hósdagur 20. juni 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Sosialurin
FSF krevur endur-
jald til toftamenn
FSF vil hava UEFA at endurgjalda Tofta Ítróttarfelag fyri mistar
inntókur, um EM-dystirnir ikki verða á Svangaskarði. FSF -formað-
urin setir spurnartekin við brádli ga formliga góðkenningarháttin í i
staðin fyri 6 le sum í mongum fórum hevur verið nýttur
Kolldemir executive
nevndin hjá UEFA ikki
avgerðina hjá kappingar-
nevndini um at heima-
dystirnir hjá Feroyum
skulu spælast í Sveríki, so
krevur Fótbóltssamband
Feroya, at UEFA skal
k 285,-
TELEFON 12242
TELEFAX 10657
JEKARAGØTA 8
FR-110 TORSHAVN
Í
peer]
endurgjalda Tofta Ítrótt-
arfelag tær inntekurnar,
sum felagið hevur roknað
við at fáa í samband við
teir tríggjar EM heima-
dystirnar í heyst.
Tað sigur Torleif Sig-
urðsson, FSF ovasti, og
hann leggur afturat:
— Eingin ivi skal vera
um, at vit í fyrsta lagi
krevja, at avgerðin hjá
kappingarnevndini verður
broytt, so vit kunnu spæla
á Toftum, men fáa vit ikki
viðhald í tí kravinum, so
fara vit í eðrum lagi at
krevja, at UEFA letur
endurgjald til toftamenn.
Vit hava ikki enn greiðu
á, hvussu kravið akkurát
skal setast fram, men
UEFA hevur grunnar av
ymsum slag, og onkur
teirra man m.a. vera rokn-
aður til slíkt endamál.
Formligt og óform-
ligt
Tað, sum sakin í veru-
leikanum snýr seg um, er
um roknast skal við
óformligum ella bert við
formligum avgerðum:
— Vit kunnu í fleiri før-
um vísa á, at tað óform-
liga hevur gingið fram um
tað formliga, men sam-
Ovara myndin: Niklas Davidsen, formaður í Tofta
Ítróttarfelag,
sum nú kanska fær endurgjald frá
UEFA, um FSF fær viðhald í kæruni, send verður
fótbóltssamgonguni. Í fyrsta lagi verður kravt, at
EM-dystirnir í hesyt verða spældir á Svangaskarði,
og í øðrum lagi, at Tofta liréttarliga fær endurgjald
fyri miss av áskoðarainntókum og øðrum. Niðara
myndin: Vinstrumegin sæst skotin, Earnie Walker, ið
var tann einasti,
ið gav føroyingum viðhald á
fundinum í Stockholm mánadagin. Myndir: Hilmar
Jan
stundis mugu vit síggja í
eyguni, at um teir nú eru
einvísir paragraffrúttarar
— fyri at nýta vendingina
hjá vini okkara Frits Ahl-
strøm — so kunnu teir
fella okkum.
Í reglunum kring kapp-
ingar sum hana um EM
stendur, at stadion skal
vera klárt at nýta 60 dag-
ar undan dystinum. Vøll-
urin á Toftum verður klár-
ur tann 11. juli, men ikki
alt kringliggjandi eki.
Earnie Walker helt
hetta ikki verða nakran
trupulleika, og svarskriv-
ið frá UEFA upp á fundar-
frásegnina og niðursteð-
urnar hjá okkum í sam-
bandi við fundin siga tað
sama. Men halda toppar-
nir í UEFA seg til, at teir
ongantíð formliga hava
givið loyvi til at leika í
Feroyum, og at alt skal
verða liðugt 60 dagar und-
an dystinum, so mugu vit
boyggja okkum fyri tí.
Men, so mugu vit stað-
festa, at teir hava drigið
okkum og serliga tofta-
menn upp á tráð, og tað
mugu hegu menninir
gjalda fyri.
Fleiri dømi
Tað eru fleiri, sum hava
reist spurningin, um vit
ikki fyri langari tíð síðani
áttu at havt tryggjað okk-
um formliga góðkenning
av heimavøllinum á Toft-
um. Hetta hevði neyvan
borið til í størri mun, enn
vit hava fingið. Vit hava
fleiri fordømi um, at
óformligar góðkenningar
hava verið nýttar:
Tá vit í síni tíð vóru
bodnir við í EM-kapping-
ina 'óru vit ikki formligir
limir av UEFA. Eingin
tjóð kann taka lut í slíkari
kapping uttan at vera
limur, men innbjóðingin
kom, tí vit óformliga vóru
vorðnir limir!
UEFA gav loyvi til, at
vit leiktu heimadystirnar í
Nr. 114 — 20. juni 1991
Landskrona. Men sann-
leikin er, at stadion i
Landskrona ongantiå er
formliga góðkent sum
karmur um altjóða dystir,
men tað hevur ikki verið
nakar trupulleiki.
Og so kunnu vit nevna
skiftið millum leikvallir
og tað ítróttarliga: Eyst-
urríki flutti dystin móti
okkum úr Wien til Salz-
burg, tí har hevdu teir
ongantíð tapt!
Jugoslavia flutti fáar
vikur undan okkara dysti
heimavellin úr Zagreb til
Beograd, og UEFA hevur
í síni tíð góðkent, at okk-
ara heimavellur móti den-
um skuldi veða Malme og
ikki Landskrona. Vit ætl-
aðu at leika har fyri at fáa
sterri inntøkur, bæði frá
dønum og føroyingum.
Givið er, at ítróttarliga
hevði hetta verið fyrimun-
ur fyri Danmark, sum
næstan fekk heimavell!
Fáa einki
Ofta verður sagt, at vit
sum lítil tjóð fáa alt borið
upp í hendurnar. Torleif
heldur, at ell EM segan
ber boð um tað evugta:
Hevdu vit ikki fingið so
góðan stuðul frá dønum,
so ivist eg í, um vit í heila
takið høvdu havt loyvi at
tikið lut.
— Greiða uppbakkingin
hjá DBU í ítekiliga trupul-
leikanum flevar hjartað.
Vónandi fáa teir Norðurír-
land og Jugoslavia at taka
undir við sær.