Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 4. juli 1991 Bankatrygd sum hvarv - ein bankabók í fútarættinum, var tóm tá maðurin, sum fekk viðhald í málinum, skuldi fara eftir peninginum Alt tos um Føroyar sum rættarsamfelag fellur burt- ur, tå tú við trygd í fúta- rættinum verður greiður yvir, at viðhald í rættar- semju als ikki fær avleið- ing fyri tann, sum er ákær- dur í rættinum. - Hetta sigur ein lesari, sum kennir seg sleptan uppá fjall, eftir at hann fekk viðhald í rættarsemju, sum snúi seg um endur- gjald fyri ein lastbil, hann hevði keypt frá Berg Motors og rindaði 2,1 mió. krónur kontant fyri. hóast garantimål Eftir slgkum ári gekk motorurin fyri, men Jo- hannes Berg, stjóri, vildi ikki gjalda umvælingina, hóast talan var um garanti- mál. Málið endaði í rættinum, har úrskurðurin fyribils varð tann, at báðir partar stillaðu bankatrygd, til rætturin var komin til eina niðurstøðu í málinum. Hetta var eg noyddur at gera fyri at fáa bilin aftur, sigur lesarin. Nú tvey ár seinni er fingin rættarsemja, sum gevur keyparanum viðhald. Ein avtala varð gjørd, sum álegði Johann- es Berg at rinda keyp- aranum tann peningin, sum stóð á bankatrygdini í varðveitslu í fútarættinum. - Tá keyparin fer eftir peninginum, er bankabók- in tóm! Nú vísir tað seg, at sølu maðurin hevur flutt pen- ingin av bókini, sum stóð í hansara navni, á kassa- kredit hjá partafelaganum Berg Motors í Føroya Ban- ka, og keyparin hevur so- statt mist einar 170.000 krónur, sum bankatrygdin nú átti at verið - um peningurin framvegis var har, hann átti. Fór á húsagang -Møguliga hevur Johann- es Berg hugsad sum so, at um hann vann rættarmálið, so kundi júst hesin pen- ingur bjarga kassakre- dittini í Berg Motors, sum fyri tveimum árum síðan ikki var væl fyri, men sum nú er farið á húsagang, sigur lesarin. Trupulleikin var bert tann, at Johannes Berg tapti í rættinum, og Berg Motors er ikki til longur. Nú kemur fram, at bank- atrygdin varð flutt, meðan bókin lá sum trygd í dómhúsinum. Hvussu ber tað til, at ein bankabók, sum liggur sum trygd í dómhúsinum, er drenað fyri pening, tá keyparin kemur eftir peninginum? Jógvan Andreasen, dóm- ari: - Tað ber væl til, tí eingin trygd er fyri, at hon ikki verður tómd. Er hon ikki at skilja sum ein "bundin bók" meðan málið verður viðgjórt í rættinum - Tað er ein feilur at bankin ikki hevur fingið boð um tað, sigur Jógvan Andreasen og vil ikki út tala seg um, hvør hevur ábyrgdina av, at bankin ikki fekk boð um tað. Kann krevja peningin - Maðurin noyðist at tosa við ein løgfrøding um mål- 10, men annars kann eg síga, at tað ikki er vanligt, at fólk flyta pening av eini bankabók, ið liggur sum trygd, eins og máli. - Samaumtikið er bert at siga at keyparin, sum í hesum føri, fekk rættar- semju í málinum, hevur krav uppá at fáa peningin. - Eg havi sjálvur mælt til rættarsemju, av tí at keyp- arin mótvegis Johannes Berg, hevði fingið viðhald í rættinum, um málið varð í hesum Hóast Berg Motors er farið á húsagang, so er Fa Johannes Berg framvegis virkið, og hevur avtalu við Scania um at røkja teirra áhugamál fyri viðskiftafólk- unum, í dag eins væl og áðrenn Berg Motors fór á húsagang tíkið upp til dóms, sigur Jógvan Andreasen. Tá ein bankabók verður latin sum trygd, verður so- nevnt hondpant tikið, sum hevur við sær, at tann sum fær tygdina, skal boða peningastovni frá hesum. Verður hetta ikki gjørt, og bókin ikki ljóðar uppá somu upphædd sum bankatrygdin, er tað ikki á- byrgd hjá peningstovn- inum at rinda peningin. Er tað Berg Motors, ið stendur sum trygd, er held- ur eingin peningur at hein- ta, og viðkomandi keypari verður roknaður sum van- ligur kreditorur í felag- num, sum nú er farið á húsagang. - Ein 6vildug kelda sigur við Sosialin, at tað greitt er rætturin, sum hevur brotið trygdina, av ti at teir ikki hava boðað Føroya Banka Rættarsemjan snúi seg um ein Scania lastbil, sum fekk umvæling áðrenn garantiðin var farin, men sum Jo- hannes Berg ikki vildi gjalda. Rætt- arsemjan gav key- parnum viðhald, men tá maðurin skuldi fara eftir peninginum, eimi bankabókx sum lá í T1omhusinum eingin DEningur k frá, at bókin varð bundin sum bankatrygd í hesum føri. Sømir seg at gjalda Hans Jørgen Laursen, stjóri i Føroya Banka, sigur vid Sosialin, at teir ikki fingu fråbodan um, at bankatrygdin var bundin i rættinum. - Tå Johannes Berg ringir til okkara og biður okkum flyta pening av einari bók á aðra, er tað vanlig avgreiðsla, sum vit gera nógvar ferðir um dagin. Trupulleikin er bert, at hann ikki sigur okkum, at heita er peningur, sum hann av réttum ikki eigur Tá hann í síni tíð stovn- aði eina bankabók uppá 160.000 krónur og fekk bókina við sær, vistu vit ikki, at hon var ætlað sum bankatrygd, og vit fingu tað heldur ikki fráboðað. - Tá hann síðani um telefon biður okkum flyta peningin á konto hjá Berg Motors, var einki 6vanligt í hesum, hildu vit. Hvor hevur ábyrgdina av at peningurin nú verður goldin manninum, sum hevur fingið viðhald í rættinum / Alt talar fyri, at tað av réttum hevði sømt seg best, um Johannes Berg rindaði manninum ta upp Im 1338