Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 112 — 18. juni 1991 til 16-metur Millum lítið og einki spæl var í dystinum MB- TB, sum Jóhannus Joensen tó fekk avgjórt til fyrimun fyri heimaliðið í næstseinasta minutti MB-TB 1-0 (0-0) 1-0 Jóhannus Joensen Dysturin í Miðvági var ein av hesum mest typisku 0-0 dystunum, ið tó verða av- gjørðir í seinastu løtu. Liðini vóru MB og TB, og 80 av teimum 90 min- uttunum spældu tey við á- vikavist 11 og 10 monnum á velli. Tað vóru nevniliga ikki gingnir meira enn 10 min- uttir, tá dómarin gjørdi av at geva Jón Johannesen hjá TB reyða kortið fyri at hava felt Mikkjal Daniel- sen, eftir at hesin hevði fingið bóltinum frá honum í einari heldur rótutari stóðu, har Mikkjal fyrst hevði fingið bóltin av Jón, eftir at hann hevði ligið niðri og hevði roynt at hildið bóltinum við bein- unum. Utvisingin var í lagi, men tó kundi verið sloppið undan hesum tilburði, um dómarin heldur hevði floytað áðrenn, meðan TB-spælarin liggjandi royndi at halda uppá bóltin. MB bóltin mest í fyrra Tað var annars MB, sum hevði bóltin meira í fyrra hálvleiki, tá tað tóktist, sum TB ikki rættiliga hevði fingið skipað seg av nýggjum eftir útvísingina. Í seinna hálvleiki skiiti tó eitt sindur, og tá hevði TB hug at trýsta MB aftur á vgllin, og hetta eydnaðist eisini fyri ein part. Kortini fekk TB ongan upplagdan málkjans, með- an MB mitt í tí heila mill- um annað royndi seg við Mikkjali á fremsta plássi. Men heldur ikki við nøkrum serligum úrsliti. Soleidis gekk megin- Soslalurin Jéhannus Joensen, 8 MB, skjeyt i næstsein- asta minuttinum sig- ursmálið í dystinum MB-TB, sum MB so- statt vann 1-0. Mynd: Eyðfinn Guttesen parturin av spælinum í dystinum frá ødrum 16- metrinum til hin. Sigrandi taktikkur Tó er at nevna, at tað, sum gav dystinum ein vinnara, mest av gllum mundi vera taktikkurin hja MB, um at fáa lokka TB so langt fram á vøllinum sum gjørligt. Hetta eydnadist nevniliga og gav bonus í síðsta enda. Hvørki av lidunum im- poneradi, og tey flestu mundu hava givid upp allar vónir um nakað mål, tá so MB í næstseinasta minutti fekk avgjørt dystin við hjálp frá TB-verjuni, sum steðgaði upp og ikki røkti sínar skyldur til fuln- ar. Tað var Eyðfinn David- sen, sum legði ein bólt innfyri, sum bæði verja og málmaður hjá TB metti at fara út. Men tað metti Jóhannus Joensen hjá MB ikki, og kom hann alt í einum spurtandi og fekk fatur á bóltinum, og áðrenn nakr- an vardi, hevði hann av- gjørt dystin til fyrimuns fyri MB. Soleiðis gjørdist enda- liga úrslitið 1-0 til MB, sumharvid tók seg tvey stig upp úr botninum, og er bert eitt stig undir teimum trimum liðunum, sum eru næst einsamalla B36-liðnum. hj. — fimm ferðir um vikuna! ) Eva Vang skjeyt fjra av teimum tilsamans niggju málunum, B36 fekk móti EB. Mynd: Hilmar Jan B36 vann Stórsigur Við at vinna 9-1 á EB, syrgdi B36 fyri, at NSI nú er klárt á odda Undan dystinum um vikuskiftið, hevði EB á næstfremsta plássinum í 2. kvinnudeildini, bert tapt ein dyst, spælt ein javnan og annars vunnið restina. Men B36-kvinnunum eydnaðist so í rættiliga stóran mun at broyta statistikkin og geva EB negativa málúrtóku, tå liðið vann ikki minni enn 9-1 á vellinum i Gundadali, eftir at liðið við mótvindi í fyrra hálvleiki var komið framum 4-1. Eva Vang skjeyt fýra mál, Sarita Baldvins- son try og Elsa Danielsen og Marlene Soelberg hvør sítt fyri B36. Sum ikki einaferð var tað Elna Olsen, sum skjeyt mál fyri EB. NSI er favorittur Suðuri í Suðuroy var tað NSI, ið fekk tryggjað sær bæði stigini móti Sumba við at vinna 2-1. Harvið er Sumba ikki eitt so brennandi boð upp á uppflytara longur, hó- ast liðið hevur spælt ein dyst minni enn NSI. , Málini fyri NSÍ skutu Hildur Hansen og Ann- lisa Joensen, meðan Margit Krossteig skjeyt málið fyri Sumba. Við hesum sigrinum, saman við tapinum hjá EB, er NSÍ nú trý stig á odda í deildini sum uppflytingarfavorittur. Tveir ikki spældir Dystin millum B71 og HB á Sandi vann heimaliðið, tí HB møtti ikki. B71 vil ikki útsta fleiri dystir, tí longu nú er liðið saman vipð Sumba ein dyst aftan- fyri hini. Sostatt vann B7I dystin 0-0. Dysturin, sum skuldi verda millum GI og Skála varð útsettur, tí tað eydnaðist íkki Skála at manna lið. At fleiri dystir nú bíða eftir at verða spældir, er ikki gott fyri spenningin og kappingina í 2. deild hj.