hósdagur 20. mars 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 55 - 20. mars 2003
Nr. 55 - 20. mars 2003
29
Heimarøktin øki 1
Suðurstreymoy
lýsir eftir heilsuatstøðingum
og heilsuhjálparum
Í samband við, at starvsfólk fara í heilsuhjálpara-
skúla og til feriuavloysarar, verður søkt eftir røktar/-
hjálparstarvsfólki at arbeiða í skiftandi vaktum til
Heimarøktina í Suðurstreymoy frá 1. mai 2003 ella
eftir avtalu.
Umsøkjarin verður settur í starv í Heimarøktini í
Suðurstreoymoy, ið umfatar at arbeiða úti í býnum
og inni á stovni.
Arbeiðið hjá heilsuhjálparum og heilsuatstøðing-
um fevnir um praktiska og persónliga hjálp til eldri
borgarar í økinum.Harafturat arbeiðir heilsuatstøð-
ingurin sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við
sjúkrarøktarfrøðingar um borgarar, ið tørva røkt og
viðgerð.
Ynskiligt er, at evt. umsøkjarar í umsóknini skriva
hvar ynskt verður at arbeiða, starvstíð og hvørja
vakt (dagvakt, kvøldvakt ella náttarvakt).
Meiri fæst at vita um støarvini við at venda sær til
økisleiðaran ella varaleiðaran á tlf. 21 72 49 ella 21
14 84.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal
sendast til:
Heimarøktin Suðurstreymoy
Skálatrøð 14 · FO 100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 15. apríl 2003
Frá
Suðurstreymoyar
Útróðrarfelag
Ársaðalfundur felagsins verður á Hotel Hafnia tann
30. mars kl. 3 seinnapartin.
Nevndin
Tórshavnar
Súkklufelag
Aðalfundur felagsins verður í ÍSF-húsinum miku-
kvøldið 9. apríl 2003, klokkan 19.30. Skrá sambært
lógum felagsins.
Kaffi, te og køkur verða aftur við.
Nevndin
Eysturoyar Røktar-
og Ellisheim
Frítíðaravloysarar
fyri sjúkrasystrar og sjúkrahjálparar/heilsuass-
istentar í tíðarskeiðnum 02.juni til 31.august 2003.
Umsóknarfreist: 02.04.03.
Nærri størvunum viðvíkjandi fæst at vita frá fyri-
støðumanninum á tlf. 448185 ella 448201.
Hús í Vági
Hús á Lágabø í Vági til sølu.
Tlf. 373874
Ph.D.verja á
Fróðskaparsetrinum
Ph.D.-ritgerð góðkend til verju á
Fróðskaparsetri Føroya
Fríggjadagin 21. mars 2003 fer Erland Viberg
Joensen, cand.mag. at verja Ph.D.-ritgerðina
»Lossingarmenn í Havn« við Fróðskaparsetur
Føroya.
Í dómsnevndini hava sitið Jóannes Dalsgaard,
deildarstjóri,Ph.D.,Jonathan Wylie,professari,Ph.D.,
við Massachusetts Institute of Technology og
Elisabeth Vestergaard, granskingarleiðari, Ph.D., við
European Science Foundation í Strasbourg.
Sjálv verjan, sum er almenn, fer fram í høllini á
Føroya Sjómansskúla. Byrjað verður klokkan 13.00.
Ritgerðin »Lossingarmenn í Havn« hevur ligið
alment frammi á Søgu- og samfelagsdeildini á
Fróðskaparsetrinum og á Landsbókasavninum frá
fríggjadegnum 28. februar 2003. »Lossingarmenn í
Havn« kemur sum Supplementum 37 til Fróðskap-
arrit. Í bókini eru fotomyndir, kort, ritmyndir og
samtalubrot við heimildarfólk. Bókin kostar kr. 280.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabosgøta 14
100 Tórshavn
Sunda Sóknar
Arbeiðsmannafelag
Ársaðalfundur felagsins verður í Gamla Skúla á Oyri
hóskvøldið 3. apríl kl. 20.00.
Nevndin
www.sosialurin.fo
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!
C
M
Y
K
29
28