Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 4. juli 1991 í Hoyvík keyptur út úr SMS, segði Hans Síða 5 Mortensen í rættinum Tað kenni eg einki til - sigur Petur Olivar í Hoyvík, sum í síni tíð legði út fyri Hans Mortensen Eftir tann fyri uttanfyri- standandi sera marghátt- liga endan á sakarmál- inum millum Hans Mortensen, SMS, og David Eliassen, hava tey flestu helst fatanina av, at SMS-málið er endaliga avgreitt, tá talan er um ognarvidurskifti. Men tað er ikki vist. Partabræv í Miklagarði Kanska fer Petur Olivar í Hoyvík at gera vart við seg. Hans Mortensen lænti - sambært Davidi Eliassen - síni tíð pening frá táverandi vinmanni sínum Petur Olivari í Hoyvík til arbeiði í sambandi við miðstað- arætlanina. Í 1976 setur hesin 500 krónur í partafelagið, sum eigur Miklagarð; | sama gera Hans Morten- sen og David Eliasssen, meðan P/f SMS átti 8500 krónur. Teir tríggir sita eisini nevndini. POH úr nevndini Á aðalfundinum 29. mars 1982 verður Petur Olivar í Hoyvík skiftur út sum nevndarlimur við Ivar Hgjer Jensen, slaktara. Hinir báðir verða sitandi. Á fundinum verður eisini gjórt av at hækka partapeningin úr 10.000 kr. til 600.000 kr. P/f SMS stendur fyri allari hækkintini, tí sambært einum skjali, sum varð lagt fram í rættinum, skriva teir tríggir stovn- ararnir undir uppá, at teir ikki fara at brúka tann frammíhjárætt teir hava at tekna partapening í felagnum. Takið lut í politiska kjakinum! Tak lut í teim mongu tiltøku- num, sum Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skipar fyri. Tekna teg sum lim. = Ja, eg tekni meg sum lim í Suður- streymoyar Javnaðarfelag Suðurstreymoyar Navn: Javnaðarfelag Bústaður: Box 76 110 Tórshavn Kannað postverkinum Felagið strikad I partafelagsskrásetingini fyri 1985 stendur, at partafelagið, sum eigur Miklagarð er strikad. Orsøk: tað er lagt saman við P/f SMS. Spurningurin er so, hvert teir støku partaeig- ararnir í Miklagards- felagnum hava fingið nakað afturfyri teirra partabrøv ella teir við sínum partabrøvum eru meðeigarar av SMS. Tá Jørgen P. Olsen spurdi David Eliassen um hetta, svaraði hesin, at hann hevði einki fingið. Hans: Petur Olivar er útgoldin Undir avhoyringunum segði Hans Mortensen, at Petur Olivar í Hoyvík var goldin út. Hetta var hent sambært eini avtalu, Verður sent ópostað Móttakarin rindar postgjaldid teir bådir høvdu gjørt eina avtalu i 1985; eftir henni fekk Petur Olivar i Hoyvik 175.000 fyri teirra millumverandi, eisini partabrævid. Sidani hevdi hann fingid ein kekk fyri og annan eftir, greiddi Hans Mortensen frå. Petur Olivar i Hoyvik sigur fyri Sosialinum, at hann veit einki um, at hann hevur fingid pening fyri partabrævid. Einki fingið fyri partabrævið - Í fyrstani legði eg eina rúgvu út fyri Hans, og fyri hetta havi eg fingið nakað aftur, sigur Petur Olivar í Hoyvík, men um eg havi 175.000 krónur og um eg havi | Kvinnuhúsfelagið | fingið fyri øll mini útlegg, veit eg ikki, men eg veit meg ikki at hava fingið fyri partabrævið, sigur Petur Olivar í Hoyvík, sum fegin vildi sæð eitt eintak av av- taluni, hann skal hava gjørt við Hans Morten- sen. í Føroya Rætti var Hans Mortensen spurdur um hann kundi vísa avtaluna. Men avtalan var rættarmálinum óvið- komandi, og hann hevði hann tískil ikki við sær. Petur Olivar í Hoyvík sigur, at hann hevur ikki enn avgjørt, um hann fer at reisa sak um viðurskift síni við Hans Mortensen og Miklagarð/SMS. ówh Limafundur í KFUM 1. og 3. hóskveld í mánaði- num kl. 20.00 Tilboð ynskist uppá útskiftan av tekju og íseting av vindeygum o.a. í Ullvøruhåsinum. Áhugað verða biðin at venda sær til Hallstein Sigurdsson, tlf. 16946 innan týsdagin 9. juli. Sjálvsognarstovnurin »BOL« Kongagøta 11 - 100 Tórshavn | úlfar er til tess. Fiskirannsóknir Fiskirannsóknir er sum lesnaður hog gátt fyri leikmannin, ið ætlar at fáa nakað at vita um dálkingina á føroysku gáttar- firðunum. Men hjálp er kortini... | Tíðarritið Fiskirannsókn- | ir er komið út. Utgevari er Fiskirannsóknarstovan, og ritið kemur út, tá Ritið hesa ferð, ið er góðar 300 síður, kostar 180 krónur. Fiskirannsóknir hava vanliga greinar við ym- iskum evnum, ið hava við hav og fisk at gera. Hesa ferð hevur trimannablad- stjórnin valt at gera eitt sokallað evnisrit, t.v.s., at eitt og sama evnið verður vidgjørt í øllum greinum. Evnið, sum verður havt fyri, er dálkingin á gáttarfirðunum í Føroy- um, Le. Kaldbaksfjørð- ur, Skálafjórður og Sundalagið norðan fyri Streymin. Ríkiligt er at oysa av fyri tann áhugaða: um dýpi og skap á firðunum, um rák og vatnskifti, um tødevni og gróðrarlíkindi hjå plantuæti, botnfall og niðurbróting av liv- runnum evnum, um ilt- trot, um botndjóralívið, og um keldur til nitrog- en, fosfor og livrunnin evni. Ritstjórnin vidgongur, at greinirnar eru ikki lættar at lesa. Men fremst i hvørji grein er ein samandråttur. Har- umframt eru tvær grein- ir, sum eru lættar at lesa. Greinin »Eru før- oysku gáttarfirðirnir dálkaðir< greiðir frá niðurstøðunum i kann- ingunum av gáttarfirð- unum, meðan greinin »Dålking og oxygentrot i føroysku gåttarfirbum« greidir frå grundarlagn- um, sum nidurstødurnar byggja å.