Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 4. juli 1991 ER je: "es + Plantasjan i Havnadali - eitt eldorado fyri neyt og seyð. Mynd: Kalmar Ikki ráð til at hegna 5 síða 7 - og tí er vandi fyri at seyður og neyt gera av við plantasjuna Tórshavnar Kommuna hevur nýtt ein hóp av tíð og pengum til at planta eitt stórri øki úti í Havnardali. Hetta var gjørt fyri 15 árum síðani, men nú er nógv farið fyri skeyti. Trød vóru plantað og hegn sett upp, men nú er hendan spírandi plantasjan meira eitt eldorado fyri seyð og neyt, sum gera sær dælt av tí, sum einaferð var ætlað at verða stór og príðilig trød. Vit spurdu Tóra i Hoy- vík, býargartnara, um hann helt tað vera skilagott, fyrst at planta og síðani at seta opið fyri seyði og neytum. Nei, tað helt hann ikki, men mátti kortini ásanna, at eingir pengar eru til at halda hegnið. Hann har- mast um, at nógv er longu farið fyri ongum. Føroysku stikurnar eru rotaðar, og nýggjar mugu setast upp ístaðin fyri, at halda kríatúrum uttanfyri. Tóri í Hoyvík leggur aftrat, at Havnar Komuna hevur lagt størstan dentin á, at fáa viðarlundina í Gundadali í lagi aftur eftir ódnina, men so vóru ikki pengar til meira. Tróndur Leivsson, skóg- arfúti harmast eisini um skilið í Havnadali, men uttan pengar kann hann einki gera. Hann sigur, at Havnar Kommuna hevur víst ein vilja tá tað snýr seg um træplanting, men verri er við landspolitikar- unum. Hann heldur fyri, at tað tykist sum okkara landspolitikarar áttu at kent stórri ábyrgd á hesum síalurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin“ Eg gerist haldari av Tidinda- a bladnum Sosialinum og fåi # blaðið 5 ferðir um vikuna. Haldaragjaldid er kr. 200,- fyri ársfj. Haldarar uttanlands gjalda kr. 235,-Jårsfj. Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn tey, ið eru eftir at koma í einum árs- fjórðingi. Navn: Bústaður: . Bygd/býur: Kannað postverkinum 110 Tórshavn NjeISOS - ULINJBISOS - ULINJBISOS - ULINJBISOS - ULINJBISOS - ULINJBISOS øki, og ikki bert víst áhuga tá teir skulu vísa útlendsk- um gestum hvussu vakurt her er. Tróndur leggur tó aftrat, at nú er tað tyngsta takið tikið í Gundadali, og hevur Havnar Kommuna sama góða vilja komandi ár, hvat træplanting vidvikur, er møguleiki fyri, at fara at bøta um viðurskiftini í Havnadali. tór.- Tað er nú greitt hvør fær stuðul á hesum sinni úr felagsgrunn- inum hjá Nuuk og Tórshavnar Komm- unu. Umboð fyri bæði býráðini høvdu fund mánadagin, og har varð avgjørt at lata Fgroyahúsinum i Nuuk 20.000 krónur um árið í stuðli í trý ár. Haraftrat fingu Gurið Poulsen og Tita Vinther 25.000 krónur til eina framsýning í Nuuk og 8. flokkur á Eysturskúlanum fekk 30.000 krónur sum ískoyti til eina grøn- landsferð. Játtað verður úr hesum grunni annað hvort år. tór. Ríkisumboðsmaðurin svarar 4 iggo Holm av Skála Mannarættindar- domst6lin heldur enn domstolin í Haag Viggo Holm av Skåla skrivadi i vikuni riskisum- bodsmanninum, Bent Klinte, bræv har hann heitti å rikisumbodsmannin um at fáa altjóða dómstólin i Haag at seta kanning i verk, sum kann stadfesta ella avsanna tær ákærur, sum hava verið móti okkara politikarum. Vit spurdu rikisumbodsmannin hvussu hann svarar eini tilikari áheitan. Bent Klinte sigur, at sum ríkisumboðsmaður fer hann ikki at leggja seg út í tilik politisk viðurskifti í Fóroyum. Hann leggur aftrat, at ein tílík kæra hoyrir heldur ikki heima við altjóða dómstólin í Haag. Hesin dómstólur fæst bert við trætur millum limalond i ST. Til dømis tá Danmark og Noreg trættust um rættin til Eysturgrønland. Vil Viggo Holm gera meira við málið stendur honum sjálvandi frítt. Hann hevur møguleika til, sum einstakur persónur, at lata mannarættindar- dómstólinum í Strassbourg, málið, sigur Bent Klinte, ríkisumboðsmaður. tór.- Bent Klinte, ríkisumboðsmaður , hevur ongar ætlanir at hava nakran leiklut mótvegis føroyskum politikar- um, sum hann tekur til.