hósdagur 13. juni 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
. -
tiðindablaðið SOS! || n
+
John Kjær situr í løtuni sum forseti i Oyggjaleikasambandinum. Hann varð valdur, tá
aðalfundur var í Fóroyum í 1989, og skal nú leggja frá sær, tá aðalfundur aftur verður
í IGA á Álandi. Tá skal álendingur veljast sum nýggjur IGA-forseti. Mynd: Hilmar Jan
John Kjær, forseti i Oyggjaleikasambandinum:
>Ég voni, at vit
fáa gott úrslit<
Seinastu fyrireikingranar
frá føroyskari síðu til
Oyggjaleikirnar, sum
verða í Álandi um hálva-
aðru viku, eru um at koma
upp á pláss.
Tilsaman skulu 196 fólk
avstað úr Føroyum — harav
114 eru íðkandi ítróttar-
fólk, og restin venjarar,
leiðarar og onnur.
Tey fyrstu 81 fara avstað
við Atlantsflog 21. juni
um kvgldið, tey næstu 81
kvøldid eftir, meðan restin
fer við Norrønu av Havn-
ini mánamorgunin. Hesi
seinastu skulu so sjálv
syrgja fyri ferðini víðari.
Sum vera man eru nógv-
ar og drúgvar fyrireikingar
gjørdar hetta hálva árið,
Oyggjaleikanevndin hevur
virkað.
Ynskt eitt ár aftrat
>Vit kundu ynskt okk-
um, at vit byrjaðu eitt ár
fyrr, so strævið hevur
verið at skula fáa alt uppá
pláss,< sigur formaðurin í
føroysku Oyggjaleika-
nevndini, Andrass Skaal-
um. »Men kortini haldi eg,
at væl hevur gingist.«
Hann sigur, at her kann
verda bøtt um fyrireiking-
arumstødurnar vid at fara
skjótari undir tær til næstu
leikirnar, sum verða í
1993. ;
Oyggjaleikirnir í Alandi
eru teir størstu higartil við
tilsamans 1.500 luttakar-
um, og Føroyar fara sum
Framhald á síðu 13
EB-KI 4-1 (1-0)
1-0 Jógvan Sólsker
2-0 Martin Kúrberg
3-0 sjálvmál
4-0 Pó! Knút Eidesgaard
4-1 Jonhard Olsen
Júst sum helst eingin
hevði roknað við tí, eydn-
aðist EB seinasta mikudag
at vinna ikki minni enn 7-
2 á NSÍ, sum framm-
anundan var at meta sum
uppflytingarfavorittur
saman við HB.
I i dystinum skjeyt Mar-
tin Kúrberg try mál, með-
an Høgni Vesturdal og
Conrad Joensen skutu
hvgr síni tvey. Málini fyri
NSÍ skutu John Jacobsen
og Páll Didriksen.
“EB komið væl við
Men var hetta eitt 6-
væntað úrslit, so er
vælsaktans eingin grund
til at trúgva, at tað vcar tað
síðsta, tí um vikuskiftið
rullaðu eiðismenn sær
tvey stig í hús aftrat,
umframt at málini ikki
trutu hesaferð heldur.
Gestirnir á Mølini vóru
hesaferð úr Klaksvík.
Í fyrra hálvleiki hendi
ikki tað heilt stóra, og hó-
ast EB hevði rímiliga
greiða yvirvág, kom bert
tað eina málið, sum Jógv-
an Sólsker skjeyt.
Í seinna hálvleiki gekk
tó munandi betur, og við
eitt lítið sindur av hjálp frá
KÍ kom EB at liggja á
=
odda við fýra málum móu
ongum, áðrenn
klaksvíkingar fyri cinastu
ferð funnu vegin til
meskarnar í málinum hjá
landsliðsvenjaranum, sum
er spælandi venjari hjá
EB.
Fyrst var tað Martin
Kúrberg, sum gkti ul 2-0,
áðrenn eitt sjálvmál gjørdi
tað til 3-0. Fjórða
eiðismálið skjeyt Pól Knút
Eidesgaard, áðrenn
Jonhard Olsen fekk
pyntað eitt lítið sindur
uppá úrslitið fyri KI við at
skjóta mál til 4-1.
hj.
AB stig á Sevmyri
TB-AB 1-3 (1-0)
1-0
1-1 Jákup Danielsen
1-2 Petur Johannesen
1-3 Jákup Danielsen
Rættiliga óvæntað eydn-
adist AB at fåa bædi
stigini vid sær norduraftur
av Sevmyri, tá liðið um
vikuskiftid var har og
spældi móti TB í 3. deild.
Nakað av vindi var eftir
vellinum, og hevði hann
eisini sína orsøk á gongd-
ina í dystinum, so liðini
áttu hver sín hålvleik.
Soleiðis var tað heima-
liðið TB, ið fekk fyrimun
av vindinum fyrst, og fekk
TB eisini einasta málið, ið
kom í fyrra hálvleiki.
Tað var Torfinn Morten-
sen, ið syrgdi fyri hesum
málinum.
Men í seinna hálvleiki
skifti fyrimunurin til AB,
og ikki kann sigast annað,
enn at argjamenn vóru
mikið dugnaligari at fáa
nyttu burturúr, og eydnað-
ist teimum ikki færri enn
tríggjar ferðir at hava bólt-
in í TB-málinum, uttan at
TB fekk nakað igjøgnum í
hinum endanum.
Fyrst javnaði Jákup Dan-
ielsen út, síðani legði
Petur Johanne AB
framum, og at enda varð
tað so aftur Jákup
Danielsen, ið slerdi sigurin
fastan vid asta
målinum til 3-1
hj.
Fram
B68-Fram 0-1 (0-1)
0-1 Hans Jacob Poulsen
Sunnudagin fekk Fram
síni fyrstu stig í 3. deild í
ár, tá liðið á Svangaskarði
basti B68.
Basti og basti er kanska í
so nógv sagt, men í hvussu
er vann Fram dystin, og er
harvið komið á stigatalv-
una við tveimum stigum.
Frammanundan hesum
dystinum hevði gingið
sera illa í hond hjá Fram.
Liðið hevði spælt seks
dystir, og vóru
Frammararnir hvørja ein-
astu ferð farnir av velli
sum taparar.
Liðið var annars í 2.
deild í fjør, men noyddist
sum botnproppur at flyta
á veg
niður aftur í 3. deild, hag-
ani liðið var komið árið
fyri.
Higartil í ár hevur so í
hvussu er ikki sæð frægari
út, enn at liðið við somu
ferð er á veg víðari niður í
fjórðu deild.
Men nú komu so fyrstu
stigini, so kanska fer at
bera til hjá lítla havnarfel-
agnum at fáa vent gongd-
ini rætta vegin — fram.
Tað var í fyrra hálvleiki
í dystinum á
Svangaskarði, at Hans
Jacob Poulsen fekk sent
bóltin framvið Kjartani
Nesá í B68-målinum, so
Fram kom á odda 1-0.
Men næstan so skjótt,
sum málið var komið,
syrgdi Fram fyri at læsa
$oSíalurin — fimm ferðir um vikuna!
ram
væl av aftanfyri, so B68
ikki skuldi fáa endurtikið
og javna út ella enntá lagt
seg á odda.
Tí gjørdist talan
ongantíð um ein nakað
serligan dyst.
B68 var alla tíðina til fá-
nýtis í offensivu rolluni,
og royndi at fáa fleiri
rættiliga góðar kjansir
umsettar í málum, meðan
Fram royndi sum frægast
at
binda um heilan fingur og
halda støðuna.
Hetta eydnaðist eisini,
og sostatt er Fram nú bert
tvey stig — og eina rúgvu
av málum — frá niðurflyt-
ingarvandanum.
hj.