Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 111 — 15. juni 1991 BR asiat Sjóvinnubankin letur deildir aftur. Sjóvinnubankin repar Letur triggjar deildir aftur Síða 3 --Tíðirnar eru broyttar, og serliga kredittkortini og telefon- tænastan fóra við sær, at tað ikki neyðugt at hava so nógvar deildir kring landið, sigur Helgi Brekku úr Sjóvinnubankanum Í næstum lata tríggjar deildir hjá Sjóvinnu- bankanum aftur. Tær eru deildin í Hvannasundi, deildin í Lorvík og deildin í Oyndarfirði. --Vit lótu eisini deildina í Nólsoy aftur 1. januar. Vit halda, at okkara ógvuliga víttfevnandi deildarnet í dag er ótíðarhóskandi. Færri eindir geva ein meira skynsaman rakstur, sigur Helgi Brekku. Sjóvinnubankin hevur 27 deildir kring landið, Føroya banki 26 og allir sparikassarnir tilsamans 26. Samferðslan broytt Samferðslunetið er rætt- uliga nógv broytt seinastu árini. Vit kunnu taka eittnú Lorvík, sum í dag, nú tunnilin er liðugur liggur nógv tættari at Gøtu enn fyrr, heldur Helgi Brekku. —Vit hava lagt merki til, at eitt nú kundarnir í Oyndarfirði nýta okkara deildir, sum liggja tættast við arbeiðsplássið og deildirnar hava jú opið í vanligari arbeiðstíð. Sama er galdandi fyri deildina í Hvannasundi, sigur hann Ongin uppsagdur Deildin í Lorvík hevði opið hvgnn dag í vikuni, meðan tær í Oyndarfirði og Hvannasundi høvdu opid triggjar dagar i vikuni. --Tað verður ikki neyð- ugt at siga fólki upp, tí deildirnar lata aftur, men tað henda flytingar millum tær ymisku deildirnar. Eisini er ein náttúrlig frágongd. Heldur ikki eru ætlanir um at lata fleiri deildir aftur, sigur Helgi Brekku. Sjóvinnubankin leigaði í Hvannasundi. Helgi sigur, at teir fara at royna at selja húsini í Lorvík, meðan húsini í Oyndarfirði skulu nýtast til frítíðarhús. jústinus Laksakvotan tann sama Nasco-fundurin í Edin- burgh er av á hesum sinni og í dag kemur føroyska sendinevndin heimaftur. Føroysku umboðini eru John Petersen, landstýris- maður í fiskivinnumálum uttanfyri bryggjukant, Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri, Hjalti í Jákupstovu á Fiskirann- sóknarstovuni og Sofus Poulsen, føroyskur um boðsboðsmaður i Bret- landi.. Føroyingar varðveita laksakvotuna uppá tons. Ymiskar broytingar eru í veiðutíðini. Í ár hava føroyingar selt ein part av laksakvotuni til islend- ingar. Um hetta verður gjørt komandi år vil tíðin vísa. Nasco er ein felags- skapur av londum sum royna eftir laksi á víðum havi og teimum, sum eiga 550 jústinus Laksakvotan verður tann sama, 550 tons VALUTAKURSIR USA Bretland V-Tyskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland Ísland Eysturríki Spania Portugal Kanada Japan Írland Króna Króna Króna Dollari .. Pund ... Markur . Frankur . Frankur . Frankur . Gyllin ... Markur . Skillingur Pesetas . Escudos Dollari .. Yen .... Pund ... Grikkaland Drakmur Ultimo sidsta mån. 662,75 1133,60 384,04 107,15 98,55 113,2 18,670 451,10 340,90 0,5173 161,44 10,95 54,590 6,202 44120 579,75 4,8030 1027,50 3,5060 126 683,60 1133,00 385,05 107,05 98,66 113,53 18,720 449,80 341,80 0,5177 162,93 11,05 54,710 6,213 4,3350 59775 4,8380 1029,90 3,5330 Kelda: Føroya Sparikassi Svart å landleidini Trolbatar Trolbåtarnir å landleidini hava fingið lítið sidan teir byrjaðu at royna í mei gevast mánað. Tað er ongin bátur, sum hevur fingið líkinda túr. Tað ljóðar frá, at ein- stakir bátar umhugsa at gevast og leggja um til aðra veiðu. Hetta kemst millum annað av, at landstýrið nú áleggur bátunum at skifta til eitt serligt flatfiskatrol. Trol- mennirnir trúgva íkki rættuliga uppá hetta trolið og tað kostar eisini at skifta . Trolmennirnir eru ikki í iva um hvat er orsøkin til vánaliga fiskiskapin. Tað er einfalt, at tey bestu økini eru stongd, leiðirnar har bátarnir kunnu royna eru so nógv skerdar, at ringt er at fáa lønandi veiðu burturúr. 13 bátar royna á land- leiðini, og fleiri hava selt uttanlanda í ár. jústinus