritreytir verið til staðar, so
meira fekst burtur úr.
Í nógv ár hevur hetta blað,
eins og fólk í Javnaðarflokk-
inum, talað fyri at gera meira
burtur úr fiski okkara. Tað
Ábyrgdarbíaðstjóri. Krisjan Dahi
Fyritaksstjóri
Krisjan Dahi
Kalmar Lindenskov
hevur mangan verið sum at
sletta vatn á gås. Í mong ár
vísti Fiskasølan frá sær so at
siga allar tankar um meira
góðsking av okkara fiskavør-
um. Á tíðindafundi í sam-
bandi við ársroknskapin í
1977 varð sagt, at vit einsa-
malt ongantíð kunnu selja
lidnar matvørur. Tað má vera
í einum størri »sortimangi«!
NÚ tykist vend at koma í,
men verulig gongd kemur
neyvan á, fyrrenn allur stuðul
er beindur burtur úr ráfiska-
liðnum. Endamálið má vera,
at stuðul bara verður latin
góðskaðum vørum. Men tað
verður helst torført at nåa
hesum máli, tí »studnings-
kreftirnar« í samgonguni eru
framvegis sterkar.
HETTA fyri Javnaðarflokkin
týðandi mál er ein spurningur
um arbeiði og búskap. Vit
mugu ásanna, at við mink-
andi veiðu hava vit mist fleiri
hundrað ársverk innan fiski-
vinnuna. Vit koma ikki burtur
úr vinnuligu og búskaparligu
kreppuni við at økja almenna
virksemið — td. vega- og
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Térfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Uppseting. P/f Sosialurin
Útgevari: P/f Sosialurin |
Prent: P/f Pressan 1981
Telefon
Bústaður: Argjavegur 26
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Teletax:
byggiarbeidi. Einasti vegurin
er at framleiða vørur til onnur
lond at keypa. Ti eru hesar
milliónirnar og milliónirnar at
keypa fisk i útlondum nógv
gagnligari í longdini enn nakr-
ar milliónir til nøkur tilvildar-
lig arbeiðsskapandi tiltak.
Sjálvandi skulu vit seta nøkur
tiltøk í verk í staðin fyri at lata
arbeiðsloysisstuðul, men
slíkt verður ongantíð ein
haldbar samfelagslig loysn.
HETTA uppskotið er so eitt
stig á vegnum. Onnur stig eru
at gera fiskivinnuna meira
kappingarføra og gera tað
áhugaverdari at arbeiða í
fiskiidnadinum, sum vónandi
verður ein matvøruidnadur á
høgum stigi áðrenn langt er
fráliðið!
Nevndirnar bert -.að cr" frit.
eitt erti
Næstformaðurin í
Tórshavnar býráð,
- Hinvegin kunnu vit
spyrja, hví hendir
henda steðan millum
formann og næstfor-
Tá hini siga tað
Dagblaðið góðtekur skila-
— tá hann roynist so væl í
Danmark:
Stødugt fleiri danir fara
ikki uttanlands í summar-
fri. 64% halda fri í Dan-
mark í summar, flestu fyri
at fara í summarhús í
Danmark. Hetta vísir ein
kanning, sum Danmarks
Turistrád hevur gjert.
Danmark er samstundis
vorðið ferðamannaland
burturav fyri sviar, norð-
menn og týskarar, og
valla minni fyri feroy-
ingar, sum í hópatali fara
til Danmarkar um summ-
arið.
Hevuðsorsekin er, at
Danmark er eitt bíligt
ferðamannaland, tað er
attraktivt á fleiri hættir —
og, ikki minst — Danmark
er reint!
Ein skilagóður
hvervispolitikkur
sostatt loysa seg.
Kristilig kyndla-
renning —
og skateboard framsýning
Dagblaðið leggur lag á:
Tann 28. juni seinnapart
byrjar kyndlarenningin
við at fólk renna úr Myrki-
nesi, Fuglafirði, Sumba og
Eiði.
Renningin endar í Haun
við eini missiónssteunu 4.-
7. Juli í ítróttarhellini og á
fótbóltsvellinum. Teir
dagarnar verða fleiri til-
tok: skateboardframsýn-
ing, metir, skrúðgonga,
drama, konsert og útimeti
um-
kann
Ne
umframt annað.
Tað eru nakrar treytir
fyri hvenn rennara, ið ber
kyndilin.
I. Rennarin skal vera
persónligur kristin.
2. Rennarin skal vera
fer/ur fyri at leiða onnur til
Kristus.
3. Hver rennari skal
hava minst trý fólk at
biðja fyri sær.
TY má hver samkoma og
kirkja tryggja, at rennarin
fær holla undirvísing um
frelsuna, frelsuvissu, ben
og evangelisering.
— tillagað feroyskum
viðurskiftum í Dagblað-
num:
Triggjar hósdagar á rað
verður ben á Hotel Borg.
Á hesum fundum, sum
verða klokkan sjey, verður
biðið fyri eini lands-
veking.
Kurt Christensen fyri-
steðumaður í Filadelfia í
Haun sigur, at ell trúgu-
andi úr ellum kirkjum og
samkomum eru vælkom-
in.
Í annaðkveld verður ser-
liga biðið fyri myndugleik-
unum, Føroya Løgtingi,
landsstýrinum, bý- og
bygdaráðum og eisini
børnum og ungum. Hini
kveldini verða onnur evni
tikin fram.
Lisbeth Petersen,
kærdi seg fyri stutt-
um um, at hon ikki al-
tíð visti um tað, tá bý-
ráðsformaðurin, Poul
Michelsen, er burtur-
staddur.
Tað skiltist kanska
eisini av greinini, at
hon ikki altíð visti,
hvat býráðsfor-
maðurin gjørdi.
Hesum svaraði Poul
Michelsen aftur. Við
teimum framkomnu
tólunum, sum eru tek
á samskiftisøkinum,
ber til at fjarstýra eini
kommunu.
Óivað ber tað til. Og
við tí arbeiðsorku,
Poul Michelsen tykist
hava, skuldi tað verið
lagamanni.
(Í klombrum kann
viðmerkjast, at hann
er á málskeiði og eis-
ini kannar nýggjar
virkismeguleikar. Og
mann? Hevur meirilut-
in í býráðnum — og
tað verið seg eisini
Fólkaflokkurin — giv-
ið formanninum dekan
ov leysar teymar og
dekan ov stórt vald?
Summir fólkafloks-
menn í býráðnum
halda tað og nú er
trúgvi vápnabróðurin
farin at halda tað
sama. Tað tykist so í
ellum ferum.
Tey, sum fylgja við
býráðsarbeiðinum,
hava merkt sær, at
seinastu mongu árini
er alt meira og meira
miðsavnað — sentrali-
serað — og í dag ligg-
ur alt vald, tað verið
seg umsitingarligt og
politiskt hjá býráðs-
formanninum. Nevnd-
irnar eru bara eitt eiti.
Tí alt bendir á, at »ein
meining« er tann
dominerandi.