mikudagur 26. juni 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi
Fyritaksstjóri: Krisjan Dehi
Kalmar Lindenskov
ljósmyndari:
Føroya framtíð
er tykkara
Sjáldan áður munnu lestrarpis-
ur okkara vera komnar úr kop-
pi út í ein so undurfagran
heim, sum Føroyar í hesum
dyrdardøgum hava verið.
Hinvegin eru eisini bæði ár og
dagar síðan, at dagsins trupul-
leikar hjá vanliga føroyingi-
num hava verið so álvarsamir
sum nú, arbeiðsloysi og húsa-
gangur tíanverri eru gerandis-
kostur og harvið víðari lestra-
val teirra ungu til eina virkna
framtíð í fødilandinum eisini
meira ørkymlandi enn nakran-
tíð.
Men uttan treysti og trúgv til,
at tað hóast alt skal bera til,
eins og kenslu av ábyrgd mill-
um okkara ungu um, at júst
hesi mugu verða við til at livga
handaliga sum andaliga um
samfelagið, so trivnaður aftur
fæst í øllum lutum, er strev
teirra, sum borið hava verðs-
ligu byrðarnar og teirra, sum
eftir besta førimuni skipa fyri
samfelagnum, nærum nyttu-
leyst.
Tí meira enn nakar, eiga tit
ungu framtíðina og hóast dag-
sins trupulleikar ber munandi
betri til hjá tykkum enn teim-
um undanfarnu, ið ikki fingu
henda glæsiliga møguleika, at
mynda egnu framtíð tykkara.
Vón okkara er tí, at tit nýta
henda møguleika sum best og
ongantíð gloyma aðalenda-
málið við frægu útbúgvingar-
skipanum okkara — íkki
gloyma, at almennu Føroyum
til allar dagar tørvar útbúgvið
fólk — fólk, sum hóast kanska
meiri aumarkað virkisumstød-
ur enn úti í stóru verð, velja og
laga útbúgving teirra eftir okk-
ara tørvi og møguleikum, men
sanniliga eisini fólk til ta ídnað-
armenning, ið koma má, skulu
vit ikki dragna afturút av álv-
ara.
Kjakið um útbúgvingar okkara
hevur ikki verið minni enn
onki og fráboðað er uppskot
um broyttan útbúgvingar-
bygnað á mongum gkjum —
ikki minst fyri tey, ið velja meir
handaligu og teknisku útbúgv-
ingarnar, sum serliga hava
roynst mongum ótryggar í
hesum vinnufátæku tíðum.
Vón okkara skal vera, at vit
ikki minst á hesum gkinum fáa
so góð læruviðurskifti, at ivi
ikki skal vera hjá nøkrum, ið
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiaturin
Prent: P/f Pressan 1981
fer undir hesar fyri framleiðslu-
na og samfelagið týðandi út-
búgvingar, um, at hann íkki
sleppur at læra seg lidnan.
Nýggju greinini á útbúgvingar-
runni okkara, fiskivinnuút-
búgvingini í Vestmanna ynsk-
ja vit eisini tillukku við fyrstu
avlærdu næmingunum, sum í
gjár fingu prógvini handað.
Kjakið var 6ført um áneyðirnar
fyri hesi útbúgvingini, serliga
til so einstáttaðan fiskiídnað,
sum talan var um fyri bert
fáum árum síðan, men tíbetur
vann framskygni, og hava vit í
dag, við bøttu marknaðartreyt-
um okkara fyri meiri fjøltåttad-
um vørudrvali, veruliga brúk
fyri hesum fólkum, sum iva-
leyst saman við vanda flaka-
virkisfólki okkara, man fara at
megna at vísa á nýggjar og
betri framleiðsluleiðir.
Hóast niðurundirkomið í mun
til onkuntíð, er samfelagið í
løtuni fyri ymsum broytingum,
sum rætt fataðar og vendar
betra vegin ivaleyst kunnu
bera við sær menning og triv-
nað. Ein treyt fyri at hetta skal
eydnast er sjálvsagt, at vit
hava manning til at síggja tílík-
ar »adrar« møguleikar, enn
teir, vit av vana — og neyð
Bústaður: Argjavegur 26
Teiefon:
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
19720
Argir
11820 Telefax:
eisini — hava troytt í so nógv
seinnu árini.
Øllum okkara livsvidurskiftum
eru vit føroyingar ikki harrar
yvir, og als ikki svimjandi til-
feinginum, øll tilvera okkara
skal byggjast á, men fremsta
orsøk til, at vit undir slíkum
skiftandi umstødum ikki eru
smokkaðir heilt burturímillum,
hevur altíð verið tolna og ar-
beiðssama fólk okkara og tær
livs- og vinnuroyndir, onkur
okkara hóast alt hava av slík-
um hóttafgllum. Hesi hava aft-
ur gjørt vart við seg, men eisini
hesuferð hava vit vón um, at
hesar somu royndir og tann
álvari, ið nú semja er um at
leggja ð allar vinnu- og útbúgv-
ingarmøguleikar teirra ungu til
at skapa sær eina føroyska
framtíð, fara at bera rætta veg-
in saman við nú munandi
bøttu útflutningsmeguleikum
okkara.
Tann neyð, sum onkuntíð
dreiv verkið, skal ivaleyst sam-
an við teirri líus- og virkisvón,
vit saman við teimum ungu
aftur mugu kveikja til lívs, iva-
leyst gera tað einaferð enn.
Men uttan ungdómin gerst tað
ikki.
Halda fyri nøsina
Dimmalætting skrivar um
russararnar
firði: Góð avtala
í Nólsoyar-
Seinastu dagarnar
hava fólk í Havn ákært
hvenn annan fyri snik-
lukt — heilt uttan or-
sek, tí tað er nevniliga
»russarin úti á fjørdi-
num« sum luktar.
Tey bæði russisku
móðurskipini, Sevryba
og Viktor Kingisepp,
hava ligið á Nólsoyar-
firði í nakrar vikur og
tikið ímóti sild.
Áður hava tey verið
ákærd fyri at dálka
sjógvin, og hevur
Heilsufreðiliga Starus-
stovan m.a. verið um-
borð og kannað viður-
skiftin.
Hesaferð er tað sum
neunt ikki sjógvurin ið
er trupulleikin men
næsarnar á fólki.
Vit vendu okkum í
gjár til bæði legreglu-
na, Heilsufreðiligu
Starvsstovuna og
Vaktar- og Bjargingar-
tænastuna, men antin
vóru fólk ikki at hitta,
ella sóu tey sær ongan
meguleika at gera nak-
að í løtuni.
Stjórin á útflutningsfyri-
tekuni P/F Marr sigur seg
vera væl negdan við av-
taluna vit hava fingið við
EF. Hann sigur m.a. hetta
við Dimmalætting:
— Yvirhevur so er
hetta ein góð avtala. —
Ut frá einum utflytara-
sjónarmiði eru vit væl
negdir, og tað er iva-
leyst 80% av føroysku
vinnuni eisini.
Serliga dåmar mær
væl, at loftid er hækkad
fyri fesk fløk av upsa
og kongafiski.
I løtuni gjalda vit
17% í tolli fyri hendan
fiskin, so tað merkir, at
vit fáa 17% meira fyri
veruna.
Eisini eru vit væ:
negdir við, at tollurin,
sum er umleið 17% í
letuni, fellur burtur fyri
saltaða brosmu og
longu, sum vit útflyta
til Italiu.
Sjålvandi er hetta
handil, tad snyr seg
um, vit kunnu utflyta
25.000 tons av seida-
flaki og farsi, men tid
av paneradum vørum,
— at teir ikki vilja hava
paneraðar verur, er iva-
leyst fyri at verja sin
egna heimatdnad.
Hóast tað má sigast,
at teir í EF hava verið
lagaligir. Arbeitt hevur
verið út frá veruligum
tølum, nekurlunda tað
sama, sum varð fram-
leitt í fjør og onkur tel
hægri. — Teir hava
ikki kravt kvotur aftur-
fyri frá føroyingum.
Latið vit og
skil ráða
Líkt er til, at uppskot
landsstýrisins at broyta
rúsdrekkkalógina
kemur fyri aftur á
ólavsgkutingi.
Málið var í vár beint
í Rættarnevndini, sum
var víðkað og gjørd til
millumtinganevnd, tí
tingfólk ynsktu at fáa
góðar stundir at við-
gera eitt so týðandi
mál.
Sum skilst hevur
Rættarnevndin havt
fleiri fundir og roknað
verður við, at eitt álit
verður lagt fyri tingid í
summar. Men hvussu
hetta fer at síggja út er
ikki greitt.
Hvussu rúsdrekka-
viðurskifti Føroya eiga
at vera eru nógvar
ymiskar hugsanir um,
men tað er at vóna, at
tingfólk lata vit og skil
ráða, tá tey fara at taka
stóðu til hetta mál og
lata dupultmoralin og
jakstran eftir atkvødum
koma í aðru rød.
Rúsdrekkaspurningur
in er í fyrsta lagi ein
Spurningur um manna-
lagnur og tí eigur hann
at verða prioriteraður
høgt.