Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 117 — 25. juni 1991 Mariehamn: Fjórðu Oygg- jaleikirnir vórðu settir í fagrasta veðri sunnudag- in. Sum ellum kunnugt eru leikirnir á hesum sinni á Álandi, og meginparturin av leikunum fara fram í hevuðsstaðnum Marie- hamn. Setanin av leikunum fór fram á Ítróttarstadion í Mariehamn. Allir teir út- við 1500 luttakararnir gingu í skrúðgongu frá torginum í miðbýnum út til ítróttarvellin, har væl av fólki var komið saman at síggja setanina. Fyrst komu Falklands- oyggjarnar inn á vøllin, harnæst norska oyggin Freya og síðani tað stóra føroyska liðið uppá umleið hálvt annað hundrað lut- takarar og leiðarar. Aftaná teimum føroysku ítróttarfólkunum komu oyggjarnar inn í hesi reð: Gotland, Gibraltar, Gren- land, Guernsey, Ísland, Isle og Man, Isle of Wight, Jersey, Orkn- oyggjarnar, Sark, Het- land, Prince Edward Is- land, Ynys Mon, Saare- maa og at enda Áland. Leikirnir settir Fyrst talaði Dick Ek- strem, formaður í Álend- sku fyrireikingarnevndini og næstformaður í IGA. Harnæast talaði John Kjær, ið er formaður í Int- er Games Association. Eftir at John hevði sagt nekur væl vald orð, setti Sune Eiriksson, »lantråd«, sum stjórnar- leiðarin á Álandi verður nevndur, leikirnar. Sune Eriksson er fyrrverandi ítróttarmaður og hann eigur m.a. álendska metið í discus-kasti, sum er upp á 44,12 metrar. Hesir Oyggjaleikirnir eru teir fjórðu í reðini, og higartil stórstir, bæði í luttakaratali og tali av luttakandi oyggjum. Eftir talurnar var ein stutt fimleikaframsýning. 5 OYGGJALEIKIRNIR Á ÁLANDI Oyggjaleikirnir settir sunnudagin Tá tað var liðugt, fleyg eitt flogfar høgt yvir velli- num, og út lupu 18 fólk í fallskýggja. Tey hevdu í viðferinum hver sítt flagg fyri tær 18 luttakandi oyggjarnar, og tey dalaðu spakuliga niður móti jerð- ini, til tey at enda lendu beint frammanfyri palli- num, har leikirnir vórðu settir. Tað eydnaðist tó bert 16 at lenda á vellinum, tveir fóru út av kós orsaka av vindi. Annar lendi á eini getu inni í býnum, har nógv ferðsla var, meðan hin lendi í einum garði, so tað var helst onkur, ið setti kaffi í hálsin, tá hesin fallskýggjamaðurin lendi beint uttan fyri vindeyg- að. Vatn oyggjum Ein nýggjur siður varð tikin upp til hesar Oyggja- leikirnar. Álendsku fyrireikarar- nir mettu, at vatn er nak- frá 18 að, sum allar oyggjarnar hava til felags, samstund- is sum tað er vatnið, ið skilir okkum at. Tí hevsu tey biðið allar luttakandi oyggjarnar taka ein litur av vatni við, hetta vatnið varð at enda borið inn á vøllin og latið í ein gosbrunn, har verður tað so sprænt upp í luftina líka til leikirnir enda leyg- ardagin. Tá verður tað lat- ið í fløskur aftur, og verð- ur síðani flutt til Isle of Wight, har næstu Oyggja- leikirnir verða í 1993. Alt í alt, varð hetta ein væl eydnað setan, sum áskoðararir, einir 2500 í tali, vóru sera væl negdir við. Setanin var tað einasta, ið var á skránni sunnu- dagin. Mánamorgunin byrjaðu kappingarnar, og tær halda fram uttan íhald til leygardagin Fyrstu heiðurs- merkini komin Feroysku judoleikararnir í bólkinum -78 kg. kláraðu seg frálíka væl. Sum greitt frá í aðrari grein í blaðnum í dag, vunnu bæði Ingi á Tór- garði og Niels Jákup Dala- brúgv sínar fyrstu dystir. Næsti dysturin hjá Inga var ímóti Peter Conroy frá Gibraltar, henda dyst tapti Ingi. Men triðja dystin í innleiðandi kapp- ingini vann Ingi á Chris- topher Lesley Dowden frá Isle of Wight. Í semifinaluni tapti Ingi ímóti Anders Berndtsson av Álandi. Silvur Næsti dystur hjá Niels Jákup var ímóti Matthew Gash frá Isle of Wight, Niels Jákup vann henda dystin. Í triðja dystinum tapti hann ímóti Anders Bern- dtsson av Álandi. Í semifinaluni vann Niels Jákup á Peter Con- roy frá Gibraltar. Sostatt kom hann í finaluna, har hann tapti ímóti Anders Berndtsson av Álandi. Í kappingini um 3. plás- sið bardust Ingi á Tór- garði og Peter Conroy frá Gibraltar. Í innleiðandi kappingini vann Peter á Inga, men hendan seinna dystin vann Ingi. Endaligu úrslitini í bólkinum -78 kg. vórðu so- statt: 1. Anders Berndtsson, Áland gull 2. Niels J. Dalabrúgv, Feroyar silvur 3. Ingi á Tórgarði, Feroyar bronsu sj. Kvinnukapp- ingin liðug Mariehamn: Judokapp- ingin byrjðai månamorg- unin. Fyrst kappaðust kvinn- urnar. Har vóru tveir bólkar, -61 kg. og #61 kg. Ongar feroyskar kvinn- ur luttaka í Oyggjaleikun- um í ár. Í bólkinum -61 kg. vóru luttakarar av Álandi, Isle of Man og Jersey. Vinnari av bólkinum gjørdist Camilla Nord- strøm av Ålandi. Hon kláraði seg ógvuliga væl í allari kappingini, og fi- naluna vann hon á Shona Quayle av Isle of Man. Nr. 3 gørdust Francesca Eriksson av Ålandi og Emily Baker av Jersey. Tað kann vidmerkjast, at Francesca luttók eisini i judokappingini å Oyggja- leikunum i Føroyum. Skadar Teir fyrstu dystirnir i judokappingini måna- morgunin vóru annars merktir av alt ov nógvum skaðum, og kom hetta helst av, at ov illa var hit- að upp. Í ti eina førinum var neyðugt at senda boð eftir sjukrabili, men vit vita ikki í skrivandi letu, um tað var serliga álvarsamt. Sum kanska tað einasta ítróttarliðið, ið er komið higar til Álands, hava fer- oyingar egnan ítróttar- lækna við. Tað er Sølvi W. Olsen, og hann hevur longu verið í arbeiði. M.a. varð hann staddur á Qver- nes Høgstadie, har fleiri kappingar fara fram, og kundi hann hyggja at tú skaddu judogentuni, áðrenn sjúkrabilurin fór avstad við henni. 461 kg. Í bólkinum 461 kg. kvinnur vóru luttakarar av Jersey, Ísle of Man, Álandi og Íslandi. Einasti íslendski luttak- arin í judokappingini her á Álandi, Fjóla Guðnadóttir hevði ein góðan dag. Hon gjørdist nr. 3 og fekk har- við eitt bronsumerki. Vinnari av hesi kapp- ingini varð Ruth Vondy av Isle of Man, meðan Eva Fellman av Álandi gjerdist nr. 2. sj. Síða 9 Vunnu fyrstu dystirnar Mariehamn: Feroysku judoíðkararnir fingu eina góða byrjan. Mánamorgunin vóru tveir av okkara leikarum, Ingi á Tórgarði og Niels Jákup Dalabrúgv á máttuni. Fyrst bardist Ingi á Tórgarði ímóti David Crowe av Isle of Man. Ingi varð heppini í byrj- anini av dystinum, tí tað varð demt keikoku ímóti David Crowe næstan bein- anvegin, tí hann traðkaði út av máttuni. Verður tað gjert við vilja, kostar tað, og harvið hevði Ingi eitt Wasa-ari, ið telur 7 stig. Men David var væl við í dystinum, og tað eydnað- ist honum stutt eftir at fáa eitt koka fyri eina roynd til eitt kast, og lítla letu seinni fekk hann eitt yoku fyri eitt kast. So við og við kom Ingi meira við í dystinum, og seinnu helvt av dystinum átti Ingi fyri tað nógva. Ingi byrjaði »sin part av dystinum< við einum yoku fyri eitt kast, og stutt eftir kastaði hann David við einum verkum kasti, ið gav Inga wasa-- ari, og hevði hann nú vunnið dystin, tí hann hevði 2 wasa-ari, og tað er nóg mikð at avgera ein dyst við. Niels Jákup Stutt eftir dystin hjá Inga skuldi hin feroyingurin í bólkinum -78 kg. royna seg. Tað var Niels Jákup Dalabrúgv, ið bardist ímóti Alex Perriman av Isle of Man. Niels Jákup hevði klárt yvirvág í dystinum, og tá knappliga ein minuttur var farin av dystinum fekk Niels Jákup yoku fyri eitt kast. Bert 10 sek. seinni kast- aði Niels Jákup mótsteðu- mannin við einum sera vekrum kasti, sum hann fekk ippon fyri, og harvið var dysturin vunnin, bert góðan minutt eftir at hann var byrjaður. Tað vóru bert hesir báð- ir dystirnir fyrrapartin mánadagin, har feroyskir luttakarar vóru við, men vit frætta meira í morgin um úrslitini av judokapp- ingini. sj. Niels Jåkup og Ingi: Væl nøgdir — Vit eru stak væl nøgdir vid úrslitið i dag. Tað var sera torført at meta áðr- enn keppingina, hverjar meguleikar vit hevdu, tí vit kendu onki til hinar luttakararnar. — Vit kendu bert Anders Berndtsson frá Álandi, og vit vistu, at hann er góður. Hann vann jú kappingina í Feroyum í 1989. — Eg hevði ein sera lættan dyst at byrja við, og eg haldi sum heild, at tað gekk stak væl hjá mær, sigur Niels Jákup Dalabrúgv. — Eg eri stak væl negdur við silvur- merkið, leggur hann aftur- at. Ingi á Tórgarði er venj- ari hjá feroysku judoíðk- arunum. Hann heldur tað kanska vera ov nógv bæði at vear venjari og so eisini at luttaka í kappingini. — Men eg eri nøgdur við bronsumerkið sum so. Sjálvandi eigur ein ikki at vera heilt negdur fyrr ein gerst nr. 1, men tað var í lagi við 3. plássi í dag, sig- ur Ingi á Tórgarði. sj. Fótbóltur Ein dystur í bólki 1 í fót- bóltskappingini hevur verið mánadagin á mið- degi. Dysturin var ímillum Jersey og Grenland, og endaði hann 4-3 til Jersey eftir 3-2 í hálvleikinum. Chris Hamon skjeyt 3 mál fyri Jersey og Tony Salaun 1. Fyri Grenland vóru tað Peter Møller. Karl Kreutzmann og Ed- vard Kristiansen ið gjerdu hver sít mál.