Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juni 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 — 26. juni 1991 Judo: [I OYGGJALEIKIRNIR Á ÁLANDI Síða 11 Rein føroysk finala Judokappingin hjå føroy- ingum byrjadi stak væl. Fyrsta dagin kappast varð vunnu vit, sum fyrr sagt frá, eina silvurmedal- ju og eina bronsumedalju. Týsdagin hildu vit fram við enn betri úrslitum. Í bólkinum -60 kg. luttóku Benny Ejdesgaard og Sam Vang úr Feroyum. Í innleiðandi kappingini bardist Sam fyrst ímóti Stephen Else av Isle of Man, og hendan dystin vann Sam. Sam kom síðani ímóti Martin De la Heye av Jer- sey, og enn einaferð vann Sam. Í seinasta dystinum í innleiðandi kappingini vann Sam á Peter Mal- ston av Isle of Wight. Benny vann eisini allar sinar triggjar dystir i inn- leiðandi umfarinum. Teir vóru ímóti Joakom Rosen av Álandi, Keiron Lambrt numre: Serie A: Serie B: Serie C: Drømmerejse »Jorden rundt«, værdi 70.000 kr.: ......... En drømmerejse, værdi 20.000 kr.: ........ 3 stk. rejser til Middelhavet, værdi 3.500 kr.: Serie D: I Kvinnuhtst Limafundur i KFUM 1. og 3. Shy? i månadi- num kl. 20.00 Nyreforeningens LANDSLOTTERI 1991 Notarius Publicus har udtrukket følgende gevinst- Opel Kadett: ............ Gavekort, 10.000 kr.: ..... Gavekort, 200 kr. pá endetal: .. LL 249.457 EDB-anlæg, 12.000 kr.: ... 10 stk. cykler, á 2.500 kr.: . herrerne228.619, 250.927, 276.428, 328.063, 393.951, 399.832, 419.889, 420.604, 441.797, 524.353 10 stk. fotoapparater, á 1.000 kr.: .. 324.117, 392.129, 414.198, 418.478, 469.662, 498.102, 514.851, 561.556 Gavekort, 200 kr. pá endetal: .. Gavekort, 125 kr. (3 fl. vin) pá endetal: ...... Video, værdi 8.000 kr.: ... Musikanlæg, værdi 6.000 kr.: Compact Disk, værdi 3.500 kr.: ........... 10 stk. transistorradioer, å 1.000 kr.: 176.415, 188.827, 213.938, 351.164, 356.019, 415.703, 422.311, 427.080 Gavekort, 200 kr. på endetal:. . Gevinster udleveres efter anbefalet fremsendelse af den udtrukne lodseddel til Nyreforeningen. Sidste frist for henvendelse vedrørende gevinster: 19. august 1991. Nyreforeningen ønsker at takke alle, der gennem dette lotteri har støttet vort arbejde for landets nyresyge. Nyreforeningens lotteri giver traditionelt 40—60% i overskud netto til formålet. Dette års resultat foreligger 4. —7. november 1991. Nyreforeningen Postadresse: Valbyvej 20, 2630 Taastrup Tlf. (0)42524252 175.995 -3.068, -4.211, -7.380 300.223 271.938, 308.985, -0.065, -3.765, -9.746 -3.540, -4.245 103.508, 231.210, 340.060 409. 075 133.729, 136.368, av Jersey og Antonio Joa- quin frå Gibraltar. Finalurnar Í semifinaluni bardist Sam Vang ímóti Keiron Lambert av Jersey, og tað eydnaðist Sam at vinna hendan dystin og koma í finaluna. Benny Ejdesgaard bar- dist í síni semifinalu ímóti Peter Malston av Isle of Wight, og tað eydnaðist eisini Benny at vinna sín dyst, so vit fingu eina reina feroyska finalu. Finaludysturin ímillum Benny og Sam var javnur og spennandi. Rættiliga nógvir áskoðarar vóru til dystin, og feroyingarnir gjerdu sítt til at rópa á teir báðar. Rættiliga stórur partur av dystinum var gólv- kampur, sum judofólk rópa tað, og teir skiftust um at hava yvirvág. Men tá ongin endalig avgerð kundi fellast í gólvkampinum, máttu teir upp aftur at standa. Og tá eydnaðist tað Sam Vang at kasta Benny og fáa Ippon fyri tað. Sostatt vann Sam Vang gullmerki og Benny Ej- desgaard silvurmerki. Stak væl klárað, og vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við hesum vakra avriki. sj. Føroyingar vunnu Silvur og bronsu f bélkinum -65 kg. véru eisini tveir føroyskir lut- takarar. Tað vóru Rógvi Dam og Brian Rygaard. Í innleiðandi kappingini bardist Rógvi ímóti Raoul Surcouf av Jersey, An- tonio Joaquin frá Gibralt- ar og Anreas Donner av Álandi, og Rógvi tapti all- ar dystirnar. Brian Rygaard kappað- ist í innleiðandi umfari- num ímóti Chris Raine av Jersey og Timo Nikko av Álandi og Brian vann báð- ar dystirnar. Í semifinaluni bardist Brian ímóti Andreas Donner av Álandi, men her dróg Andreas tað longra stráið. Síðani bardist Brian ímóti Timo Nikko um bronsuplássið, og her eydnaðist tað Briani at vinna. -71 kg. Í bólkinum -71 kg. vóru eisini tveir feroyskir lut- takarar við, og vóru tað Jóan Pauli Olsen og Jo- hannes Johannesen. Í innleiðandi kappingini bardist Jóan Pauli fyrst ímóti Andy Jordi av Jer- sey. Hendan dystin vann Andy Jordi. Harnæst bardist Jóan Pauli ímóti Andreas Back- fold av Álandi og Kez Wardell av Isle of Man, og hesar báðar dystirnar vann Jóan Pauli. Johannes bardist í inn- leiðandi umfarinum fyrst ímóti Michael Neagle av Jersey og Peter Remmer av Álandi. Hesar dystir- nar tapti Johannes, men hinvegin vann Johannes tann síðsta dystin í inn- leiðandi umfarinum á All- an Yates av Jersey. Men tað var ikki nóg mikið hjá Johannes fyri at koma í semifinaluna. Jóan Pauli var haraftur- ímóti í semifinaluni. Her bardist hann ímóti Mic- hael Neagle av Jersey, og tað eydnaðist Jóan Paula at vinna og harvið koma í finaluna. Í finaluni kom Jóan Pauli ímóti Peter Remmer av Álandi, men her náddi Jóan Pauli ikki nóg langt og álendingurin fór avstað við gullinum. Men eitt silvurmerki til Jóan Paula var eisini eitt frálíka gott úrslit, sum feroyingarnir eru stak væl nøgdir við. sj. Finnur, legg pennin frå tær! Harra blaðstjóri, vinarliga hýsið mær hesum aft- ursvari til ítróttarskrivar- an á Oyggjatíðindum. Kom at lesa um viðgerð- ina av seinna semifnalu- dystinum millum B36 og NSÍ í Oyggjatíðindum 21./6., sum Finnur Helms- dal skrivar. Tað er sum vant: Sjálvan dystin skrivar hann lítið og einki um, men lat tað beinan- vegin verða sagt, at tað hevur hann ongantíð dug- að. Men hansara viðger av persóninum Bobby Bol- ton er so grov og fúl, at hann valla sleppur snikka- leysur burtur úr slíkari ljótari skriving. Eg kann lata teg vita, Finnur, at undirritaði var formaður í ÍF saman við fýra eðrum góðum fólkum í nevndini og trimum góð- um fólkum í fótbóltsdeild ÍF, tá Bobby Bolton var venjari hjá ÍF. Tey úrslitini, ÍF fekk hesi árini, vóru góð. Í 1986 gjørdist ÍF nummar tvey í 2. deild, og árið eftir vann ÍF suverent 2. deild, fyri síðani at gerast nummar fýra í 1. deild í 1988. Og eg kann eisini minna teg á, at í 1987 mátti HB spæla tveir finaludystir fyri tað árið at ogna sær Ísafjarðarsúl- una. Fyri at venda aftur til persónin Bobby Bolton, so var hann en góður venj- ari og en stak hampuligur maður. At hann so skal hava knúsað ÍF og spæl- arar tess niður, vísa ikki úrslitini, hann fekk árini 1986, 1987 og 1988. Hetta kunnu bæði táverandi spælarar og nevnd váttað. So brúkar tú, Finnur, so sterk orð, sum at Bobby Boltn er ein háðan móti leikarum og áskoðarum hjá NSÍ, og so at hann eis- ini er ein háðan móti fer- oyskum venjaravirksemi. Mær vitandi hevur hann einki við venjaravirksem- ið hjá FSF at gera, og um so hevði verið, hevði hesin hampamaður Bobby Bol- ton ikki fingið slíkt um- mæli frá FSF, sum hann fær frá tær. Hetta sigur mær bara, hvussu lítið skil tú hevur fyri at um- mæla ítróttin. Tað verður sagt, at manni nyttar einki at brúka boga, sum ikki dug- ir hann at spenna, og so- leiðis meti eg teg at vera, tá tú skalt umreða ítrótt- in. Míni ráð skulu vera til Finn Helmsdal: Legg tú pennin frá tær sum ítrótt- arskrivari! Eg biði teg um at taka hetta seinasta til eftirtektar, so venjarar, spælarar og teir, ið stíla fyri, fáa frið at arbeiða. Tá hevur tú gjert ítróttinum eina góða gerð. Fuglafjørdur, 22./6.-1991 Hjalmar Joenmsen ' té w * AMA s.n "EL PP