mikudagur 19. juni 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tårfinn Smith -
Åbyrgdarbiadstjori: Krisjan Dahl
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Útgevari P/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76
Uppseting: P/f Sosiafurin i
Argir 110 Tórshavn
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
EEC og vit
Glið tykist at vera komið á samráð-
ingar okkara við EEC. Higartil hevur
staðið mestsum í botni, men við
meira politiska umfarinum, sum før-
oysk sendinevnd við løgmanni á
odda nú hevur við harrarnar í Brux-
elles, eru útlit fyri, at vit fáa ein nýti-
ligan fríhandilssáttmála. Endaligi
sáttmálin kemur ikki undir land fyrr-
enn seinast í vikuni og skal sjálv-
sagt góðkennast av Føroya Løg-
tingi.
Sum vit hava skilt, so er talan um
onkrar batar fyri meirvirkaðar vørur
og at sáttmálin kanska eisini verður
liðiligari mótvegis nýggjum veruúr-
vali, sum vit kanska ikki enn eru
farnir undir at framleiða.
Vit, sum av góðum grundum hava
hildið alt verið læst og bundið fyri
frihandilsmøguleikum okkara við
EEC — kanska serliga ávirkaðir av
dómadagstosinum, um vit ikki her
og nú gjørdust limir — kunnu bert
fegnast um, at endi nú sæst á hes-
um torfgru samráðingum.
Men alt skal hava sína búningartíð,
eisini viðurskifti okkara við útheim-
in. Hetta, saman við ótrúliga seiggi-
num hjá samráðingarfólki okkara
og áneyðunum hjá EEC fyri at fáa
samráðingarnar frá hondini, áðrenn
farast skal undir stórsamráðingar
við EFTA, bar alt rætta vegin fyri
okkum.
Kanska er slottið ikki vunnið enn,
men ivaleyst hava vit av hesum tor-
fóru samráðingum lært, at hvørki
eftirlæti ella stívsinni einsamalt ikki
loysa nakrar knútar og at møguleik-
ar okkara fyri toluligum treytum frá
slíkum stórfelagsskapum ikki røkk-
ast bert við matematiskum nøgdar-
og prosenttosi.
Uttan at kenna neyva innihaldið í
ætlaða sáttmálanum halda vit, at vit
við føroyingum øllum kunnu ynskja
landi okkara og samráðingarfólki
okkara tillukku við úrslitinum. Sam-
stundis kunnu vit ikki annað enn
fegnast um, at tað ikki dróg longur
út — so langt út, at tað veruliga
skuldi eydnast samráðingarand-
stødingum okkara at skræða sund-
ur í tveir partar land og fólk okkara í
teirra stívrendu stremban eftir
treytaleysum føroyskum limaskapi
i EEC.
Væl vita vit, at EEC er mestsum
handil burturav, men skilagott um-
sitin kann handil og avkast av fram-
leidslu saktans nytast til bestu røkt
av ødrum samfelagsøkjum — sjålv-
sagda treytin fyri hesum. OG sam-
anborin vid onnur marknadarsam-
tek hevur EEC vissuliga eisini tikið
upp aðrar tættir, enn bara pengar
fyri teirra egnu skuld í størsta ålv-
ara.
Hetta er sjálvsagt takkað verið
rættuliga holla demokratiska stødi-
num, flestu EEC-londini hava at
byggja á, og sum tey tíanbetur ikki
kundu hugsað sær ødrvisi.
Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard Prent:
P/f Pressan 1981 Telefon:
Kortini slepst ikki uttanum, at héast
góðvild og tokka landanna millum í
EEC, vil slíkur felagsskapur av utt-
anfyristandandi pinkulingatjóð sum
okkara, altíð minna okkum á alt-
slúkandi drekan — um vit sjálvi, væl
at merkja, ikki gera okkum 6mak til
at skilja orsøkirnar til vánaliga fat-
anarevni drekans av viðurskiftum
og ynskjum okkara —.
Hóast vit halda tað vera nyttuleyst,
má kortini liggja á okkum tíðliga
sum síla at upplýsa og harvið beta
um fatan »teirra stéru« av okkara
umstødum — ti sjálvbodnir gera teir
tað neyvan, og krøv um sjålvsupp-
lýsing innan EEC um okkara viður-
skifti hava vit ongan rætt at krevja
av felagsskapi, ið helst er eins væl
farin við sum uttan samband við
okkum.
Hetta má fremjast miðvíst politiskt,
umsitast av fólki við bestu handils-
ligu-, politisku- og sidalagsligu fat-
anarevnum — fólki, ið veruliga
megna at tala samstavsins sak ødr-
vísi og »vidari«, enn bert eftir tabell-
um og nøgdum.
Politiska búningin i EEC hevur verið
framúr góð, tá hugsað verður um
tær so ymiskligu politisku fortreyt-
irnar í limalondunum øllum, og vit
hava nevnt tað áður — góðtrúgvið
kanska — at sjålvt fíggjarsterkur
risafelagsskapur sum EEC í framtíð-
ini eisini verður at laga seg eftir um-
heiminum á annan hátt, enn bert í
krónum og oyrum, um hann ikki
skal koma í stríð við seg sjálvan ella
11820 Teiefax: 14720
verða gðrum til vanlukku.
Vit duga ikki at siga, um fyribilsúr-
slit okkara við EEC í hesum umfari-
num kann benda á slíka búning í
fatan EEC's mótvegis »ødrum«,
men vóna tað.
Hundalív
Dag og dagliga frætta
vit um fólk, sum eru
komin illa fyri av
Ikki so friðarligt
innanhýsis
Dimmalætting skrivar í
oddagrein um vitjan
Gorbatjovs í Noregi.
Saa sent som i denne
maaned har den formelle
sovjetiske leder været i
Norge for at takke for
modtagelsen af Nobels
fredspris, som blev tildelt
ham i fjor. Norges polit-
iske ledelse gav den sov-
jetiske leder en korrekt og
venlig modtagelse, som
det sig hør og bør, men det
blev dog ikke undgaaet, at
der opstod spredte demon-
strationer mod den
fornemme sovjetiske
gæst, maaske mindre
fordi han hed Gorbatjov,
men at han var russisk
statsleder.
Og forklaringen paa, at
der blev demonstreret
imod fredspristageren, er
den, at medens USA's og
en stor del af den øvrige
verdens ledelser priser
hans ønsker om fordoms-
frit samarbejde tværs over
grænser, saa lader det
ikke til, at han styrer sit
rige i den fredens aand,
som han giver det udseen-
de af, eller simpelthen
ikke lader til at kontrol-
lere dets hensigter i prak-
sis. Desuden har Sovjet
netop nu besluttet ved et
frit valg at afgøre, hvem
der skal være rigets kom-
mende leder, ham eller en
anden.
Sum løgin sigur
Dimmalætting skuldsetti
herfyri i oddagrein Fiska-
søluna fyri, at gerast
skrivstovukvinnur å
Fiskasøluni vid barn,
kunnu tær rokna við at
verða uppsagdar. I lesara-
brævi i Dimmu i gjår svar-
ar Bjarti Mohr, fiskasølu-
stjóri, skuldsetingunum.
Hann skrivar millum
annað:
Í sambandi við skriving
um barsilsorlov er Dim-
malætting komin við
grovum skuldsetingum
um Føroya Fiskaselu,
m.a. at starusfólkið á Før-
oya Fiskaselu hevur fing-
ið boð um, at gerast tey
við barn, ja so kunnu tey
rokna við at verða upp-
segd. Í einum ógvuliga
fantasifullum leiðara í
Dimmalætting 15.6.1991
verður tosað um >krænk-
else af menneskerettig-
heder« o.s.fr.
Reglurnar viðvíkjandi
barsilsorlov á Føroya
Fiskaselu eru soleiðis,
sum lógin sigur, at tær
skulu vera. Lógin um bar-
silsorlov er galdandi fyri
oll í Feroyum, høg og lág,
rík og fátæk. Lógin verður
eisini brúkt í samráðing-
um á arbeiðsmarknaði-
num, og er hon sostatt
galdandi á ellum arbeiðs-
plássum í Feroyum og
ikki bert á Foroya Fiska-
selu!
hundi.
Aðrastaðni í blaðnum
er grein, sum sigur frá
einum postmanni á
Argjum, sum varð
álopin av hundi, og
bitin. Í hesum førinum
var postmaðurin tíbetur
so mikið heppin, at
hundurin fór ikki
avstað við ødrum enn
einum parti av aðrari
buksibrókini.
Eisini frættist um
býlingar, sum eru
herjaðir av leysum
hundum, so hvørki
børn ella vaksin hætta
sær út fyri dyr av ótta
fyri at verða álopin.
Alt hetta hendir hóast
lógin sigur heilt greitt,
hvørja ábyrgd hunda-
eigarar hava fyri hundi
sínum. Lógin er enntá
lýst tvær ferðir av tí, at
landsstýrið í fyrru
kunngerðini gloymdi at
siga frá, at bandið,
hundurin skal havast í,
skal vera stutt.
Men alt hetta tykist at
vera til onga nyttu.
Tað skulu tí vera
okkara ráð, at fáast
hundaeigarar ikki at
skilja sína ábyrgd mugu
politisku myndugleik-
arnir bert gera okkum
øllum greitt, um hetta
er landið fyri fólk ella
hundar. Er tað fyri fólk,
kann hundalívið, sum
nú er, ikki halda fram.