Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 112 — 18. juni 1991 Ragna Niclasen: - Eg fekk hugskotið til at gera føroyskt borðprýði 0.a., tá eg í fjór skuldi borðreiða til studentaveitslu, og als ikki kundi keypa slíkt, sum var ætlað fóroyskum studentum Próvtókuveitslurnar fyri framman: Føroyskt bord- prydi og adrir lutir - eru nú at fáa í handlunum, har áður bert hava verið lutir við donskum teksti á, til føroyskar studentar, HH'arar og HF'arar Ofta eru tað smálutir, tú ikki hevur brúk fyri hvønn dag, sum tú brádliga sakn- ar, tá okkurt serligt er á vási. Soleidis var eisini í fjør, tá Ragna Niclasen, tekn- iskur assistentur og lærari í postalínsmálig fór til hand- ils. Hon skuldi borðreiða fyri barni sínum, sum skuldi halda studentaveit- slu. Slíkan dag nýta tey flestu borðprýði av ymsum slag, kort við heilsannum, blóðukorti o.s.fr. Trupul- leikin var bert, at slíkir lut- ir als ikki vóru til - til føroyskar studentar, HH'a- rar og HF'arar. Gjørdi egna borðprýði Ragna Niclasen: - Eg fór heim og gjørdi borðprýðið og annað, sum eg skuldi nýta í hesum sambandi til studentaveitsluna. - Hetta gav mær hugskot- ið at fara víðari, og nú havi eg framleitt teir lutir, sum eg gjørdi til studenta- veitsluna, til sólu í handlu- num. - Tað er júst í heusm døgum, at studentar, HH'arar og HF'arar fáa prógv, og flest gll halda veitslur í samband við próvtgkumar. Ragna Niclasen hevur hetta seinasta árið arbeitt við at gera t.d. postalíns- vasar 0.a. umframt ymsar prentlutir, við teksti á føroyskum. Talan er um borðklútar, kort, blyantar, svávulsdós, gåvukort og blémukort til studentar, HH'arar og HF'arar, alt prýtt við "húgvuni" og búmerkinum til tí einstaka prévtøkuna. Ein roynd Umframt hetta eru lutir sum vasar, øskubakkar og aðrir lutir, við málaðum stundtahúgvum o.g. á, úr postalíni. Ragna Niclasen: - Hetta er bert ein roynd at vita, hvussu fólk taka ímóti hesum, og um tað vísir seg at fólk hava áhuga fyri Síða 7 + slikum lutum, fari eg at gera meira burturúr kom- andi ár. Hugsandi er at fólk vilja bíleggja sær t.d. postlíns- lutir, har navn og dag- festing fyri próvtgkuni er á. Slíkir lutir hava virði at varðveita - eins og stud- entahúgvan í sjálvum sær er eitt minni frá studenta- døgunum. Gávulutir 0.a. sum Rag- na Niclasen hevur gjørt, er at fåa i einstøkum handl- um, men kortini soleidis, at lutirnir fáast kring oygg- jarnar. Fæst í hesum handlum: Hesir handlar selja úr- Dagny Joensen Blaðkvinna skrivar: Vikan ið fór snúi seg sambært tíðindum innan- og uttanlanda um Sovjet- samveldið - bæði so og so! Í Russlandi var Boris Jeltsin við yvirlutan og fekk flestu atkvødur á landsins fyrsta frælsa vali í okkara tíð. Hann er valdur forseti í russiska lívveldinum. Spennandi at frætta, hvussu Gorba- tjov ogJeltsin fara at samstarva. Vidvikjandi tilburdi- num å bryggjuni i Vågi, har ein russari á móður- skipinum Sevryba slapp sær til rýmingar, og sjálvandi leyp umboð á verjuskipið Tjaldur, sum jú hevur rættan, gráan myndugleikalit, so var skiparin á Tjaldinum ikki so sannførdur um mynd- ugleika sín í hesum máli. Tá landsmenn hansara troðkaðu seg fram á brúnna á Tjaldur, lat skiparin ikki við seg koma, men lat teir bert taka mannin við. - Løgid kortini, tí før- oyingar eru uppaldir við, at skiparin er einasti myndugleiki umborð - og bert hann hevur loyvi til at taka avgerð. Kanska hevði hesin skiparin bert ikki lisið uppá fyriskriftir og regl- ur um friðskjól 0.a., sum viðgera slík mál. Hann gav manninum eitt glas av vatni, og bað hann taka pappírini við sær, sum hesin vísti skipa- ranum, tá hann vátur, kaldur og ørkymladur kom uppá brúnna at leita sær friðskjól. Spurningurin er so um skipanin spældi býttur og ikki skilti, hvat hesin maður hevði í hyggju. Neyvan er eitt smábarn í | Føroyum, sum ivaleyst hevur sæð hópin av njósnarafilmum, verið í iva um, hvat russarin vildi umborð á Tjald- rinum. So frætt hugflog Á kundi hugsast at skipain eisini hevði. Tú kanst sjálvandi hava ein illgruna um, at sami skipari íkki er sinnaður at lata fremmandafólk fáa innivst í Føroyum, og so- leiðis á sín egna hátt nýtti ådurnevnda myndugleika til at gera av, um russarin skuldi sleppa inn í hitan. Onkur grundgeving í vikuni var fyri at mann- ingin umborð á móður- skipinum sluppu snikka- leysir frá atgerðini um- borð Tjaldrinum var, at tað nú ikki longur er neyðugt hjá russum at flýggja úr heimlandinum. Tað er kanska óneyð- ugt at seta allar hesar reglur á prent, tí hetta er bert endurtøka av tí, sum hevur verið prentað sein- astu tíðina, nú linni er komin í eystan tjaldið. Tá tað ræður um at lata pening og klæðir til neydstødd í heiminum, fáa vit altíð at vita, at føroyingar lata lutfalsliga meira til góðgerðarenda- mál, enn onnur lond. Vit eru so menniskjanslig og halda at tað er synd í teimum, sum liva í neyð og armóð. Spurningurin er so, hvussu góð vit eru, um vit ikki lata tey neyð- støddu fáa ein kjans, eis- ini um tey royna at pikka uppá dyrnar í Føroyum. Eftir stendur spurning- urin um, hvort tað ikki er makaleysari at lata teimum svøltandi í Etio- pia eina krónu, ella teim- um keldu í Rumenia klæði og útgerð av tí, sum vit kunnu liva fyri uttan. Kanska er tað bert, tá neyðin og armóðin ikki kemur okkum ov nær, at vit eru so mis- kunnarsom ? ————oorm——p—8p—mmmmmmmmmmmmm———————8——— 8>———> — valid fyri Ragnu Niclasen: Mina Vilhelm, Trónd Han- sen, blémuhandil og H. N. Jacobsen, bókahandil i Havn, Karl Øster, Blému- hanil å Tvøroyri, Blému- kjallarin i Vestmanna, Før- oyskt Heimavirki i Eystur- oy og Summardåin i Klaksvik. Vidvikjandi kostnad, upplysir Ragna Niclasen, at lutirnir kosta tað sama, sum slíkar danskar verur kosta, ið eru at fáa í handl- unum. Dagny