Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juni 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 116 — 22. juni 1991 0 sf Síða 7 Hurðin á glonn Men lógaruppskotið hjá landstýrinum um innlit í almenna fyrisiting er ikki serliga víttfevnandi og undantókini eru mong. Danska lógin og serliga tann svenska eru nógv meira vítt- fevnandi, her standa hurðarnar uppá bak Orð: Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Linden- skov Føroyingurin hevur ikki havt stérar møguleikar fyri at fåa innlit f almennu fyrisitingina. Tað hevur verið upp til teir einstøku stovnsleidararnar at av- gerða, um eitt mål hevur persónligan ella almennan áhuga. Men nú er eitt lógar- uppskot gjørt um innlit í fyrisitingina, uppskotið liggur í løtuni til ummælis hjá teim ymisku stovn- unum og feløgum kring landið. --Uppskotið er ikki enda- ligt, tað kann verða at tey ymisku ummælini fara at føra við sær broytingar, sigur Atli Dam, løgmaður Í Tinganesi hava em- bætismennirnir ikki verið serliga glaðir fyri eina lóg um alment innlit. Og eftir hvat Sosialurin frættir, so kemst hetta serliga av, at ein dygdargóð lóg, kemur at økja munandi um fyrisitingarligu byrðurnar hjá umsitingini. Rætturin Rættin til skjalainnlit hevur ein og hvgr. Hann kann krevja at gera seg kunnugan við skjøl, sum ein mynduleiki hevur móttikið, ella gjørt sum ein liður í fyrisitingarligari saksviðgerð í samband við virksemi mynduleikans. Ein mynduleiki kann geva loyvi til skjalainnlit í stórri mun, um ikki annað fylgir av reglum um tagnarskyldu ella meira. Hetta sigur grein 4. í uppskotinum. Men ongin lóg uttan undantøk. Og tey eru ikki fá í hesum uppskoti. Onki innanhýsis Lógaruppskotið um innlit í almenna fyrisiting fevnir tilsamans um 17 greinar og av hesum eru sjey greinar, sum fevna um undantøk og undantøk frá undantøkunum í reglunum um skjalainnlit. Millum annað hevur borgarin ikki rætt til atgongd til innanhýsis arbeidsskjøl. Her veruður hugsað um 1. skjøl, sum verda gjørd av einum mynduleika til egna nyts- lu. 2. brævaskifti millum ymiskar deildir innan sama mynduleika og 3.brævaskifti millum eitt bý- ella bygdaráð og tess nevndir, deildir og aðrar stovnar ella millum hesar stovnar sínaámillum. Tó ber til at sleppa at síggja innanhýsis skjól. Men hesi skulu tá bert vísa endaligu stødutakan myndugleikans viðvíkjan- di avgerð í einum máli. Sjúkrajournalir Um sjúkrajournalir eru gjørdar um heilsuviður- skiftini hjá einum persóni, hevur hann rætt til at sleppa at síggja journalina. Hetta sigur grein 9, men í sik. 2. verður tó eitt undantak gjørt. Har stendur: Rætturin til skjalainn-lit (sjúkrahúsjournalir) red. kann tó avmarkast i tann mun åhugi partanna i skjalainnliti må metast at eiga at víkja fyri avgerandi umhugsni fyri partunum sjálvum ella ødrum privatum åhugamålum. Landstýrið friðhalgað Gerdabøkurnar hjá land- stýrinum eru undantiknar rættin til skjalainnlit. Í grein 10 stk. 1. stendur: Gerdabøkurnar hjá land- stýrinum, frásagnir frá fundum millum land- stýrismenn og skjól, sum || verda gjørd av einum mynduleika til nytslu å sovornum fundum. Heldur ikki brævaskifti millum landstyrismenn um lóg- gåvu, herundir jått- anarlógir, Eisini brævaskifti hjá einum mynduleika við serkøn til nýtslu í ræt- tarmálum, ella tá stóða skal takast til møguligt rættarmál. Figgjarvidurskifti hjå ti einstaka Í lógaruppskotinum fær borgarin ikki møguleika privat til at kanna » figgjarlig vidurskifti hjå einstaklingum, sum skuldu ligið í almennu fyrisitingini. Eisini kann rætturin avmarkast tá tað snýr seg um trygd og verju ríkisins og eisinin um ávís uttanríkispolitisk mál. Ongin kærustovnur Í lógaruppskotinum verður ikki víst á nakran veruligan kærustovn, um ein ikki fær teir upp- lýsningar ein vil hava hendur á. Kapittlul 4. grein 15 fevnir um hvør avgerð um ein borgari skal fáa innlit í einum einstøkum máli. Her stendur,: "Verður á- heitan um skjalainnlit sett fram viðvíkjandi skjølum, íð eru partur av máli, har sum tað er, ella fer at verða tíkin avgerð av einum fyrisitingarmyndu- leika, avgerð hesin mynduleiki, um áheitanin kann verða gingin á meti. Í øðrum fórum verður avgerð um skjalainnlit tik- in av tí mynduleika, sum hevur skjalið undir hond." Stk. 2. sigur: "Avgerðir um spurningar um skjala- innlit kunnu kærast frammihjå til tann myndu- leika, sum er kærustovnur viðvíkjandi avgerðini ella viðgerðini annars av tí máli, sum áheitanin um skjalainnlit viðvíkur." Og stk. 3. sigur, at landstýrið kann áseta reglur, sum frávíkja regl- unum í frammanfyri nevn- du greinum. Kærumøguleikarnir i lógaruppskotinum gera at mynduleikarnir og ovast landstýrið avgerð hvussu nógvir upplysningar kunnu koma alment fram. Fyri eitt nú journalistar fer hetta lógaruppskot, um tað verður samtykt, ikki at vidka arbeidsmøguleik- arnar nakað munandi. Tað er framvegis stovns- leiðarin og ovast land- stýrismaðurin, sum avgerð hvussu nógv skal sleppa út. Lógin í Danmark og serliga tann í Svøriki eru munandi meira víðgang- andi. Har kannst tú fáa uppslýsningar um nærum alt. Í Danmark er tað un boðsmaðurin hjá fólka- tinginum, sum er kæru- mynduleikin. Hetta er ein persónur, sum bert hevur lógartekstin at ganga eftir og hann er uttanveltaður. Um vit taka eitt dómi: Tú skal hava nakrar upp- lýsningar úr almanna- stovuni. Her verður nokt- að, kærustovnurin er tá tann landstýrismaður, sum umsitur almannamál og ikki ein uttanveltaður Íkki afturvirkandi Skotið verður upp, at lógin skal koma í gildi 1. januar 1993.1 grein 17 stk. 2 stendur millum annað: "Lógin er ikki galdandi fyri skjól, sum ein mynduleiki hevur gjørt ella sum er komin einum mynduleika í hendi áðrenn 1. januar 1993....