týsdagur 18. juni 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 112 — 18. juni 1991
HF- og studentaskúlalærararnir
Einki hoyrt ff
Yrkisfelagið hjá HF- og
Studentaskúlalærarum
hevur íkki fingið nakað
svar úr Tinganesi uppá
skrivi, tað sendi í síðstu
viku. Í skrivinum varð
endurtikid, at tað umráð-
andi at fáa hølisvidurskift-
ini í Eysturoynni og í
Suðuroy í rættlag, skal tað
bera til at undirvísa for-
svarliga.
Felagið sigur í skrivin-
um, at tað fer ikki at góð-
taka fleiri enn 24 í næm-
ingar í hvørjum flokki, tí
tað er óforsvarligt, bæði
undirvísingarliga og um-
hvørvisliga; í summum
lærugreinum eru 24 næm-
ingar ov nógv, sigur John
Mortensen, formaður í
Yrkisfelagnum fyri HF-
og studentaskúlanum.
Verða ikki fleiri enn 2
næmingar tiknir inn i
hvønn flokkin, so fer tad
væntandi at hava vid sær,
at allir umsøkjararnir ikki
verða tiknir inn. Hvert
roknistykkið fæst at ganga
upp við at flyta umsøkj-
arar tvørtur um upptøku-
mark, er Gvist, men tað vil
yrkisfelagið ikki ganga við
til:
- Tað er ólógligt, og tað
hava vit eisini gjørt vart
við í skrivinum til lands-
stýrið, sigur John Morten-
sen.
Marita Petersen, lands-
stýriskona í skúlamálum er
í summarfrí.
ówh
Síða 5
Farvæl, Florence
Komandi sjúkrasystrarnar skulu ikki eins og víðagitna Flo-
rence Nightingale bert vera hvítir einglar, ið treytaleyst skulu
ofra seg fyri hini. Tær skulu duga at siga 'nei'
av sjúkraróktini er í vanda
Hvert ár verða 20 sjúkra-
systranæmingar tiknir inn
á sjúkrasystraskúlan í
Havnini. Teir næmingar-
nir, sum byrjaðu 15. apríl í
ár, lesa eftir eini skipan, ið
er munandi ødrvisi enn
tann undanfarna.
Samantvinning
Sjúkrasystranæmingar-nir
hava í mong ár havt
almennar lærugreinir sum
t.d. samfelagsfrødi, heims-
speki, vísindateori 0.s.fr.
Men undirvísingarliga
hava tær verið rættiliga
óheftar av sjálvum sjúkra-
røktarlærugreinunum.
Nyggja skipanin er
ødrvisi. Har er denturin
fyrsta árið í nógv størri
mun lagdur á almennu
lærugreinirnar og serliga
er dentur lagdur á, at
samantvinna tær við und-
irvísing í samsvarandi
evnum, ið hava beinleiðis
, tá menningin
týdning fyri komandi
sjúkrasystrar. T.d. undir-
vísir uttanhysislærari í
menniskjauppfatan yvir-
høvir; hendan vitan verður
so brúkt sum íblástur á
skúlanum, tá evnið er,
hvussu sjúkrasystrar upp-
fata seg sjálvar og síni
meðmenniskju.
Avklárað
virðisgrundarlag
- Ein slík undirvísing
skuldi givið eina betri
heildarupplæring, sigur
Ida Sørensen, fyristødu-
kvinna á skúlanum. Á
henda hátt verður dentur
lagdur á at geva komandi
sjúkrasystrunum grundar-
lag fyri at meta um, á
hvørjum menniskjanslig-
um og samfelagsligum
virðisgrundarlag teirra ar-
beiðið verður gjørt.
Fleiri eru dømini um at
næmingar koma úr starvs-
venjing av sjúkrahúsun-
um og siga, at tað lekur
millum teori og praksis;
við ødrum orðum: at
sjúkrargktin í veruleik-
anum ikki er so fyrimynd-
arlig, sum undirvísingin
leggur upp til.
Framhald á síðu 14
Sjúkrasystraskúlin
5 5
Friggjadagin i hinari vik-
uni var almenn måttøka i
nýggju hølunum hjá
sjúkrasystraskúlanum; tey
eru í ovastu hædd á Eir-
argarði 14-16. Nýggju
hølini eru ikki nýggjari
enn so, at hetta eru fyrr-
verandi hølini hjá Eir-
argarði. Hervið er fyribils-
punktum sett fyri teimum
ætlanunum, sum vóru
gjørdar í sjey- og áttati-
árunum um nýggjan skúla-
bygning á gkinum oman
ímóti Velbastaðvegnum.
Hvørvisjon
Ikki færri enn try projekt
hava ligið á borðinum hesi
árini. Tað seinasta var við
í sokallaða skúlapakk-
anum. 60 milliónir, stóð á
prisskeltinum; tá var næm-
ingaheim íroknað. Pro-
jektið varð síðani skorið
nakað, so prísurin kom
niður á 45 miliónir. Endin
var kortini, at projektið
varð stríkað heilt av spari-
orsøkum.
Sjukrasystrarnar, ið
verða útbúnar í nýggju
hølunum, skulu kenna
sítt virði: tær skulu vita,
út frá hvørjum virðis-
grundarlagi, tær ar-
beiða, og tær skulu
duga at siga 'nei', tá
tær ikki kunnu standa
inni fyri tí, sum fer
fram
Mynd: Kalmar
- Hølini, vit nú hava
fingið, eru eingin fyri-
myndarlig loysn, sigur Ida
Sørensen, leiðari á skúl-
anum, tí tey eru ikki bygd
til endamálið; harumframt
treingja tey til åbøtur.
Stórt framstig
- Men hetta er stórt fram-
stig í mun til tað, vit hava
havt higartil, tí nú eru vit
undir einari lon, sigur Ida
Sørensen og vísir á, at
higartil hava tey fjakka á
landssjúkrahúsinum og
leigað á Háskúlanum.
Nýggjasti flokkurin
byrjaði í gomlu hølunum
15. apríl, men flutti í
nýggju hølini 6. mai. Og
tað er stórur munur. |
gomlu hølunum var stórt
plásstrot, men her er væl
rúmligari og verður upp-
aftur rúmligari.
Ein flokkur um árið
- Tað er við í ætlanini, at
vit skulu hava niðastu
hæddina, tá Eirargarður er
endaliga fluttur út, sigur
Ida Sørensen.
Hvert ár verður ein
flokkur tíkin inn á skúlan;
talan er um 20 næmingar.
A skúlanum starvast sjey
lærarar og ein leiðari.
Harumframt brúkar skúlin
uttanhýsislærarar til læru-
greinir, ið ikki beinleiðis
koma undir sjúkrargkt.
ówh