Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. juni 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 121 — 29. juni 1991 Síða 9 Aktivt sukklufelag Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri fleiri kappingum í summar — millum annað saman við Havnar Svimjifelag Í juli og august fer Tórs- havnar Súkklufelag at skipa fyri ymsum kapping- um fyri súkklufólk. Felagið sigur í tíðinda- skrivi, at tað saman við Havnar Svimjifelag fer at skipa fyri fjórðings triation leygardagin 27. juli. Triatlon er ein samansett kapping, har bædi verdur súkkla, svomið og runnið. Av tí at talan er um triggjar samansettar ítrótt- argreinar f einari, eru krøvini eisini so mikid størri til luttakararnar. I august stendur Tórs- havnar Súkklufelag sum fyrireikari av føroyameist- arakapping í 100 kilometra súkkling. Hendan kapping verður annadhvøt 17. ella 24. august. Byrjað verður á Kambs- dali, og síðan verður leiðin hildin fram norður til Funnings, um Eiðisskarð og suður til Havnar. Málið er á Hvítanesvegnum í Hoydglum. Eina viku seinni verður so føroyameistarakapping í 30 kilometra súkkling í Havnini. Felagið vónar, at undir- tøkan verður góð, og heitir samstundis á tey, sum vilja vera við, um at venja dúgliga longu nú. hj. Fýra av virknu limunum | í Tórshavnar Súkklu- felag. Frá vinstru: Jó- 7 hann Brend, Gunnar & Dahl-Olsen, Absalon * Hansen og Eyðun Bær- entsen. Mynd: Absalon Hansen UEFA steðgar so ikki vallargerðini | | Toftamenn halda fram Hóast EM-kappingar- nevndin hjá UEFA herfyri samtykti, at Føroyar ikki sleppa at spæla eftirver- andi dystirnar í EM- kappingini á Svangaskarði, hevur hetta ikki tíkið arbeiðshugin frá toftamonnum. Síðani tey keðiligu boð- ini frá UEFA komu, hevur arbeiðið gingið sína gongd — og kanska gott og væl tað. Hvgnn dag og út á kvøldarnar verður arbeitt í sveittabroti á Svanga- skarði, og úslit sæst eisini eftir. Stoypiarbeiðið av hús- inum er komið væl áleiðis, og rundan um vøllin síggj- ast áskoðaraplássini. Tað, sum ikki hevur minstan týdning — sjálvur vøllurin — verður eisini gjørdur við ferð. Tað mesta komið á Stórt sæð alt grasið er lagt á, og týðiliga sæst, at her er eitt stadion ag ein vøllur, ið ikki smæðist burtur, hóast UEFA íkki dámar hann. Fleiri av landsliðsspæl- arunum, ið hava verið á nýggja grasinum, siga, at hetta er tann frægasti vøll- urin, teir hava sæð, nú lið- ið hevur ferðast Europa upp og niður. Bara vøllurin í Lands- krona, sum jú ikki er góð- kendur, kann kanska standa mát við tann vøllin, sum toftamenn í løtuni leggja á. Tað grasið, sum fyrst varð lagt á, hevur fingið rættan grønan lit, og røt- urnar hava skotid seg tveir til triggjar sentimetrar nið- ur i sandinum, sum undir er. Tað er væl skjótari vøkstur, enn roknað varð við frammanundan, so gróðrarlíkindini eru av teimum bestu. UEFA-fundurin Ikki minst, tá tað nú gongst so gott við arbeið- inum á Svangaskarði, er tað spell, at UEFA á sera byrokratiskan hátt koll- dømir ein vøll, menninir enn ikki hava sæð. Sum ådur nevnt, var okkara einasti studul eisini skotin í stadionnevndini hjá UEFA, sum er tann einasti, ið hevur sæð stad- iongkið og tað arbeiðið, ið har verður gjørt. Men vónandi koma hesir góðu menn at uppføra seg við skili, tá kanska nýggj stóða skal takast til málið á UEFA-fundi 16. juli. hj. Arbeiðið á Svangaskardi heldur fram. hóast DRE dn hjå UEFA hevur koll- dømt okkara nýggja grasvøll sum heimavøll til teir tríggjar EM-dystirnar í heyst móti Norðurírlandi, Danmark og Jugoslavia. Mynd: Hilmar Jan