fríggjadagur 28. juni 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Serliga kvinnur
Vilja verða lærarar
Á Føroya Læraraskúla
hava nú 23 lærarar lokið
prógv. Av teimum 23 eru
16 kvinnur. Flestu teirra
hava fingið arbeiði, um
ikki júst har tey ynsktu.
Læraraútbúgvingin er í
dag í mun til fyrr við at
verða ein kvinnuútbúgving
burturav. Í komandi flokki
á skúlanum, sum verður
liðugur um eitt ár, eru bert
kvinnur. Soleiðis hevur
ikki altíð verið. Fyri um-
leið 20 árum síðani vóru
bert hendinga kvinnur
útbúnar sum lærarar.
Vit spurdu Paula
Nielsen, rektara, hvussu
hetta ber til.
Hann heldur eina orsøk
vera, at menn i størri mun
leita sær eftir betri løntum
arbeidi enn lærarastarvid
er. Men hann kundi hugsa
sær eina betri javnvåg
millum kynini. Hann hevði
annars hesi orð at bera
nyklaktu lærarunum á
samkomu í gjár:
Aftur er ein flokkur av
virkisfúsum nýggjum lær-
arum liðugur á Feroya
Læraraskúla.
Tit, sum nú eru liðug,
skulu eftir summarfrítíð-
ina út at taka tykkum av
tí dýrasta, sum vit eiga.
Og hverja ferð ein flokk-
ur fer av skúlanum er tað,
sum ein partur av okkum,
sum eftir eru, fer við tykk-
um.
Og at eitt sindur av
tykkum verður eftir her
hjá okkum
Tað er lutur lærarans,
steðugt at meta nýggjum
avbjóðingum
sum
fara.
hjá teimum
koma, tá ið onnur
Og tað er tað, sum
skuldi hildið okkum vakin
og livandi mitt í tíðini.
Men hverja ferð
flokkur fer, trokar ein
spurningur seg fram um
allar aðrar í huga mínum
ein
Hevur hetta verið
gott?
Hava vit her á staðnum
verið før fyri at geva
hverjum einstekum tykk-
ara ta persónligu avbjóð-
ing, ið dregur upp á seg
fakligan og menniskjalig-
an vekstur, og tað víð-
skygni, sum gevur dirvi at
hugsa sjálvur og at gera
tað, sum tit av góðum
grundum halda vera rætt.
Og fyrra spurninginum
á baki kemur tann næsti
og krevur svar:
Tað, ið tit hava fingið í
beinini árini á Lærara-
skúlanum, er tað so grund-
fest, framkomið og kv-
seigt, at tað heldur fyri
dagliga slitinum og trýsti-
num í gerandisdegnum í
skúlunum?
Um eina letu fáa tit
pappírini, sum skuldu
borgað fyri, at so er.
Í skrift og talu hava tit
sannfert ein próvdómara
fyri og annan eftir um, at
tit nú eru fer fyri at rekja
arbeiðið í fólkaskúlanum
til lítar, og at tit hava
tann stirðilin í tykkum, ið
skal bera fólkaskúla okk-
ara endurnýggjaðan inn í
komandi eld.
Og aftur kemur ein
næskur spurningur sníkj-
andi:
Allar hesar bjørtu skúla-
hugsjónirnar, eru tær bara
nakað, sum vit ganga og
tosa um, ella ætla vit veru-
liga at gera nakað við tað?
Tí tað hevur víst seg.
Vit loysa ikki vandamålini
í skúlanum fyri tí um vit
duga at gera góðar og
mergjaðar setningar.
Men tá ið vit hava sagt
ella skrivað teir, mugu teir
síggjast aftur í verki,
roynast og standa sína
roynd.
Sjálvur eri eg sannferd-
ur um, at tit hava for-
treytirnar fyri at gera
nakað við tað, og at tit ið
hvussu er hava havt
meguleikan at fáa tær her
á Læraraskúlanum um tit
í víðastu merking hava
tikið útbúgvingina í álv-
ara.
Og í síðsta enda eru tað
bara tit sjálv, sum vita
tað.
Her hava tit í hvussu er
fingið at vita um kort og
kumpass og um ein sið-
semiligan ella etiskan peil-
ara, so tit hava amboð at
finna aftur á kósina, vill-
ast tit av leiðini í teirri
ómeguligu uppgávu tað í
veruleikanum er at hava
skúla við børnum.
Og við hesum amboðum
kunnu tit vera erlig í met-
ingini av tí, sum tit gera
saman við børnunum.
Nýta tit tey ikki, er tað
tykkara egna val og
ábyrgd, og eg veit at siga
tykkum, at tá enda tit í
eini troyttandi tómgongd,
sum ikki sigur nekrum
nakað, og tit oyða burtur
tíðina, bæði hjá tykkum
sjálvum og hjå børnunum
Onkur tykkara sá og
hoyrdi Piet Hein í sjón-
varpinum í fyrrakveldið.
Hann var bersegin, tá ið
hann skuldi geva skúla-
gongd síni ummæli, og
ikki mjúkur.
Skúlin segði mær einki,
ið hvussu er einki positivt.
Hann vildi evna meg til,
heldur enn at geva evnum
mínum eina kveikjandi av-
bjóðing.
Einstein, Niels Bohr og
Charles Chaplin, sum
vóru trúgvir vinir hans-
ara, hava sagt nakað tað
sama um tann skúla, sum
teir fingu.
Onnur minnast skúla-
gongdina við stórari gleði,
og tað kann vera so ym-
iskt, hvat ið fær týdning
fyri okkum seinni í lívi-
num.
Men hjá okkum, sum fá-
ast við skúla, er tað ikki
nóg mikið, at ein partur av
teimum, sum ganga í
skúla, kenna seg væl í
honum. Vit mugu síggja
til tervin hjá teimum øll-
um andaliga, handaliga og
kensluliga.
Nú sleppa vit tykkum
úr okkara hondum og okk-
ara ávirkan, og vit kenna
tykkum væl, hava okkara
ymisku vónir til tykkara
alt eftir hvat ið vit halda,
at styrki tykkara er og av-
markingar.
Kortini eru so nógvir
spurningar eftir, og iva-
mál.
Nú eg standi her, havi
eg eitt ynski, sum ongan-
tíð fer at ganga út. Men
áhugavert hevði tað verið,
og so ómeguligt sum tað
er, er tað kortini eitt hev-
uðskrav til tann góða lær-
aran
Eg kundi at eg
fyri hvenn tykkara fekk
ein dag, har eg sá heimin
ynskt,
23 lærarar tóku prógv
hesaferð á Føroya
Læraraskúla. Áhugin er
stórur at sleppa á
skúlan. Fleiri enn 50
hava søkt, men bert 24
sleppa inn.
við tykkarz eygum.
Tað hevði kanska hjálpt
mær at verið við til at
gjørt Læraraskúlan til
tað, sum vit fyrst av øll-
um vilja, at hann skal
vera, men sum vit ongan-
tíð megna. Ein frístað hjá
menniskjum at
út av, hvussu vit
bera okkum at við at sígg-
ja heimin við eygunum hjá
tí einstaka barninum.
Duga vit ikki tað, duga
vit heldur ikki at hjálpa
teimum at finna út av teir-
ra tilveru.
Og tað er tað, vit eru til
frælsum
finna
Nr. 120 — 28. juni 1991
sum lærarar.
Hverki meira ella minni.
Hjartaliga til lukku ell
somul. Takk fyri hesi fýra
árini.
Tað er brúk fyri tykkum
í fólkaskúlanum, tí har
liggja nógvar upgávur á
láni.
Saman við eðrum lærar-
um, foreldrum og øllum
teimum, sum vilja fram-
tíðini væl, sleppa tit at
berjast fyri, at ikki spart
verður uppá sákornið í
komandi tíðum.
Og hjartaliga tillukku,
tit, ið varða av og hava
kent saknin av teimum, tá
ið krevini á skúlanum
hava lagt hald á alla tíðina
og allan hugan.
Góða summarfrítíð sam-
an við teimum, tit liva lív-
ið saman við, og bern
tykkara. Hjartaliga til
lukku við mammuni ella
pápanum.
BJÓÐA IKKI MÆR!
RAÐIÐ FYRI FERDSLUTRYGD +
starvsdagur
Tann 1. juli hevur
Hjarnar Djurhuus,
stjori
starvast hjå Shell
í 25 ár.
2
I hesum sambandi
verður mottøka
å skrivstovuni
å Vidarnesi millum
kl. 15.00 og 17.00.
NEVNDIN
Shell